H. C. W. Tórgarð teknaði kioskina í 1931

Tað var Jacob Danielsen, vanliga nevndur Jakke – ella bara G – føddur 4. juni 1887, sum við umsókn um byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig til at byggja kioskina. Hon læt tó ikki upp fyrr enn á ólavsøku 1935. Tekningina til ta upprunaligu lítlu kioskina átti H.C.W. Tórgarð, meðan tað var Rasmus hjá Funnings Jóannes (Thomsen) í Bøgøtu, sum smíðaði hana inni í stovuni hjá Jens Næss á Hoydalsvegnum. Síðan varð hon flutt oman á Vaglið í pørtum og sett saman.


Lesið eisini: Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu

 

Í 1940 var kioskin útbygd. Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði útbyggingina, og tað er soleiðis vit síggja hana í dag.

 

Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur Danielsen