Hava fingið boð um langt yvir 100 skaðar

Sjálvbodnu bjargingarliðini gera eitt ótrúligt arbeiði, heldur løgreglan

Tað hevur verið av ringasta veðri í kvøld og tað eru eisini hendir heilt nógvir skaðar. Á løgreglustøðini hava tey verið níggju fólk til arbeiðis í kvøld, og tey hava nóg illa hildið tørn at tikið ímóti skaðafráboðanum og at skráseta teir, og at geva boðini víðari til bjargingarfeløgini kring landið.

Eisini tey hava øll verið til verka í kvøld, og løgreglan heldur, at tey gera eitt heilt ótrúligt arbeiði at hjálpa fólki og at bøta um sovorðið sum fer, áðrenn tað verður verrið og verður  til stórskaðar.

Tey siga, at serliga gekk telefonin kyk frá klokkan 18.30 til á midnátt, men síðani hevur verið longri ímillum at telefonin ringir, tí nú er avhæsað nógvastaðni.

 

Av tí, at tað eru so nógvar fráboðanir komnar, hava tey ikki havt stundir at gera upp, men talan er í hvussu so er um langt yvir hundrað skaðar.

 

Og skaðarnir eru um alt landið, sigur løgreglan.

 

Men hóast talið á skaðum er stórt, er talan yvirhøvur um smærri skaðar, talan er um tekjur og klædningur, sum ríva, takrennur, sum brotna, skúrar sum fara, onkur trampolin er farin, og so frameftir. Og á Havsbrún var ein heil røð av rútum brotnaðir.

Men samstundis fegnast tey um, at ongin fólkaskaði er fráboðaður