leingi ætla tey bæði at halda fram? – Eg haldi, at Elsuba má berast út, er Jan skjótur at svara. Men her er hon ikki heilt samd. – Nei, um onkur gevur ein góðan prís, so eri eg villig til at selja. Tí eg droymi [...] so heitur fyri tí. Sum bókhaldari visti hann, at vit kundu risikera at missa bæði hús og heim, um tað miseydnaðist, fortelur Elsuba, sum setti sær fyri at lata handilin upp inni í stovuni í heiminum í [...] tey vildu hava pengarnar kontant ella hvat. Men tey søgdu, at tað hevði ikki so stóran skund. Vit vistu bara ikki, at tað var púra vanligt at hava kreditt, so vit hildu okkum vera ordiliga snild, leggur
rituali, at eitt band, har tey hildu í hvør sín enda varð klipt, og tey fóru so hvør sær út úr kirkjuni. Um orsøkina til, at tey fóru frá hvørjum øðrum skrivar John Davidsen, at hann hevði ynskt at hava eftirlit [...] Jólastjørnuni. Tað tykist, sum at høvið til, at hann skrivar hesa grein er tíðindi um, at Mettustova skuldi rívast niður og skrivaði hann m.a. »Tað er bæði synd og skomm at bróta niður hetta frálíka gamla [...] men sum vit eiga at varðveita«. Hans Marius hevði spurt um orsøkina fyri hesi ætlan og hevði fingið at vita, at húsini vóru í so ringum standi og tørvaðu stóra umvæling. Hann helt fyri, at hevði tað verið
møguleiki er fyri, at KÍ skal vinna toppplássið aftur. Soleiðis verður tað, um tað eydnast KÍ at vinna útsetta heimadystin ímóti EB/Streymi. At Víkingur er einsamalt á odda kemst av, at HB meiri enn hálvkiksaði [...] til upplagdar málmøguleikar. At AB roynir at leggja trýst á hevur borið við sær, at TB hevur havt møguleikar at fara í skjótálop. 35) 1-0 AB álopsspælararnir renna seg ofta í rangstøðufellurnar, sum Óli [...] Gestsson vardi sera væl fyri. HB er leikliga omaná, men tað er ikki frítt, at heimamenninir eru ørkimlaðir, at tað ikki eydnast teimum at vinna úrtøku. 60) 0-0 Vágamenn halda tørn í Gundadali, og nú hevur Oddbjørn
afturat. Men nógv er eftir at loysa... Alt, ið er samtykt og framt, fer ikki at virka lýtaleyst. Har fara at vera ivamál og afturstig og justeringar at gera. Og sjálvsagt er nógv eftir at loysa. Ovast á dagsskránni [...] Fyri okkum tjóðveldisfólk er týðandi, at vit hava málini greið og hugsa fram í tíðina. At vit loysa málini og mugu loysa saman við øðrum. At vit duga at gera semjur og at fremja tær, hóast vit sjálvsagt ikki [...] fáa alt okkara ígjøgnum. At vit virða sjónarmiðini hjá øðrum. At vit eru álítandi og nærløgd, uttan at blæsa okkum upp og niðurgera onnur, hóast ágangurin kann vera stórur. Og at vit geva øðrum tann heiður
og eg hugsi, um tað ikki er at freistað Várharra at taka viðfestisvognin við. Kanska hon sleppur, tær eru nokk so kringar og Djúpini eru djúp, skjótt kundi hon funnið upp á at kavað og so hirt norðuraftur [...] kundu hon funnið upp á at gingið sundur í smærri bólkar og einki kom burturúr. Grindahvalurin er snildur. Eg havi verið við til at siglt alt Norðhavið upp og niður, og grind var at síggja so langt eyga sá [...] annars livir fjørðurin, fuglur er at síggja, stilli og lýðka, og fjøllini standa so errin og prúð Men ongin grind. Gott at anhangarin stendur í Havn. Skomm hevði verið at komið aftur við honum tómun. Ringi
skilir tú við at vera frælsur? - At vera frælsur merkir, at ongin skal kunna leggja seg út í mína list. Tað er málið, tað sum eg síggi inni í høvdinum á mær. Tað er mín sannleiki. Torførast er at ganga frá [...] frá eini mynd. Mínar royndir eru, at ein altíð skal royna at ganga frá eini mynd í góðari tíð, annars er vandi fyri at spilla hana. Eg royni ofta at bjarga málningum og tað er ikki lætt. Málningurin er sum [...] fríar hendur til at eksperimentera. Mínar myndir eru ikki í slekt við hvørja aðra. Eg máli skjótt, men eg orki ikki so væl longur, sum tá eg var yngri, sigur hann og fer upp at ganga fyri at rista tankarnar
var so eyðsæð, valdi hann at leggja sál og orku í tónleikauppalingina, at "schaffen Nachwuchs", sum hann plagar at taka til, hetta at geva ungdóminum møguleikan og fáa tey ungu at taka við. Hann stovnaði [...] mannfjøld, dugir at skilja, at hann í slíkum virksemi verður mettur neyvan at hava sín líka í øllum heinum. Tí hava tað allastaðni frá verið boð eftir honum til slíkan felagssang og til at leggja øðrum lag [...] kann spyrja, hvat ið hevur fingið slíkan tónleikaúrmæling at koma soleiðis regluliga higar at arbeiða við okkum amatørum. Svarið man vera, at tónleikur sum so ikki bara fyllir hansara hug og dagliga virki
sleppa við, um mamma tín vil.” Hann svaraði, at “mamma sigur, at tað er í lagi, at eg skal fara til skips”. Men mamman visti av ongum. Og so ein dagin komu boðini at farast skuldi avstað. Mamman, sum einki [...] sluppirnar vóru komnar. Tíðin leið meir og meiri út, fólk vóru farin at óttast, at teir vóru burturgingnir. Mamman gjørdi tí av, at drongurin skuldi kallast upp eftir pápanum. Men nakað eftir hettar kom [...] er ódrúgvur at brúka tá ið einki kemur afturat, og hetta fataði Súsanna væl. Tí tók hon fatt við berum hondum at fortjena til lívsuppihaldið fyri seg og børn síni. Hon var altíð klár at taka fatt uppá
kom heim aftur. Men sjálvt eftir, at vissa var fyri, at eingin fór at koma aftur, helt Elsa áfram við at seyma brúðarútstýr! Hon kundi snøgt sagt ikki fáa seg at trúgva, at Axel ikki kom aftur Hóast hon giftist [...] kann, at hóast umstøðurnar vóru truplar, so eydnaðist einkjum og børnum í flestu førum at koma undan. Eg kendi einki dømi um, at tað ikki eydnaðist. Tað verður meira enn eina ferð tikið til, at einkjurnar [...] illa, at hann hevði sjónlig mein av tí restina av lívinum. Hetta er ein av teimum hendingum, sum var so ræðulig, at fólk ikki tosaðu um hana. Tí eru tey avvarðandi at slíkum hendingum fegin um, at hetta
alla lukku eydnaðist at fáa nokk so fitt av hansara vitan festa á blað. Eg var so heppin at vera ein teirra, sum kom at gera hetta møguligt. Tí er tað náttúruligt, nú hann er farin, at taka sumt av hesum [...] til Eiðis at vera hjá fastrini, Oluffu, og manni hennara, Jóhannes í Miklagarði. Annars vóru tey 8 systkin, so tað var nóg mikið at gera heima kortini. Lagnan vildi tað so, at Símun Jóhan kom at verða verandi [...] kann nevnast, at tað er ikki bert í Føroyum, at bátasmíðið hjá Símuni Jóhan er kent. Fyri nøkrum árum síðan hevði hann ein amerikanara í »praktikk« í eitt ár, og er hesin nú førur fyri at føra júst bátarnar