Hóast høvuðsnavnið til henda tónleikafestivalin gav avboð, hava fyrireikararnir kortini megnað at samanseta eina spennandi skrá til teir báðar pallarnar, sum koma at mynda tiltakið.
Ein pallur verður uttanfyri, meðan pallurin í salinum, og sum vanliga verður brúktir til tiltøkini hjá samkomuni, verður hin pallurin.
Fleiri møguleikar verða hjá fólki at koma til festivalin. Tey flestu taka helst bilin við, men møguleiki er haraftrat at taka tjald og kampingvogn við ella bátin, ið kann liggja tryggur í bátahylinum í Skálafirði.