Boðskapurin hjá HB, B36 og Tórshavnar Kommunu hevur rokkið langt

Fòlk hava tikið væl undir við átakinum hjá HB, B36 og Tórshavnar Kommunu, sum saman vilja virka ímóti happing í samfelagnum.

 

Undir greinini ber til at síggja og hoyra eina kykmynd við tí týðiliga boðskapinum.

 

Tað er Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum hevur lagt kykmyndina út á YouTube, og langt yvir 2000 fólk hava givið sær tíð at hoyra boðskapin hjá venjarum, spælarum, løgmanni og kommunalpolitikkarum, sum geva til kennar, at tey eru ímóti happing í samfelagnum.

 

Nú frættist, at onnur fótbóltsfeløg í Havn, og kring landið fara at hava síni átøk, og vónar Heidi Lava Elgeirsdóttir, at talan kann í framtíðini gerast um eitt landsdekkandi átak.

 

Tá vit á Sportalinum løgdu grein og kykmynd út frá átakinum í Gundadali ígjár, vóru vit tíverri offur fyri einari býttisligari viðmerking, ið vildi sláa tað góða átakið hjá HB, B36 og Tòrshavnar Kommunu upp í glens. Vit á Sportalinum vilja undirstrika, at vit bakka HB, B36 og øllum øðrum feløgum upp, sum vilja virka ímóti happing, og vilja gjarna sleppa undan, at onkur niðurger hetta frálíka átakið.