Góðastu tit...verið góð við sjúkrasystrarnar og gevið teimum ikki ótøkk í løn...

Fái ikki sovið...má festa mínar hugsanir niður á blað

Tað er tíðliga á morgni annan jóladag. 3 mdr gamla dótturin og 2 ára gamli sonurin liggja í fasta svøvni. Maðurin liggur eisini og smásnorkar, meðan eg liggi og vendi og dragi mær. Hugsanirnar eru hjá øllum teimum, sum eru til arbeiðis úti á Landssjúkrahúsinum. Aftur í ár eru tað sjúk fólk, ið skulu passast. Arbeiðið hjá sjúkrasystrunum (mær dámar ikki tað nýggja heitið vit hava fingið kroyst omanyvir høvdið) fevnir um 24 tímar um døgnið og 365 dagar um árið. Fólk kunnu jú altíð brádliga gerast sjúk og hava brúk fyri sjúkrahúsinum. Tað hevði verið ræðuligt um ein tá ongastaðni hevði at ringja og ongastaðni hevði at fara.

 

Í gomlum døgum var tað eitt kall at læra til sjúkrasystir. Tað vóru ofta ungar gentur, ið frávaldu sær mann og børn, sum fóru undir hetta yrki. Soleiðis er tað ikki longur. Kallið er langt síðani farið í søguna. Eg hugsi við mær sjálvari, hvat í víðastu verð tað so var, sum fekk meg at læra til sjúkrasystir. Lønin er tað í hvussu so er ikki, og fyri ikki at tala um arbeiðstíðirnar. Eg havi enntá sjómann og tað ger tað ikki lættari at fáa tað heila at mala runt. Ein møtir til arbeiðis klokkan 7 um morgunin og dagstovnarnir opna ikki fyrr enn klokkan 7.30, tá ein ikki skal í kvøld,- ella náttarvakt væl at merkja. Og ja...vikuskiftir og heiligdagar annars. Einaferð í tíðini var tosa um at gera ein dagstovn til hetta stórsta kvinnuarbeiðsplássið í landinum, sum skuldi verið opin allan sólarringin. Men sum so ofta, so bleiv tað ikki til meiri enn tos. Hevði tað so verið tað, at ein fekk løn fyri at arbeiða hesar skeivu tíðir, men so er heldur ikki. Ein sum arbeiðir dagvakt og ein sum arbeiðir náttarvakt fær mest sum tað sama í løn. Munurin er einans eitt sindur av avspáking. Vistu tit forrestin, at ein ikki sleppur at velja um ein vil avspáka ella fáa tað útgoldið? Nei, ein SKAL avspáka tí pengar eru ikki til at fáa tað útgoldið...MEN tá tríggir mdr. eru farnir og ein eigur 300 tímar í avspáking, so fær ein tað útgoldið allíkavæl, tí tað er ikki nokk av arbeiðsfólki og ov nógvir sjúklingar, til at ein sleppur at avspáka. Tað einasta nógvir deildarleiðarir hava orku til er, at fáa hvønn dag at hanga saman, við at fáa nóg nógv fólk at manna deildina. Og tá hetta vísir seg at vera ógjørligt, verða boð send eftir donskum vikarum til at koma at arbeiða fyri fleiri ferðir meiri í løn, alt meðan tær føstu sjúkrasystrarnar ganga og renna á deildunum fyri tað somu lønuna. Ei undur í øllum eykajáttanunum, ið sjúkrahúsverkið hevur tørv á, á hvørjum árið. Tað rætta var at ALLAR sjúkrasystrar søgdu seg úr sínum føstu størvum og meldaðu seg inní vikarbureau í staðin. Býttur er man!!! Havi hoyrt, at ein kommunulækni skal avloysa seg sjálvan fyri dupulta løn.

 

Ná, men hetta eru so tey lógarfestu korini ein arbeiðir undir. Afturat tí kemur alt tað negativa ein fær oyst oman yvir seg av fjølmiðlum og grenjutum sjúklingum, sum halda seg hava fingið vánaliga viðgerð og vánaliga viðferð. Tað ger ikki motivatiónina betri. Nógv fólk hava eina so negativa mynd av okkara heilsuverki, at tey hava koyrt seg sjálvan uppí ein spís áðrenn tey ringja ella koma inn. Tað eru í hvørfall nógv ófrætta orð og niðringar ein má taka oman yvir seg. Her vil eg líka skoyta uppí at tey allar flestu eru sera fitt at fáast við. Tað eru tey 10% sum drena øll fyri orku. Tað eru alsamt færri og færri umsóknir til sjúkrasystraskúla, meðan fleiri, sum longu eru sjúkrasystrar finna sær onnur størv ella heilt einfalt sjúkramelda seg. Hetta ger sjálvandi ikki støðuna inni á sjúkrahúsinum nakað betri.

Øll sum eru har royna virkuliga at gera sítt allar besta fyri sjúklingar og avvarðandi. Men hvussu gott kann tað besta verða, tá hvørki tíð ella umstøður røkka til? Ella tá ið tað “besta” verður søpla niður í fjølmiðlunum. Hvat er motivatiónin? Nei, eg spyrji bara.

 

Eg havi enn ein fakligan stoltleika. Eg elski mítt arbeiði, tá eg havi tíð og umstøður at gera mítt allar besta. Men soleiðis, sum tíðin og umstøðurnar eru nú, so umhugsi eg alvorliga, um tað er tað vert, at fara aftur í arbeiði sum sjúkrasystir tá hetta barsilsfarloyvi er úti.