Fútaklettur: Á alistøðini Fútakletti í Vágum verður nýggj høll bygd yvir tey alikørini, sum nú standa úti. Umframt verður møguleiki at húsa ymsum, sum hevur ov ringar umstøður í dag.
Alistøðin á Fútakletti er ein av teinum størru í landinum. Har er bæði smoltaling og lívfiskur at strúka. Lívfiskurin gongur ikki bara á Fútakletti, uttan eisini í ringum á sjónum. Tey hava bæði laks og síl gangandi á Fútakletti. Tað arbeiða eini sjey fólk alt samdøgurði hvønn dag í viku á støðini.
Men umstøðurnar hava ikki verið nøktandi seinnu tíðina, sigur Atli Gregersen, stjóri.
Fleiri av smoltkørunum standa úti, og tað er ikki nóg gott, sigur hann. Tí er farið undir at gera klárt til eina nýggja, stóra høll, soleiðis at kørini sleppa undir tak. Tá fer at bera til at taka lokini av, og tað ger tað beinanveg arbeiðsligari á støðini.
Tá støðin í síni tíð varð bygd, var virksemið ikki tað, tað er í dag. Alarmcentralur, starvsstova og matarhøli eru høli, sum treingja til nógv betri umstøður, enn tey hava í dag. Og tað er ein av ætlanunum við útbyggingini, sigur Atli Gregersen.
Hann sigur, at útbyggingin í meira mun er betran av umstøðunum, enn liður í ætlanum um at økja framleiðsluna nú beinanveg.
Útbyggingin verður norður eftir og oman um verandi bygningar, sigur Atli Gregesen. Samstundis verða parkeringsviðurskiftini og ferðslumøguleikarnir til og frá støðini bøttir munandi, sigur hann.









