Víkingur er nýtt oddalið

Víkingur vann heimadystin ímóti KÍ 2-1. Sigursmálið skoraði heimaliðið, tá ið tað bara restaði ein lítil løta. Vinstri vongverjin, Hanus Jacobsen, sneiddi seg ígjøgnum og inn í brotsteigin, og tá ið hann legði bóltin innfyri málið, stakk miðvallarin Sølvi Vatnhamar seg fram og setti bóltin í málið.

Sigurin ber við sær, at Víkingur er nýtt oddalið. Víkingarnir eru eitt stig frammanfyri B36, sum hevur møguleika at taka oddasessin aftur í morgin, tá ið árstalsfelagið fer at spæla í Gundadali ímóti HB.

 

Víkingur-KÍ 2-1 (1-1)

1-0: Finnur Justinussen 12.

1-1: Kristoffur Jakobsen 20.

2-1: Sølvi Vatnhamar 88.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen (Hjartvard Hansen, 78.) Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Ble, Símun Hansen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 78.)- Finnur Justinussen

Gult kort: Evrard Ble

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, John Hammer, Jógvan Isaksen, Sigmund Jacobsen - Ivan Joensen (Bárður J. Heinesen, 77.), Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen, Henry Heinesen (Johan Jacobsen, 83.) - Kristoffur Jakobsen (Niels Pauli Danielsen, 88.)

Gult kort: Henry Heinesen

-

 

47 min.

1-1

Teir eru júst farnir undir 2. hálvleik í Gøtu, og støðan er framvegis 1-1. Fyrri hálvleikur hevur verið tættur og spennandi, og alt er púra opið, nú teir hava hvílt seg og eru farnir undir 2. hálvleik.

 

20 min.

1-1

KÍ hevur svarað aftur í Gøtu. Tá ið 20 minuttir vóru farnir skoraði Kristoffur Jakobsen. Bólturin varð lagdur innfyri úr vinstru, og aftanfyri handara stólpan varð hann stútaður inn fyri aftur, og har beindi KÍ toppskjúttin bóltin í málið.

Tað er høg ferð í Sarpugerði, og báðir partar eru málsóknir.

Víkingadagur er í dag, og spælið ber dám av stevnudysti.

 

-

 

Víkingur-KÍ: Klokkan 17 var fyrsta bríkslið í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av grannunum í KÍ.

Í 12. minutti legði heimaliðið seg á odda.

Ein av týdningarmiklastu setningunum hjá klaksvíkingunum varð undan dystarbyrjan søgd at vera at ansa væl eftir Finni Justinussen. Hetta hevur higartil ikki gingið so væl. Eftir innlegg frá miðverjanum Atla Gregersen tamdi Finnur Justinussen bóltin, áðrenn hann smekkaði hann í málið aftanfyri Gunnar á Steig.