Ein lóg skal vera líka fyri øll.
Men viðhvørt hava politikarar hug at samtykkja lógir, sum bert eru galdandi fyri nakrar heilt ávísar persónar, felagsskapir ella virki. Tá er í veruleikanum ikki talan um eina lóg, men um ein dóm.
Tí stendur í uppskotinum til stjórnarskipan, at løgtingið ikki kann samtykkja lógir, sum í veruleikanum eru dómar. Løgtingið skal ikki kunna fremja “singulera lóggávu”, sum tað kallast, men einans generella lóggávu.
Eykaskattur
Í uppskotinum til fíggjarlóg hevur landsstýrið gjørt av, at eitt “tilfeingisgjald” skal leggjast á virki í ali- og fiskivinnuni, sum hava meira enn eina millión í vinningi áðrenn skatt.
Orðingin er gjørd so mikið generel, at tað ikki kann kallast singuler lóggáva.
Men hetta leggur seg ógvuliga tætt upp at einum dómi í lógarhami. Hetta minnir um ein dóm, sum politiski myndugleikin fellur yvir nakrar heilt ávísar fyritøkur. Fyritøkur, sum “fáa bót” fyri at klára seg væl innan teir givnu, generellu karmarnar. Og tað ber til at siga við stórari vissu júst hvørjar fyritøkur, ið talan er um.
Hesin “dómurin” er bara galdandi í eitt ávíst tíðarskeið. Tá tað er farið, hava fyritøkurnar sitið dómin av sær, so at siga.
Revsa yviskot
Er tað ikki rímiligt, at fyritøkur, sum fáa stórt avkast av at vinna burturúr okkara felags tilfeingi, skulu gjalda tinfeingisgjald, kann ein spyrja.
Jú, víst er tað rímiligt.
Men tað er púra órímiligt, at skipanin ikki er tann sama fyri øll. Tað er ikki rímiligt, at politiski myndugleikin “dømir” ávísar fyritøkur at rinda, meðan onnur sleppa undan.
Tað er ikki rímiligt, at tann besti skal revsast, meðan tann, sum ikki fær tað at bera til, sleppur undan.
Tað sum krevst, eru tryggir karmar um okkara vinnnulív, sum eru líka fyri øll, sum ikki broytast frá ári til ár, og sum øll kunnu líta á.
Kapitalisman riggar ikki
Okkara høvuðsvinna er ikki ein frí vinna. Politiska skipanin hevur ikki lagt fastar lógarkarmar, sum eru líka fyri øll. Í staðin hava vit politiska stýring av vinnuni. Og tí fungerar kapitalisman ikki.
Ein heilt grundleggjandi meginregla í kapitalismuni er, at tann besti kann víðka um sítt virki og skapa sær størri rásarúm – meðan tann ringasti verður kroystur út. Í Føroyum verður tú aldrin kroystur út – tú situr altíð eftir við einum politiskt givnum loyvi til landsins tilfeingi.
Okkara skipan ger, at tann besti verður hildin niðri – og tann ringasti verður hildin uppi.
Makrelfiskiskapurin í ár er eisini eitt dømi um, at tann politiska stýringin fer ov langt. At áseta kvotuna var sjálvandi ein politisk uppgáva. Men tað var eisini landsstýrismaðurin sum gjørdi av, hvussu nógv hvør kundi fiska. Tað var ikki tann liberala, kapitalistiska kappingin sum var avgerandi, men tann politiska stýringin.
Meiriluti fyri liberalisering
Tjóðveldi hevur eitt uppskot um, hvussu vinnan kann liberaliserast, hvussu tann politiska stýringin kann avmarkast til einans at áseta hvussu nógv kann fiskast, og hvussu vinnan, í fríari kapping, sjálv kann áseta sítt “tilfeingisgjald”.
Eitt av málunum í CHE-samgonguni var at fremja eina slíka liberalisering. Jóannes Eidesgaard helt tað vera so týdningarmikið, at hann kallaði tað sjálvan “legitimitetin” hjá teirri samgonguni.
Magni Laksáfoss hevur nú orðað eitt uppskot, sum ber á sama borðið.
Tí er lítil ivi um, at meiriluti er fyri at skipa okkara tilfeingisvinnu soleiðis, at treytirnar eru tær somu fyri øll, og frí kapping eftir kapitalistiskum meginreglum ræður.
Vónandi ber eftir næsta val til at fremja slíka liberalisering.
At revsa tær best riknu fyritøkurnar, er sjúkur vinnupolitikkur.









