Ingi Mohr farin

Sunnudagin seinnapartin bórust mær tey sorgarboð, at Ingi Mohr var farin, bert 66 ára gamal. Væl vistu vit, ið kendu Inga, at sjúka, sum onga náði vísti, hevði rakt hann.

Ingi og eg komu at kennast á ungu árum í Havn. Nógv var at takast við í Havnini í okkara ungu døgum. Tá var Havnin ikki størri enn so, enn at allir unglingar kendu hvønn annan. Úti á Reyni, Kongabrúgvin og Vágsbotnur vóru støð, har vit livdu og vuksu upp í Havn.


Tíðin gekk, vit vuksu til og settu báðir búgv í Havn. Sóust javnan í dagligdegnum, men okkara samstarv bleiv víðkað enn meira innan politiska arbeiðið.


Ingi Mohr kom í læru hjá Tórshavnar býráð og starvaðist har í áratíggju.

Í 1972 kom eg inn í Tórshavnar býráð, og kom har at samstarva nógv við Inga Mohr. Ingi var leiðari fyri sosial- og mentunarøkið hjá býráðnum.


Tað vóru stór og viðkomandi mál, sum vóru á skránni tá. Bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni, bleiv Býarbókasavnið sett á stovn, størsti skúlin tá, Eysturskúlin, bleiv bygdur, og fyrsta kommunala vøggustova og barnagarður blivu bygd við Velbastaðvegin. Her kundi verið nevnt ein hópur av øðrum innan sosiala og mentunarøkið.


Ingi Mohr stillaði í 1976 upp til býráðið á borgaralistanum, har eg eisini sat. Í heili 24 ár umboðaði Ingi Mohr býráðið sum býráðslimur, tá hann ikki stillaði uppaftur.


Øll hesi ár broyttist Havnin nógv. Her vóru nógvar og stórar útbyggingar framdar innan býarplan, tekniska, skúla- og ítróttarøkið. Ingi hevði serligan tokka til sosial viðurskifti, tað, at borgarar høvdu góð og trygg viðurskifti í kommununi.

Hansara partur hevur ikki ligið eftir, í verki at menna og fremja framburð í Havnini.


Á øðrum økjum hevur Ingi Mohr verið slóðbrótari og bygt upp úr nýggjum her á landi. Heilbrigdið á Velbastað ber bestu boð um hetta. Her hevur Ingi arbeitt við lív og sál fyri eini betri viðgerð og umstøður til tey, sum hava havt hetta fyri neyðini.

Eisini á Skarvanesi hevur Ingi skapt serstakar karmar fyri familjum, ið eru raktar av misnýtslu.


Nógv kundi verið tikið fram um Inga Mohr. Politiskt vóru vit ikki altíð samdir, men Ingi var ein góður og trúfastur maður. Hann legði alla sína orku í at verja Havnina í býráðsarbeiðinum, og Heilbrigdið stóð honum sera nær, og vil tann viðgerðarstovnurin altíð koma at standa sum ein sterkur og haldgóður varði eftir Inga Mohr.


Ingi var ein mentaður maður, væl lisin innan heimsspeki, list og tónleik. Hann kundi halda rámandi og viðkomandi talur á øllum økjum, um tað so var trúarsøga, heimssøga ella politikkur.


Hann var altíð tíðindafróður, har hann kom og skapti hugna rundan um seg. Betri mann at siga frá søgum enn Inga Mohr fanst tú ikki. Ingi kendi Havnini út og inn og eisini øll tey, sum høvdu tilknýtið til hana. Ivaðist ein í søgu ella árstølum, so fekst altíð hjálp og vegleiðing frá Inga. Eisini var hann musikalskur, og tá høvi beyðst kundi Ingi uttan nakað hóvasták seta seg við klaverið og spæla bæði Beethoven og Mozart eins væl og føroyskar sangir.


Góði Ingi, eg fari at takka tær fyri títt arbeiði í Tórshavnar býráði, Havnini at frama. Mangan hevur staðið nógv á, men altíð vísti tú títt trúfesti og tína styrki, tá mest var brúk fyri tí. Nógvar eru felags upplivingarnar millum ár og dag, og tað allarbesta eftirmæli skalt tú eiga frá mær og mínum.


Við hesum orðum drýpa vit høvur og minnast Inga Mohr, ið verður saknaður av mongum, ið høvdu ta gleði at møta honum á lívsleiðini.Tær Annu, børnum og abbabørnum, mammuni og næstringum annars, vilja vit sýna okkara djúpastu samkenslu.


Fari við hesum orðum at lýsa frið yvir minnið um býráðslimin, vinmannin og stríðsmannin Inga Mohr.


Heðin Mortensen

borgarstjóri