1886. Orsøkin til skiftið var vónin um at fáa starv í Føroyum. Í 1879 hevði hann á bókasavninum á skúlanum fingið hendur á Færøsk Grammatik hjá Hammershaimb. Hetta vakti hansara áhuga fyri føroyskum skriftmáli [...] Hann var góður maður at hitta og at heita á, og sum ein løgtingsmaður eina ferð segði: “Tú fórt ikki bert klókari frá honum enn tú komst, men eisini betri hýrdur.” Á fyrstu tingsetu aftaná, at hann var farin [...] í løgfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Um sambandið við Føroyar er her at nevna, at hann var heiðurslimur í Føroyingafelagi og í Studentafelagnum, og av tí heilsu, sum hann á ellisárum sendi
teirra sum longu í ungdómsárunum kom í samband við Tórálv, fyrst á Niels Brock, haðani vit tóku prógv í 1959 og síðani fylgdust vit á 1. parti á Handilsháskúlanum. Hugur Tórálvs stóð til at gerast statsaut [...] annað og nema sær meira bókligan kunnleika. Aftaná 3 ára starvstíð á Føroya Gjaldstovu gjørdi hann í 1954 av at fara til Danmarkar á handilsskúla. Hann bleiv ein av tí liðnum av útisetum, ið komu higar [...] in gjøgnum nógv ár sera ofta luttók á stevnum v.m víða um og harvið umboðaði Føroyar og føroyskt mentalív. Í privata vinaskaranum setti hann altíð sín serliga dám á. Hann var ikki bert ein vanligur luttakari
av. Samstundis verður latið upp fyri grannasamvinnu á hesum málsøki. Oljuleiting Løgmaður vísti á, at semjan um landgrunsmarkið ger, at havbotnurin á tí umstrídda økinum, serliga tí sonevnda hvíta økinum [...] týdning sum landøki hevur fyri onnur lond. Vit føroyingar leggja tí líka stóran dent á okkara mark til havs, sum onnur leggja á síni landamørk. Tí hevur hetta marknamál so ómetaligan politiskan týdning hjá okkum [...] enn stendur á byrjunarstigi. Avtalan hevur reglur um samvinnu partanna millum um møguligar oljufundir, ið røkka tvørtur um mark. Somuleiðis um samskipan millum oljuvinnu og fiskivinnu á tí sonevnda serøkinum
12 ár saman við abba, sum hvønn dag sat á verkstaðnum, gevur nógv minnir, nú hann er farin. Serliga vil eg minnast, hvussu hann hvønn dag hann var einsamallur á verkstaðnum, altíð sang sangir, sum vøru [...] vøru honum kærir. Sangir sum Eg velji fyrr Jesus og Niðan á heyggin hoyrdi eg hann mangan syngja. Tá eg hoyrdi hann syngja, steðgaði eg mangan á at lurta. At sangurin kom frá hjartanum hoyrdist tíðiliga. [...] nú var í. Stórur saknur er nú ikki at síggja abba sita á verkstaðnum meir. Hvørjaferð eg koyri niðan til Gøtugjógv, og síggji at eingin abbi situr á verkstaðnum ella í stovuvindeyganum, følist tað sera tømt
upp á seks ár??!! Tað kann gott vera, at hesi tíggju høvdu tað uppiborið, men eg loyvi mær at ivast í, um man frá byrjan av var so samdur um tað politiska endamálið, sum tað sá út til á myndum og á pappírum [...] førum hevur skapt ótryggleika, har tað hevur verið torført at fingið eygað á nakran kontinuitet, har tað tykist sum um tað á ein ella annan hátt bara er vorðið longri til fólkið og tættari ímillum tru [...] tí. Hann hevur koyrt ella loyst 10 landsstýrisfólk úr starvi upp á seks ár: allar tríggjar kvinnurnar og haraftrat sjey av monnunum!! Upp á seks ár! Ber hetta til? Eru tað veruliga so vánaligir mannaheilar
Langabbin, Jóan Petur Hentze sat á løgtingi í 20 ár. Sama gjørdi abbin, Jóhan M. Hentze, sum fylgdi pápanum eftir, á tingi umboðandi Sandoyar valdømi í onnur 20 ár. Báðir lógu á tí, vit í dag kalla tí frílynta [...] fór norður til Havnar í Preliminerskúlan, haðani hann stóð so gott prógv í 1940, at hann helt fram á tí tá nýstovnaða Føroya Studentaskeiði. Her hann tók prógv í 1942. Sostatt var hesin gløggi heimasa [...] Kollafirði, dóttur Sámal Debes av Bakka (í Havn) og Onnu Djurhuus úr Kollafirði. Hann giftist við Helenu á Sandi eftir kríggið. Tey fingu tær tríggjar døturnar, Turið, sum eisini er løgfrøðingur og hevur starvast
at stovna sær ein profil á Facebook. Bara, at tú ikki heldur, at Facebook er nakað fyri børn. Men tað er ongin grundgeving í sjálvum sær. Kanska meinar tú við, at í reglunum á Facebook stendur, at børn [...] yvirliva. Men eg veit bara ikki, hvussu leingi eg orki aftrat! Heilsan tann stressaða Góða ”stressaða” Eg fari at spyrja teg, um tú sært teg sjálva á hasum arbeiðsplássinum um eitt ár, um umstøðurnar ikki batna [...] Børn á Facebook Góða Rigmor Sonurin, sum er 8 ára gamal, hevur júkað um at fáa Facebook í langa tíð. Eg havi sagt nei, tí eg haldi ikki, at Facebook er nakað fyri børn. Eg vil heldur, at hann heldur skal
kirkjugarðinum undir Svínaryggi. Tað er Sandur eisini, sum tað sæst á gravsteininum hjá Marin Kirstinu Johannesen, ættað úr Trøðum á Sandi. Tað er kortini ikki so nógv, vit vita um hana. Hon er fødd í [...] Kristinu, og keldan til meginpartin av hesi grein er Ólavur. Upprunin til hesa søgu er Traðargarður á Sandi, sum upprunaliga var 24 merkur. Fyrst fór garðurin í tveir partar. Í 1746 fór onnur helvtin í [...] Tann partin, sum tá gjørdist til Miðstovuna, fekk Hanus í Koytu, ið var 52 ár. Hann hevði arbeitt á garðinum í Trøðum alt sítt lív. Hann var tiltikin raskur og avhildin maður. Eftir hann festi sonurin
biðið meg skriva eina minningargrein um Inga, og akkurát í hesi løtu er tað nokk so nógv sum bankar upp á. Skal eg taka eina gjøgnumgongd av lívi hansara, ella skal eg kalla ein spaka ein spaka og skriva um [...] um tað sum eg veruliga kendi hann fyri. Eitt myrkt sunnukvøld um heystið í 1990 møtti eg Inga á horninum hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni, har Miðlahúsið nú heldur til. Innanfyri í sýnisglugganum stóð vakurt [...] Vit kendust. Hann smíltist eitt sindur avmált, og spurdi meg varliga, um eg ikki hevði hug at koma á Heilbrigdið í nakrar dagar at hvíla meg. Mín løta var ikki heilt komin enn, eg helt fyri, at so galið
uttan vansa – kundu stokkið inn á gólvið hvør hjá øðrum og fingið eitt prát, og eisini komið út fyri dyr. Tey gomlu eru nú einaferð so, at teimum hugnar best hjá sær sjálvum. Á henda hátt høvdu tey kent seg [...] heimahjálparanum. Her er bæði skemt, kenslur og álvara. Handritið av tekstinum er í varðveitslu á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. [...] og datt viðvíkjandi arbeiði tykkara, vil eg fegin nýta høvið til at senda tykkum eina hjartaliga heilsan og tøkk fyri góða hjálp og viðgerð. Sum tit vita, havi eg verið lærari í eini 36 ár, so eg veit eitt