Hitamiðstøðin skal STEÐGAST og ikki bluffast ígjøgnum!

Leingi hevur verið ætlað at byggja hitamiðstøð í Inni á Gøtu.
Eigarafelagið Inni á Gøtu fekk saman við Anniku Olsen, tá landsstýrirkvinna í Innlendismálum, steðgað ætlanini, so at málið varð sent til hoyringar.
Eftir eitt greitt hoyringssvar og mótmæli frá Eigarafelagnum blivu ætlanirnar um hitamiðstøðina broyttar frá tungolju til diesel/gassolju.
Umhvørvisstovan hevði longu givið loyvi til hitamiðstøðina og at brenna tungolju í grannalagnum.
Sitandi býráðssamgonga hevur samtykt byggiloyvi og neyðug frávik frá byggisamtyktini.
Byggiloyvið er ikki útskrivað, tí Umhvørvisstovan skal gera eina kanning afturat við støði í norskum og ikki donskum veðurlagi.
Tíbetur hava eldsálir Inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum Suður tikið stig til at kanna væntaðu luftdálkingina og at steðga byggingini.
Kanningarnar vísa, at orkuverkið kann bert verða í gongd í 22 minuttir, til luftdálkingarmørkini eru nádd. Síðan er heilsuvandi til staðar.
Orkuverkið stendur bert:
- 2 metrar frá einum sparkivølli, har børnini spæla
- 10 metrar frá íbúðarøki, har børnini búgva
- 100 metrar frá einum barnagarði, har børnini verða ansað
- 20 metrar frá luftinntakinum hjá Føroya Tele bygninginum, har foreldur arbeiða.
Á borgarafundi í Føroya Tele 23. oktober 2012 var kanningin av luftdálkingini sera væl løgd fram. Síðan vórðu býráðspolitikkarar spurdir, um teir veruliga ætlaðu at byggja hitamiðstøðina.
Eg helt ikki svarini vera nóg greið.
Støðan er, at sitandi samgonga hevur játtað byggiloyvið, so her skal annað skinn takast um bak, um æltanin skal steðgast.
Neyðugt verður at taka taka málið upp í býráðnum og áleggja nevndini í Fjarhitafelaginum at steðga æltanunum.
Vit kunnu ikki sita hendur í favn og bert vóna, at Umhvørvisstovan kemur til eitt skilabetri úrslit enn seinast.
Tað er ein orsøk til, at Sundsverkið liggur langt uttanfyri býin
Tað er ein orsøk til, at brennistøðin liggur uttanfyri býin.
Tí er tað eisini sera góð orsøk til, at hendan hitamiðstøðin verður løgd uttan fyri bygt øki.
Vandi er fyri heilsuni hjá børnum og teirra menning. Um tað so kostar nakað meir at leggja støðina uttan fyri býin, so kann heilsan hjá børnum og borgarum annars ikki gerast upp í peningini.
Eg fari at heita á tykkum um at velja meg inn í býráðið í Havn, so eg kann virka fyri, at ætlanirnar um byggingina verða sleptar, og hitamiðstøðin verður flutt út um býin.