Andreas í Velinum: Tvey systkin uppkallað eftir »deyða« og deyða pápanum

Andreas var rætti­liga runnin av fiski­mannaætt. Hann varð uppkallaður eftir pápanum, sum var hildin at vera deyður. Seinni misti hann pápin, og aftur var tað ein mamma, sum tók um endan

Óli Jacobsen
-------
FF-blaðið royndi í sínari tíð at festa mest møguligt av fiskimannasøgu á blað. Í 2002 hittu vit Andreas Joensen í Velinum á Eiði.
Hann var føddur í Haldórsvík 31/03-1917. Foreldrini vóru Andreas Joensen, og Súsanna, fødd Heinesen, ættað úr Tjørnuvík.
Andreas var ættaður úr Velinum í Vík. Hann var triðelstur av 6 systkj­um, fýra brøður og tvær syst­rar.

Uppkallaður eftir pápanum, sum tey hildu vera deyðan
Tá Andreas skuldi fara til dópin, var ódnarveður. Pápin, sum var til fiskiskap undur Íslandi, var ikki afturkomin, hóast flestu slupp­ir­nar vóru komnar. Tíðin leið meir og meiri út, fólk vóru farin at ótt­ast, at teir vóru burturgingnir. Mamm­an gjørdi tí av, at drongurin skuldi kallast upp eftir pápanum. Men nakað eftir hettar kom pápin kort­ini aftur í øllum góðum.
Abbi Andreas, Hans Andreas, mundi fingið eina váta grøv. Í 1892 kollsigldi ein víkarbátur við 8 monnum við Eiðiskoll. Abbi Andreas bjargaðist einsamallur av 8 monnum
Um hetta skrivaði Føringatíðindi í mai 1892:
“Eitt nýtt 8-mannafar úr Hal­dórs­vík var fyrstu ferð úti á havi 4. apríl. Kl. 11 komu teir á heimleiðini undir ein boða vestanfyri kollin. Báturin holvdist, men allir átta sluppu á kjøl. So við og við slógust teir burturav. Kl. 6 kom ein streymnesbátur til staðar. Tá var eingin eftir á kjøli uttan Hans Andreas Joensen.
Teir sum umkomust vóru Hend­rik Joensen, 56 ára gamalur; Sam­uel Jacob Joensen, yngri, 51; Hans Pauli Joensen, 55; Thomas Hendrik Frederik Hansen, 59; Ole Joen­sen, 25; Joen H Poulsen, 45; Gutte Joensen, 23 ára gamalur. 4 av teimum vóru giftir og áttu 10 børn; 6 eru ikki tilkomin. Eingin av teimum sum umkomust, vóru í for­sikringsforeiningini.

Misti pápan sjey ára gamal
Pápin var skiparalærdur og førdi skip. So alt sá ljóst út, men bert 7 ára gamal misti Andreas pápan. Hann kom sjúkur aftur av skipi og doyði stutt eftir. Eftir sat mamman bert 32 ára gomul við  fimm ókonfir­mer­að børnum, og tað sætta barnið var ikki føtt. Tað gjørdist ein genta, sum varð kallað Andrea eftir páp­an­um, so pápin varð tvær ferðir upp­kallaður!
Tað var altíð ringt at missa mann og forsyrgjara. Men serliga ringt var tað, tá ið hann doyði av sjúku, tí tá var eingin trygging, sum tók við.

Mamman var eitt konubrot
Sjálvt um eingin jørð var í húsinum, mintist Andreas seg ongantíð at hava gingið svangan. Jú, tá var gott við góðum fólki. Mamman var eitt konubrot.
Olaf Petersen, sum tá var lærari í Vík, skrivaði í 1951 um Súsannu, tá ið hon fylti 60 ár:
“Susanna giftist 22 ára gomul til Víkar við Andreas í Velinum.
Hann førdi skip í fleiri ár og for­tjenti væl, og tey livdu 10 góð og hugnalig ár saman. Men skjótt kann lívslagnan verða broytt, og so­­leiðis var eisini hjá henni, tá ið mað­urin doyði.
Tann uppspardi peningurin er ódrúgvur at brúka tá ið einki kem­ur afturat, og hetta fataði Súsanna væl. Tí tók hon fatt við berum hondum at fortjena til lívs­uppihaldið fyri seg og børn síni. Hon var altíð klár at taka fatt uppá alt fyrifallandi arbeiði, og hennara partur liggur ongantíð eftir. Millum annað gav hon seg til neytakonu, tó hon onga kúgv átti sjálv og hevur gingið á hvørjum sumri higartil. Tann ið kennir til landslagið í Vík, fatar, at tað er eitt strævið arbeiði, og fyri at unna børnunum so gott í beinini sum gjørligt, ynskti hon í løn kjøt og mjólk.
Børn hennara komu eisini væl undan, men undir krígnum doyði elsti sonur hennara við Guiding Star. Deyði hansara tók henni ógvu­liga fast. Hann hevði sum elsti sonur verið hennara stuðul, síðan pápin doyði.
Hon hevði ógvuliga strævið við at vinna seg aftur, men eisini gjøg­num hesa stóru sorg hjálpti hennara arbeiðsvilji. Hon hevur verið ein góð mamma fyri børn síni, hon tekur mangt ullint plaggið úr lagdi og ger uppá synir og ommubørn.
Tað eru óivað mong bygdafólk her, sum við mær takka tygum hjarta­liga fyri manga hjálpandi hond­ina, serliga tá ið sjúka og deyði hava gripið inn. Tey ið – líka sum tygum kenna hetta frá lívs­lagnu sínari, fata best tygara altíð hjálpandi hjartalag.”

Í skúla við talvu
Eftir at pápin var deyður kom An­dreas at vera nógv í Tjørnuvík hjá ommuni og abbanum, og har var gott at vera.
Andreas gekk í skúla hjá Sámal Niclasen, ættaður úr Vágunum. Fyrsti skúladagur hjá Andreas vís­ir, hvussu nógv umstøðurnar eru broyttar. Andreas hevði arvað talvuna eftir beiggja sínum. Fyri at okkurt nýtt skuldi vera við henni, hevði Andreas málað rammuna. Men tá kann kom í skúlan fyrsta dag­in, var talvan ikki turr, og lærarin kom at dálka seg av henni. Hann helt Andreas spæla sær eitt puss og gav honum ein undir vang­an. Andreas rýmdi heim og vildi í fleiri dagar ikki fara í skúla aftur. Men hetta javnaði seg skjótt, og sum frá leið blivu teir báðir sera væl.

Fór til skips tá prest­sins hond hevði verið á høvdinum
So skjótt sum brøðurnir høvdu fing­ið prestsins hond á høvið, fóru teir til skips. Og allir komu teir at ger­ast sjómenn.
Tá Andreas var fermdur, leitaði eisini hansara hugur út á havið. Sum allir dreingir tá á døgum var hann føddur við ár í hond. Og í Vík lá væl fyri at hava bát, og hevur bátur altíð verið í húsinum. Mangur pott­urin var fyltur av tí, sum hann og brøðurnir fingu á fjørðinum sum smádreingir. Eingin pápi var, og nógvir vóru munnarnir at metta, men er viljin, so gongur alt.
Tað var ikki so nógv torv í Vík, og langt var at fara eftir torvi. Víkar­fólk róðu yvir á Bakka við Ljósá og skóru torv uppi í Gimbrahaga. Tað var ein av hesum torvskuradøgum, at Andreas bar eyga við Hans Paula Poulsen, Hans Pauli í Gimbrunum, sum eisini skar torv. Hans Pauli var skipari og átti skipið Queen. Andreas spyr nú Hans Paula, um hann kundi sleppa við til skips. ”Jú, tú skal sleppa við, um mamma tín vil.” Hann svaraði, at “mamma sigur, at tað er í lagi, at eg skal fara til skips”. Men mamman visti av ongum.
Og so ein dagin komu boðini at farast skuldi avstað. Mamman, sum einki visti, stóð sum kánus. Men nú var einki at gera, og síðani at pakka skipsklæðini niður. Hetta var byrjanin til sjólívið, sum kom at vara í heili 56 ár.

Var í illveðrinum, tá Laura og Immanuel gingu burtur
Í 1932 var Andreas við suður­oyar­sluppini Elin. Farið var yvir til Ís­lands. Seinast í mars var farið heim at landa. Á veg heim komu teir í eitt ódnarveður, so tað var ein sera ring reisa, men teir komu tó heim í øllum góðum.
Tá ið liðugt var at landa, varð farið avstað aftur, og á veg yvir komu teir í eitt uppaftur verri ódnar­veður. Hann var norðan í ættini, og tað var í hesum ódnarveðrinum, at Laura og Immanuel vóru á veg heim undan Íslandi og ikki bóru boð í bý.
Veðrið var so ringt, at tað var ikki hugsingur um at ganga á dekn­inum. Teir ungu dreingirnir sluppu ikki á dekkið, millum annað vóru seglini repað niðri í lugarinum. Skansa­klædn­ingurin í lu-borð brotnaði all­ur inn. Tað eydnaðist tó at venda aftur til Føroyar. Skipari á Elini var Jóhannus Larsen úr Vági, slektaður úr Fámjin.
Andreas var tá 15 ára gamal. Av Eiði vóru hesir við : Fredrik Ejdesgaard (Fredrik hjá Laurentsu), Olaf Ellingsgaard (Olaf hjá Mallu) og Kristian hjá Mallu, hesir seinnu vóru brøður. Zacharias Andreasen (Zacharias hjá Sáru) var kokkur og
Magnus Magnussen, giftur við mostur Andreas í Leynum

Sigldi øll krígsárini
Andreas sigldi øll krígsárini uttan tann eina veturin, tá ið hann gekk á skiparaskúla. Undir krígnum hendi tað syrgiliga, at tann elsti av brøðrunum, Hans Esbern, gekk burtur við Guiding Star í 1941. Skipið fór til Íslands tann 25. apríl við 7 monnum umborð, men tað hvarv sporleyst. Eftir sat einkja við trimum smáum børnum.
Hetta var ein ring tíð. Tað varð farið í koyggjuna hvørja ferð í klæð­um. Men farið var avstað aftur, og óttin mundi mangan verða ringastur hjá teimum, sum heima vóru.
Nakað eftir hetta var Andreas við Grasinum úr Vági. Tann eina túrin, teir skuldu fara niður at selja, og høvdu siglt einar 45 fjórðingar, vórðu teir álopnir av týskum flúgv­ara. Andreas lá í koyggjuni, tá teir byrjaðu at skjóta. Tá hann hoyrdi, at flúgvarin kom aftur aðru ferð, fór hann úr koyggjuni. Meðan hann situr á bonkinum, brestur ein kúla inn ígjøgnum skipssíðuna. Um kúlan kom millum fingrarnar ella tað var eitt splintur av kúluni, visti hann ikki, men hann bløddi í fingri­num men fekk tó ongan skaða. Eis­ini var ein kúla komin tvørtur ígjøg­num koyggjuna hjá honum, so var hann ikki farin úr koyggjuni, kundi verið ein galin endi.
Tá flúgvarin umsíðir fór, teir høvdu kanska einki lóður eftir, varð avgjørt at halda inn á Havnina. Teir komu á Havnina í øllum góðum, og skipið sá ikki vakurt út. Segl, dekk og lúnningar vóru gjøgnumgatað. Síðani var pjøssað uppá á skipið sum frægast, og skipið fór síðani suður á Vág. Nakrar dagar seinni fekk Andreas boð um at koma suður til Vágs, tí nú skuldu teir niður at selja. Farið varð nú niður at selja, og komu teir aftur í øllum góðum. Seinni gekk tó verri hjá Grasinum. Í 1943 fórst hon í ódnarveðri, og allir sjey menn umborð sjólótust.

Fleiri vertíðir í Grindavík
Andreas var fleiri vertíðir í Grinda­vík sum stýrimaður og skipari við íslendskum skipum. Hann var eis­ini í Íslandi, tá ið íslendingar fingu loysing í 1944. Hann var tá við Stella Argus, og lógu teir inni á Reykja­vík. Teir tóku eisini lut í há­tíðarhaldinum. Millum annað høvdu teir leigað sær ein lastbil, og har sat so meginparturin av manningini á Stellununi. Teir høvdu tað føroyska flaggið á stong, meðan koyrt varð ígjøgnum Reykjavík og líka niðan á Tingvallir, har ein fjøld av fólki fegnaðist um, at Ísland varð eitt sjálvstøðugt land.

Róði út í Grønland
Andreas var bátsformaður á báti í Gretufjørðinum lagnutunga summ­arið í 1966, tá ið víkargentan Diana bleiv burtur. Sjálvur hevði hann dóttrina Sólrun og systir dóttrina Súsannu við. Tær vóru kokkar, so tað var alt annað enn hugaligt at liggja úti og fiska hesa tíðina. Av­gjørt varð at seta telefonir upp, so teir kundu hava samband við genturnar heima, meðan teir vóru úti. Tá veðrið var gott, vóru tær við til fiskiskap. Drongurin, sum Diana var trúlovað við, Gutti, varð eisini á Gretufjørðinum og róði út, so hetta var eitt lagnutungt summar, har tað ongantíð varð uppklárað, hvat var hent gentuni. Eingin skilti heldur, hvat kundi vera hent. Diana skuldi bert fara um eina høvd, men hon kom so ongantíð vegin fram.

Sigldi við Kvívíks Tummasi
Andreas sigldi nógv ár saman við Kvivíks Tummasi. Í fleiri ár var hann við Stelluni (Stella Argus) og eisini við Kallsevni. Og skuldi Kvívíks Tummas fáa alt gott frá Andreasi, hóast hann segðist at vera nakað buldrasligur.
Andreas kendi eisini allar, sum fóru við Stelluni, tá hon hvarv í 1957, og hann hevði siglt nógv saman við fleiri av teimum.

Eisini siglt við farmaskipum
Andreas hevði eisini sínar royndir við farmaskipum. Hann sigldi fleiri ár við Krosstindi hjá Rósing Ras­mussen, og 70 ára føðingardagin helt hann umborð á Atlantic Cloud.
Gjørdist eiðismaður
Andreas giftist 10. desember 1944 við Astrid Joensen (fødd Ellingsgaard) bóndadóttir úr Garði á Eiði. Tey fingu 5 børn. Andreas flutti til Eiðis. Men navnið í Velinum tók hann við sær til Eiðis.
Hann segði, at sjálvt um lívið til tíðir mangan sýntist mis­kunn­ar­leyst, hevði hann nógv at takka Guði fyri.
Andreas doyði í 2005.

----
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður fyrsti partur av frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri.
----
Rætting til seinastu Miðviku
Dánjal Jakku Olsen var ikki úr Kollafirði men av Oyrarbakka.