kundu fegnast mest um. Eisini hóast teir ivaleyst iðraðu seg um, at teir skuldu fella so langt aftur á vøllin, tá teir høvdu lagt seg á odda. Í øllum førum er bæði sett- og matchbóltur nú í hondunum hjá B71 [...] tað verið skilabetri, um spælið við hvørt vekslaði nakað yvir á kvika Tummas Paula Olsen. Fryi steðgin var tað bert ta einu ferðina, at hann varð sendir avstað, og tá var eisini um reppið, at mál spurdist [...] sendi hann út um handara stólpa. B68 stýrdi meira Hjá B68 tóktist spælskipanin at medda beint eftir veikleikunum hjá B71. Sæð í mun til eina 4-4-2, so er ein 3-5-2 nakað meira sárbær yvir kantarnar, og
høll bygd yvir tey alikørini, sum nú standa úti. Umframt verður møguleiki at húsa ymsum, sum hevur ov ringar umstøður í dag. Alistøðin á Fútakletti er ein av teinum størru í landinum. Har er bæði smoltaling [...] Hann sigur, at útbyggingin í meira mun er betran av umstøðunum, enn liður í ætlanum um at økja framleiðsluna nú beinanveg. Útbyggingin verður norður eftir og oman um verandi bygningar, sigur Atli Gregesen [...] tíðina, sigur Atli Gregersen, stjóri. Fleiri av smoltkørunum standa úti, og tað er ikki nóg gott, sigur hann. Tí er farið undir at gera klárt til eina nýggja, stóra høll, soleiðis at kørini sleppa undir
tí nú er avhæsað nógvastaðni. Av tí, at tað eru so nógvar fráboðanir komnar, hava tey ikki havt stundir at gera upp, men talan er í hvussu so er um langt yvir hundrað skaðar. Og skaðarnir eru um alt landið [...] Men hóast talið á skaðum er stórt, er talan yvirhøvur um smærri skaðar, talan er um tekjur og klædningur, sum ríva, takrennur, sum brotna, skúrar sum fara, onkur trampolin er farin, og so frameftir. Og [...] Og á Havsbrún var ein heil røð av rútum brotnaðir. Men samstundis fegnast tey um, at ongin fólkaskaði er fráboðaður
tað vera ein ringt at fíggja kostnaðin av at leggja um, tí talan er um eina íløgu, sum kann verða langt yvir 100.000 krónur. Sum oljuprísirnir eru nú, tekur tað 5 til 10 ár at vinna tað inn aftur. Men [...] í fíggjarmálum, um hann hevur nakrar ætlanir um at hjálpa fólki fíggjarliga at leggja um til hitapumpu. Men tað hevur landsstýrismaðurin ikki. Hann sigur, at tey, sum leggja um til hitapumpu, fáa mvg aftur [...] landsstýrismaðurin sigur kortini, at tey meta alla tíðina um tað er neyðugt at seta aðrar skipanir í verk fyri at stuðla húsarhaldum í at leggja um til aðrar orkukeldur enn olju til at hita húsini við
Soleiðis er tað ikki longur. Kallið er langt síðani farið í søguna. Eg hugsi við mær sjálvari, hvat í víðastu verð tað so var, sum fekk meg at læra til sjúkrasystir. Lønin er tað í hvussu so er ikki, og [...] kroyst omanyvir høvdið) fevnir um 24 tímar um døgnið og 365 dagar um árið. Fólk kunnu jú altíð brádliga gerast sjúk og hava brúk fyri sjúkrahúsinum. Tað hevði verið ræðuligt um ein tá ongastaðni hevði at ringja [...] Men soleiðis, sum tíðin og umstøðurnar eru nú, so umhugsi eg alvorliga, um tað er tað vert, at fara aftur í arbeiði sum sjúkrasystir tá hetta barsilsfarloyvi er úti.
Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at útvega eitt skip afturat Smyrli til suðuroyarsiglingia Tað er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum leggur uppskotið fyri tingið. Tað er borðið [...] Strandferðsluni vísa, at samanumtikið er flutningurin av ferðafólkum og akførum vaksin eini 25 prosent og nøgdin á farmi er vaksin yvir 50 prosent hesi seinastu árini. Tað er eisini fleiri ferðir hvørja einastu [...] halda ferðaætlanina, men er nógv seinkaður tí tað er so nógvur farmur at flyta, at tað tekur ov langa tíð at tøma hann og fylla hann aftur. Men Smyril er enn tann sami, tí hann er ikki vaksin seinastu árini
at verða gjørt í tveimum. Fyrst varð farið í gongd við at endurskoða Fiskavirkisskipanina og síðani Arbeiðsloysisskipanina. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og álit er handað landsstýrismanninum. Í høvuðsheitum [...] einstaka, men avmarkaður til kr. 20.000 um mánaðin fyrsta árið, viðkomandi er arbeiðsleysur og so lækkaður, soleiðis at stuðulin verður hægri fyrstu tíðina, viðkomandi er arbeiðsleysur. - Ásett verður, at inntøkur [...] arbeiðsloysisstuðulin sum heild hækkar, og at ein skipan nú verður gjørd fyri fiskimenn, tá skip teirra verður lagt í ávíst tíðarskeið. Yvirlit yvir broytingar: Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl
gjørt, snýr seg um, at tekniska nevnd í kommuni skal arbeiða við at finna eitt øki, sum er egnað til hallarbygging. Jákup Súni Lauritsen, sum er formaður í teknisku nevnd, sigur, at enn er málið komið stutt [...] slík ítróttarhøll, sum nú er upp á tal at byggja í Sørvági, helst fer at kosta einar 20-25 miljónir krónur. Spurdur, um hann væntar, at hetta verður ein verkætlan, sum fer at røkka yvir fleiri ár, sigur hann [...] ætlanin at fremja eina slíka bygging kortini ikki liggur so langt frammi. Sørvágs kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga, og nettoskuldin er bert umleið ein triðingur av árligu skattainntøkunum. Stór
síggja og hoyra eina kykmynd við tí týðiliga boðskapinum. Tað er Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum hevur lagt kykmyndina út á YouTube, og langt yvir 2000 fólk hava givið sær tíð at hoyra boðskapin hjá venjarum [...] happing í samfelagnum. Nú frættist, at onnur fótbóltsfeløg í Havn, og kring landið fara at hava síni átøk, og vónar Heidi Lava Elgeirsdóttir, at talan kann í framtíðini gerast um eitt landsdekkandi átak
fyritøkur, ið talan er um. Hesin “dómurin” er bara galdandi í eitt ávíst tíðarskeið. Tá tað er farið, hava fyritøkurnar sitið dómin av sær, so at siga. Revsa yviskot Er tað ikki rímiligt, at fyritøkur, sum [...] skulu gjalda tinfeingisgjald, kann ein spyrja. Jú, víst er tað rímiligt. Men tað er púra órímiligt, at skipanin ikki er tann sama fyri øll. Tað er ikki rímiligt, at politiski myndugleikin “dømir” ávísar [...] “legitimitetin” hjá teirri samgonguni. Magni Laksáfoss hevur nú orðað eitt uppskot, sum ber á sama borðið. Tí er lítil ivi um, at meiriluti er fyri at skipa okkara tilfeingisvinnu soleiðis, at treytirnar