Posturin verður borin út alt árið. Hann spyr ikki eftir, um tað er summar ella vetur.
Einferð Signhild var á veg norður eftir við postinum slapp hon ikki út úr tunlinum til Mikladals, tí tað var kavað fyri tunnilsmunnan.
Rutan hjá Bygdaleiðum var júst farin norður um, við hjálp frá eini gravimaskinu. Men Signhild var so mikið aftari, at tað var kavað fyri munnan, tá hon kom so langt.
Ikki bar til at bakka og ikki bar til at geva boð frá sær, tí hon hevði ikki telefon. Har var so ikki annað at gera enn at sita og bíða, til gravimaskinan kom aftur. Tað gjørdi hon hálvantriðja tíma seinni.
Hvat eg gjørdi? Tja, eg tendraði ljósið inni í bilinum og gav mær bara góða tíð at lesa bløðini hesa løtuna, sigur Signhild róliga.