Tey gomlu og heimahjálp teirra

Hugleiðing hjá Mariu Eide Petersen (1894-1994) um korini hjá heimahjálparum og lívið hjá teimum gomlu fyrr og nú






Góðu heimahjálparar!


Tá ið tit nú eru komnar saman at práta um ditt og datt viðvíkjandi arbeiði tykkara, vil eg fegin nýta høvið til at senda tykkum eina hjartaliga heilsan og tøkk fyri góða hjálp og viðgerð.

Sum tit vita, havi eg verið lærari í eini 36 ár, so eg veit eitt sindur um, hvussu tað mangan kann vera trupult at hava við børn og ungdóm at gera.

Og mær tykir, at støða tykkara ikki er so ólík støðuni, ein lærari hevur í skúlastovuni. Kanska er støða tykkara meir viðbrekin, tí hesi børn tykkara – hesi gomlu – eru vorðin eins og børn, ið mjarra og knarra – so um eitt og so um annað. Men so er at minnast til, at hesi gomlu hava livað lívið undir ymiskum umstøðum. Summi hava havt viðrák, meðan summi hava havt mótrák. Lívið her í heimi er ein skúli... summi hava verið fyri hørðum stoyti, og hetta hevur sett sín dám á tey og broytt lyndi teirra. Tey hava ikki dugað at boyggja seg, tey fella saman og líksum læsa seg inni í sær sjálvum og setast at grunda: “kanska eiga vit sjálvi part í, at mangt fór fyri skeyti.”

Men hetta dugir ikki. Øll eru vit á skeivari leið – bæði gomul og ung, og mega vit øll hava í huga at biðja hann, ið eina kann – Jesus Kristus – hjálpa okkum og beina okkum leiðina, so tað virki, okkum er litið til, nú vignast væl.


Hetta við heimahjálp var ikki til áður. Men tíðin er broytt: fólkatalið er vaksið, so ein kann siga, at umstøðurnar og samfelagið í síni heild er alt sum vent upp og niður.

Kortini vóru fólk ikki óhjálpin. Tá sjúka og trot á ein og annan hátt gjørdu seg galdandi, tóku fólk seg saman at hjálpa. Var onkur sjúkur og honum tørvaði náttvøku, skiftist bygdarfólkið um at vaka og rætta eina hjálpandi hond. Hetta var alt ókeypis.

Men onkustaðni vóru gomul fólk, sum ikki áttu innivist. Hesi vórðu send til onkra bygd, um onkur her vildi hýsa einum slíkum. Hesi kundu gera okkurt smávegis, har tey komu. Tey vóru “upp á umgang”, sum tað kallaðist tá. Hetta merkir, at tey vóru eina ásetta tíð í einum húsi. Tá so henda tíðin var farin, og tey vóru farin at kenna seg eitt sindur heima, vóru tey flutt í eitt annað hús.

Hetta var ein sera ring tilvera. Eg minnist fimm konur í Nólsoy, av teimum hevði ein verið “upp á umgang”. Men í Nólsoy varð hon verandi í sama húsi. Hinar komu sum arbeiðsgentur – tó var tann eina ikki vaksin, tá hon kom. Allar vóru tær væl tignaðar, og tær vóru trúgvir tænarar í tí húsi, tær arbeiddu, og her vóru tær, til tær vóru útbornar. Onkur av teimum var heiðrað fyri “lang og tro tjeneste!”. Men hetta taldi ikki nógv.



Heimahjálpin er eitt gott tiltak – kundi kanska verið betri; men alt tekur tíð, og orðatakið sigur, at “Rom varð ikki bygt í ein dag”.

At vera heimahjálp er einki lætt arbeiði. Eg ivist ikki í tí, at hesi vilja gera arbeiði sítt eins væl og var tað heima hjá teimum sjálvum, men tey gomlu eru ikki altíð nøgd við arbeiðshátt teirra. Tey eru mangan brúnasíð og finnast at. Tá ræður um hjá heimahjálpini ikki at taka alt upp við stálhandskum. Ein kann látast, sum hann ikki hoyrir. Her ræður um at vera liðmjúkur – duga at venda sær, drívkraftin í øllum arbeiði má vera kærleiki. Kærleiki kann leggja mangan sjógvin niður.

Heimahjálpin má mangan renna húsanna millum frá Peri til Pól – í veðri og óveðri. Hon má læra seg tað stóra “kynstrið” at boyggja seg. Tann, ið dugir at boyggja seg, hann støkkur ikki.



Mong av teimum gomlu sita í einsemi. Eg veit tey eru ongantíð einsamøll, og tað er eingin; men tey tørva, at onkur hevur tíð at tosa við tey.

Í heimahjálpini er ein byrjan gjørd at hjálpa teimum. Men tíðin, ið hvør hjálpari fær, er ikki long. Vanliga er arbeiðstíðin býtt í heilar tímar, men her er tíðin mangastaðni bert hálvir tímar, og hon, ið er fyri hesum býti, má mestsum renna magan upp í háls; her kann ikki vera hugsan um nakað tos.

Nøkur ellisheim eru komin, men nógv vantar enn. Peningur tykist ikki tróta. Hvønn dag hoyra vit um milliónir og milliardir, ið verða givnar sum stuðul bæði til eitt og annað.

Stór og stásilig hús verða bygd – mestsum av glasi. Ógjørligt er hjá mær at reksa upp alt hetta, ið fer fram – eitt so stutt tíðarskeið.


Tað mátti tí ikki verið ógjørligt at finna eitt umhvørvi, har reistur varð ein býlingur við – ikki glæstriborgum - men longum lonum – skift sundur í smáar íbúðir, sum hvør av teimum gomlu einsæris fekk og kendi seg at fáa eitt heim.

Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at tey frægastu av teimum – uttan vansa – kundu stokkið inn á gólvið hvør hjá øðrum og fingið eitt prát, og eisini komið út fyri dyr.

Tey gomlu eru nú einaferð so, at teimum hugnar best hjá sær sjálvum. Á henda hátt høvdu tey kent seg eiga eina smáttu.

Tey høvdu eitt øki, og var hetta sum skapað til tey gomlu, men hetta var tikið til annað endamál.

Men sum áður sagt, ein byrjan er gjørd og vónandi fara tey gomlu ikki at detta burturímillum.



Vinarliga,

Maria Eide Petersen



FAKTA


Maria Eide Petersen (1894-1994) úr Nólsoy var lærarinna í Funningi frá 1924 til 1959. Hon hevur skrivað bøkurnar Konglar, sum kom út tá ið hon fylti áttati í 1974, Rekar, 1977, og Snøklar, 1982. Í hesum trimum bókunum eru frásagnir frá gerandislívinum. Hetta eru siðsøguligir dýrgripir. Eisini týddi hon lestrar, sum eru savnaðir í bókunum Livandi vatn, 1972, og Lívsins kelduvað, 1982.

Teksturin “Tey gomlu og heimahjálp teirra” er nakað fyri seg. Her skrivar ein gomul kona og rithøvundur um henda bólkin, sum hon sjálv hoyrir til. Men samstundis setir hon seg í sporini hjá heimahjálparanum. Her er bæði skemt, kenslur og álvara.

Handritið av tekstinum er í varðveitslu á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.