Her er hon. Myrka, vakra havnardaman við eyðkenda safaristílinum, stóru sólbrillunum og leysliga uppsetta hárinum. Altíð fús við kønari vegleiðing og einum hugnaligum práti í Tróndargøtu 29.
Tað byrjaði við Skotinum fyri meiri enn 30 árum síðani. Úti á Reyni. Og uppi í SMS. Og so aftur niðri í býnum.
Saman við danska manninum Jan Hardley hevur Elsuba í Skotinum í skjótt ein kvinnualdur selt føroyingum tað smartasta og nýggjasta frá kendum merkjum sum Noa Noa, Janus, Streckers og Tony Barker.
– Hvørgin okkara hevur útbúgving á økinum. Men eg havi altíð havt áhuga fyri klæðum og móta, og eg billi mær eisini inn, at eg havi skil fyri tí, flennir Elsuba.
Hon og Jan sita lið um lið í lítlu, hvítu sofuni í stovuni í erva í Tróndargøtu og fortelja. Í glæmuni frá livandi ljósum liggja søt jarðber og sjokulátakonfekt og freista. Spartanski og estetiski bohemestílurin í klæðunum gongur aftur í ljósa heiminum. Við stakkum av glitrandi mótabløðum á gólvinum, teppum á sofunum, stearinljósum í stakunum og gardinleysum vindeygum. Tí Elsuba hatar gardinir.
Í neðra er handilin stongdur, men gluggarnir prýddir við øllum tí nýggjasta frá Noa Noa til heystið. Úti er gøtan myrk, men kollektiónin er góð, og tað eru tey glað fyri í stovuni. Várkollektiónin var ikki góð. Hon var ov diddilig og endaði á útsølu.
Men rørslurnar eru stórar og orðini livandi, nú tey minnast aftur á eitt langt tíðarskeið við mótahandli í einari bransju, sum gongur upp og niður, men har upplivingarnar fyri allarmesta partin hava verið góðar.
Tey fortelja um fyrstu tíðina, tá tey komu heim til Føroyar aftur eftir trý ár í Danmark. Tey høvdu fingið heili seks børn innan fyri 10 ár, so hjá Elsubu var ikki hugsingur um at fara út at arbeiða. Heimið var í Bringsnagøtu úti á Reyni og grannalagið rokaligt.
– Eg hevði altíð havt áhuga fyri innrætting og móta. Tá eg valdi mótan, var Jan í fyrstu atløgu ikki so heitur fyri tí. Sum bókhaldari visti hann, at vit kundu risikera at missa bæði hús og heim, um tað miseydnaðist, fortelur Elsuba, sum setti sær fyri at lata handilin upp inni í stovuni í heiminum í Skipara Hansens húsi.
Her skuldu tey liva og virka. Familjan við seks børnum, klæðum, kundum, brúkslutum og reynafrensum við klemmibreyði, ulpum og tuflistivlum. Árið var 1976.
”Hvør eigur tykkum?
Í fyrstani var annars ætlanin, at tey bæði Elsuba og Jógvan Páll Háberg skuldu hava handil saman. Tey bæði vinfólkini høvdu áhugan fyri móta, sniði, klæðum og brúkslutum í felag.
Men niðri í Sjóvinnubankanum vildi Rasmus Olsen, bankastjórin, fyrst vita, hvør átti tey bæði ungu fólkini, sum bóðu um fígging til ein mótahandil. So fekk Elsuba gron og fór avstað. Við ongum pengum.
So fyrsta royndin at fáa handil miseydnaðist. Jógvan Páll trekti seg, og Elsuba stóð einsamøll eftir við øllum dreymunum, manni og seks smábørnum. Tá var maðurin Jan góður at heita á.
– Vit tóku okkara penastu klæði og fóru á innkeyp í London, Reykjavík og Danmark. Vit áttu ikki eitt oyra, men fingu billettirnar gjøgnum góð vinfólk í Íslandi, og so førdu vit okkum annars fram fyri rest, minnist Jan og bæði flenna.
– Tá vit høvdu bílagt ein ordra, spurdu vit, um tey vildu hava pengarnar kontant ella hvat. Men tey søgdu, at tað hevði ikki so stóran skund. Vit vistu bara ikki, at tað var púra vanligt at hava kreditt, so vit hildu okkum vera ordiliga snild, leggur Elsuba afturat.
Nýggj og tjúgu
Fyrsti handilin lat sostatt upp heima í stovuni í Skipar Hansens húsi við mótaklæðum frá millum annað Janus og Brødrene Strecker og brúkslutum, eitt nú íslendskum keramikki, leðurvørum og øðrum.
Síðan gekk tað slag í slag. Í november 1977 læt SMS upp, og har var Skotið líka til 1984 millum teir allarkulastu mótahandlarnar. Síðani varð flutt oman í Bringsnagøtu aftur, men hesaferð longri niðri í gøtuni hjá Klett, og í 1990 varð flutt fyri seinastu ferð. Nú er handilin í Tróndargøtu 29 og eitur 29, sum leiðir tankarnar á ”nýggj og tjúgu”.
Allir handlarnir við sínum heilt egna, serliga stíli. Onkur við útlendskum avísum á veggunum, svart/hvítum strípum á veggunum, lágum podium og højglans málaðum bjálkum í knallreyðum.
Fyrstu árini var kundaskarin úr øllum landinum, tí ofta varð lýst í bløðunum við nýggjastu klæðunum, sum fólk so kundu bíleggja sum postordrar.
– Vit fingu øll modellini sendandi heim sum strikutekningar, sum vit so settu í bløðini. Hjá føstu kundunum kendu vit bæði stíl og stødd, fortelur Jan, sum millum annað hevði ein kvinnuligan kunda í Norðdepli, sum ofta ringdi og bað hann senda sær okkurt smart.
– Eg kendi hennara stødd og litir og sendi henni ofta pakkar. Hóast eg ongantíð hevði sæð hana, kom onki retur, minnist hann.
Genturnar hjá Skotinum
Eitt, sum eyðkendi tey í Skotinum, vóru mótasýningarnar í bygdarhúsum, ítróttarhallum, hotellum, umborð á Norrønu og enntá umborð á einum fiskiskipi einaferð.
Altíð við tí allarnýggjasta og við teimum flottastu modellunum í landinum.
Anna Lisa Kurberg, Ingrid Jensen og Haldis Poulsen vóru millum føstu genturnar, og enn verður Haldis ofta nevnd Haldis í Skotinum.
– Tær vóru heilt fantastiskar og myndaðu handilin úteftir í nógv ár. Dugnaligar, flottar og søgdu ongantíð nei. Enn í dag eru tær sum døtur av húsinum, tí tær hjálptu okkum so væl. Ein kundi sagt, at vit gjørdu tær kendar, men tær hava sanniliga eisini gjørt okkum kend, sigur Elsuba.
Og Jan leggur skemtandi afturat, at hin løgnasta framsýningin helst var umborð á Sólborg hjá Eileri Jacobsen. Hann og konan Beinta hava altíð verið góð vinfólk hjá Elsubu og Jan, og tí hevur Jan ofta fingið góðan kjans sum kokkur umborð á einum av skipunum, tá tørvur var á tí.
– Tá teir fara niður at landa, eru konurnar ofta við umborð. Hesa einu ferðina vóru vit eisini umborð, vit høvdu verið niðri og keypt inn til handilin. Konurnar vóru so spentar eftir klæðunum í pakkunum, at vit skipaðu eina mótasýning umborð, fortelur hann, og leggur afturat, at hetta helst er fyrstu ferð, at mótasýning hevur verið umborð á einum trolara. Men tað fall so í góða jørð, og øll hugnaðu sær óført.
Ein stór familja í SMS
Elsuba og Jan eru samd um, at tann allarbesta tíðin var, tá SMS lat upp 1977.
– Tað var ein heilt serlig pionerond yvir øllum, tí alt var so spildurnýtt og avbjóðandi. Vit svóvu kanska tríggjar tímar hvørja nátt, og samanhaldið millum øll í húsinum var fantastiskt, forklára tey. Skipað varð fyri framsýningum, tiltøkum og mótasýningum, sjálvt um morgunin.
Og tey minnast, tá allir handilseigararnir sótu við eitt stórt borð og kliptu hvørja tí einastu jólastjørnu út í hond. Í dag verður alt keypt.
– Hans Mortensen, stjórin, gav okkum púra fríar hendur, og kona hansara Birgit syrgdi fyri mati til øll. So tað var ótrúliga hugnaligt, minnast tey, og nevna fólk sum Eivind í Gongini, Gissur Patursson, Kára Müller, Oddvør Jacobsen og Kára Justinussen.
Men hektiska handilslívið hevur kostað á heimafrontinum. Ikki soleiðis, at børnini í dag eru beisk, men Elsuba og Jan hava arbeitt nógv og havt fáar feriur. Soleiðis er at vera sjálvstøðugt vinnurekandi í einari bransju við stórum váða.
Bløð og pylsuparty
Kortini lagaði tað seg, tí børnini vistu altíð, hvar foreldrini vóru og kundu altíð koma framvið, um eitthvørt var á vási. Elsuba og Jan hava heldur ongantíð gingið í býnum ella í vertskapi, og hava sum heild dugað væl at hugna sær saman við børnunum, tá tey endiliga høvdu frí.
Mánadag var ball. Tá komu donsku bløðini í einum stórum stakki, bæði teknirøðir, vikubløð og danskar avísir. So vóru pylsur og ketsjupp til alla rulluna, og stóra Reynafamiljan sat og las og át fyri allar pengarnar.
– Vit arbeiddu ofta 12 tímar um dagin og til langt út á kvøldarnar, eisini leygardag. So Jan hevur lært at gera skjótan mat, og børnini lærdu tíðliga at eta skjótt. Og hvønn leygardag bakaði hann eina stóra kringlu og grahamsbollar, sigur Elsuba, sum gekk høgt upp í, at heimið var pent. So aftan á arbeiðstíð helt hon hús, meðan hann gjørdi mat – alt við rúkandi ferð.
Oftast til fleiri enn tey átta húsfólkini, tí vinfólk og fótbóltsvinir hjá børnunum vóru altíð vælkomin.
Maðurin og kvinnumótin
Men hvussu hevur tað kenst at vera par og at arbeiða so tætt øll hesi árini?
– Eg kom til Føroyar at arbeiða í Mjørkadali í ½ ár í august 1967. Men eg kom ongantíð niður aftur, sigur Jan og flennir til konuna. Sostatt hava tey hildið hvønn annan út í 42 ár, harav 41 ár sum hjún, og tey eru púra samd um, at Elsuba hevur nógv styttri fjús enn Jan.
– Eg sigi bara "ja, góða", sigur hann við einum skálkabrosi.
Tað er sjálvandi eisini nokso spesielt, at Jan, sum mannfólk, arbeiðir við at selja konufólki nýggjasta mótan.
Tey vita væl, at tað kann vera ein trupulleiki hjá summum, serliga nýggjum kundum.
– Vit vita nøkulunda, hvørjir fastir kundar helst vilja avgreiðast av Elsubu. Og eg ansi eftir ikki at fara ov tætt til skiftirúmið, um kundin ikki hevur biðið um ráð, sigur Jan, sum leggur afturat, at tað eisini eru kundar, sum helst vilja avgreiðast av sær.
Áhugin drívur verkið
Elsuba og Jan hava selt konufólkum í Føroyum mótaklæðir í 33 ár. Kendasta merkið hevur uttan iva verið Noa Noa. Men eins og alla aðrastaðni, snýr tað seg um at fylgja við tíðini og menningini. Ikki minst, nú ráðini eru minni, og fólk hugsa seg betur um, áðrenn Visa-kortið verður luftað.
– Vit mundu mist mótið í vár, tá sølan næstan sveik fullkomiliga. Ikki minst tí Noa Noa kollektiónin var so vánalig. Eg misti bæði svøvnin og alt, sigur Elsuba, sum visti, at her mátti okkurt henda. So hon fekk samband við hálendska merkið Bohemé, sum hevur eitt rátt look úr natúrutilfari og eisini fæst í stórum støddum.
– Eg haldi, at tað er forbankað langt úti, at stórar kvinnur ikki eisini kunna lata seg lekkurt í. So hetta merkið fall í góða jørð og varð rivið niður av akslatrøunum.
– Nú gleða vit okkum til næstu sending, sum kemur nú í september, sigur hon, og vísir eitt katalog við nýggjasta satsinum í.
Men hvussu leingi ætla tey bæði at halda fram?
– Eg haldi, at Elsuba má berast út, er Jan skjótur at svara. Men her er hon ikki heilt samd.
– Nei, um onkur gevur ein góðan prís, so eri eg villig til at selja. Tí eg droymi um at síggja verðina, sigur Elsuba.
Hon og Jan eiga heili 13 ommu–abbabørn og eru langsomma– og abbi tvær ferðir. Eisini hava tey eitt deiligt heim á Skála og eitt summarhús í Danmark, sum tey kundu hugsað sær at vitjað oftari.
– Hetta er ein hørð bransja, har tú skalt hava sterka psyku. Sveiggini eru stór, júst sum í fiskiskapinum, og tú kanst ongantíð líta á søluna. So hjá okkum hevur tað avgjørt verið áhugin, sum hevur drivið verkið. Og tað hava vit verið glað fyri, sigur Elsuba, áðrenn vit fara út í køkin at hyggja eftir myndum at prýða greinina við.