Leggur uppskot fyri Løgtingið um eyka skip til Suðuroyar

Smyril klárar ikki at flutningin sum er

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at útvega eitt skip afturat Smyrli til suðuroyarsiglingia Tað er Bjarni Hammer,  tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum leggur uppskotið fyri tingið. Tað er borðið í Løgtingið og verður lagt fram fyrsta dagin.

 

Bjarni Hammer vísir á, at Smyril er lívæðrin hjá suðuroyingum og hann er einasta veruliga sambandið at flyta ferðafólk til og úr Suðuroynni.

 

Hesi seinastu árini er vøksturin av ferðafólki, akførum og farmi, so mikið stórur, at tað gongur illa hjá  Smyrli at nøkta tann økta tørvin. Tøl frá Strandferðsluni vísa, at samanumtikið er flutningurin av ferðafólkum og akførum vaksin eini 25 prosent og nøgdin á farmi er vaksin yvir 50 prosent hesi seinastu árini.

 

Tað er eisini fleiri ferðir hvørja einastu viku, at Smyril ikki klárar at halda ferðaætlanina, men er nógv seinkaður tí tað er so nógvur farmur at flyta, at tað tekur ov langa tíð at tøma hann og fylla hann aftur.

 

Men Smyril er enn tann sami, tí hann er ikki vaksin seinastu árini. Tað sigur seg sjálvt, at verandi støða kann ikki halda fram leingi afturat, sigur Bjarni Hammer.

 

Annars er tað langt síðani, at samgongan boðaði frá, at tey arbeiddu við eini loysn, men enn er einki hent.