»Havið tók teir« – Søgan um teir, sum ikki bóru boð í bý

Komandi týsdag kemur bókin »Havið tók teir« í bókabúðirnar. Í hesi Miðviku skal verða greitt eitt sindur frá bókini og innihaldinum

Bókin er serliga ein umrøða av 20 av teim­um vanlukkum, sum hava rakt føroyska samfelagið frá skaða­­deg­num í Hesti 1919 til “Stella Argus” 1957.
Tískil er hetta ein munandi part­ur av lagnusøguni hjá før­oysk­um fiskimonnm og eisini hjá før­oyingum yvirhøvur.
Hetta er samstundis í breiðari merking ein lýsing av tí, ið havið hevur kostað føroyingum.
Tann størsta vanlukkan nakran­tíð var millum 1580 og 1600. Dagurin sigst at vera 25. apríl. Henda dag­in brast hann á við stormi av land­nyrðingi, og 50 bátar gingu burtur. Hildið verður, at millum 200 og 300 menn druknaðu.
Teirra millum vóru allir arbeiðs­førir menn í Mykinesi.
Serliga vóru tað tristar, sum tá vanliga vórðu nýttir til útróður, sum ikki bóru boð í bý. Tá varð tað eftur hetta forboðið at fara til havs við so smáum bátum.
Bókin hjá Heina Madsen “Fær­øernes hvornaar skete det” greiðir frá nógvum av hesum vanlukkum. Bert frá 1870 eru umrøddar úti við 200 vanlukkur á sjónum, sum kostaðu 1.250 mannalív.
Aftast í nýggju bókini er eisini eitt yvirlit yvir hesar vanlukkur. Tað eru uttan iva enn fleiri vanlukkur enn. Umframt eru eisini nógvar vanlukkur, har einstaklingar eru deyðir við skipi. Tískil er samlaða talið heilt fitt hægri enn tað nevnda.
Men her fæst ein hylling á, hvussu vandamikil gerandisdagurin var í Føroyum. Tað er ótrúligt, at før­oyska samfelagið hevur hórað undan við slíkum mannfalli!

Søgan hjá 300 fiskimonnum
Bókin umrøður lagnurnar hjá um­leið 300 fiskimonnum. Umframt at greiða frá sjálvum vanlukkunum verður eisini greitt frá søguni hjá nógvum av hesum monnum. Serliga væl verður greitt frá umstøðunum hjá teimum, sum sótu eftir. Sigast kann, at hóast umstøðurnar vóru truplar, so eydnaðist einkjum og børnum í flestu førum at koma undan. Eg kendi einki dømi um, at tað ikki eydnaðist. Tað verður meira enn eina ferð tikið til, at einkjurnar vóru tær veruligu hetjurnar í Føroyum. Tað er eisini so satt sum tað er sagt.
Bókin er 400 síður til støddar og hevur eisini nógvar myndir, fleiri teirra eru rættiliga forvitnisligar. Í mun til síðutalið verður hon bílig, hon kemur bert at kosta kr. 250 í bókahandlunum.
Bókin er fyrst og fremst bygd á munnligar keldur. Tað er ein hópur av fólki, sum hava givið síni íkøst. Tað er hetta, sum ger bókina so viðkomandi. Fleiri teirra eru ikki okkara millum longur. Ofta hevur tað tískil verið í síðstu løtu, at hesar frásagnir eru varðveittar.
Ein stórur partur av tilfarinum hevur verið í Miðvikuni. Ofta hava lesarar ynskt eftir, at fáa hetta tilfar meira atkomiligt í bókalíki, og er tað nú gjørt. Í nógvum av hesum tilfari eru meira ella minni komið afturat. Fleiri partar er tó heilt av nýggjum, so sum partarnir um ”Onnu”, ”Florens” og ”Doru.”
Perman á bókini sigur annars meira enn nógv orð. Hetta er máln­ingurin “Sakn” hjá Sámal J-Mikines. Hetta er ein av hansara kendastu málningum. Bygdin Mykines, og eisini ættin hjá málaranum Miki­nes, var eisini hart rakt av van­lukk­um og sjúku. Tað sigst, at máln­ingin Sakn gjørdi Mikines lidna í sambandi við ”Neptun” í 1934, har nógvir menn úr Mykinesi vóru við. Inni í bókini eru fleiri málningar hjá Mikines um sama evni endurgivnir í litum. Eisini er Ing­álvur av Reyni umboðaður í bók­ini við tekningum.
Tað hevur verið skrivað av øðrum um summar av hesum vanlukkum. Men í hesi bók er meginparturin av tilfarinum ikki alment kent áður. Bert í avmarkaðan mun er tikið í tað, sum onnur hava skrivað, fyri at kunna fáa vanlukkurnar lýstir í síni heild.
Her skal gevast ein hylling av innihaldinum í bókini við at umrøða teir ymsu partarnar í bókin:

Skaðadagurin í Hesti
Í 1919 hendi fyrst tann vanlukkan, at ein bátur við 4 monnum ikki kom aftur av útróðri. Tá fór ein annar bátur við 7 monnum at leita eftir tí fyrra bátinum. Men tað hendi tað vanlukkuliga, at hesin bátur heldur ikki kom aftur. Tískil misti tann lítla bygdin í Hesti 11 menn í senn. Enn livir eitt av teimum børnum, sum blivu faðirleys tá, og er hetta tann nú 96 ára gamla Ingibjørg Hansen, sum giftist til Gøtu.
Hon hevur greitt frá, hvussu hon minnist hesa hending, og hvussu lívið var eftir vanlukkuna.
Ein onnur kelda er Kristian Djur­huus, løgmaður.

Skaðaárið 1920 við 61 sjólátnum
1920 gjørdist tað ringasta skaðaár í nýggjari tíð við 61 sjólátnum. Tá fórust fýra skip: “Helena” av Tvør­oyri við 20 monnum, “Kristina” úr Klaksvík við 16 monnum, “Karin” úr Vági við 13 monnum og "Puritan" úr Havn við 6 monnum. Ein postbátur fórst í Vestmannasundi við fýra fólk­um, og tveir mans fórust á út­róðri.
Kjølbro hevði beint keypt “Krist­inu” og slapp ikki at tryggja hana til fult virði. Hann mundi farið á húsagang longu tá. Men bankin hevði tiltrúgv til Kjølbro og eggjaði honum at halda áfram.
Skipari á “Kristinu” var Axel Sivertsen frá Gjógv. Hann var trú­lovaður við Elsu á Biskupstøð, og tey skuldu giftast, tá ið hann kom heim aftur. Men sjálvt eftir, at vissa var fyri, at eingin fór at koma aftur, helt Elsa áfram við at seyma brúðarútstýr! Hon kundi snøgt sagt ikki fáa seg at trúgva, at Axel ikki kom aftur
Hóast hon giftist seinni, gekk Elsa alt lívið við ringinum hjá Axeli. Hetta var trúfesti við lít, sum tað eisini eru onnur dømi um.

1924 enn eitt vanlukkuár við 45 sjólátnum
Í 1924 gekk “Anna” av Toftum burtur við 17 monnum við Grindavík á Suðurlandinum. Teir vóru á veg til Reykjavíkar við sjúkum manni.
Sum oftast fingu burturgingnu fiskimenninir váta grøv, men í hes­um førinum komu 14 lík upp á land, og tey vórðu jarðað í gamla kirkju­garðinum í Reykjavík. Menninir fingu eina stórsligna jarðarferð, har íslendingar eisini fingu víst sín sam­huga við føroyingum.
Tá kom eisini til sjóndar, hvussu væl tað kom við at hava gott fólk í landi. Ein teirra var Alfred Petersen, sjómanstrúboði, sum tók sær av av føroyskum fiskimonnum í Íslandi.
Ein annar var danski sendi­mað­urin Frank de Fontenay, sum skipaði fyri jarðarferðini, og sum hevði stóra umsorgan fyri føroyskum fiski­monnum. Hann kom seinni til Føroya at vitja tey eftirsitandi, og hann kom ikki tómhentur!
"General Gordon" av Tvøroyri gekk burtur við 19 monnum. Fleiri frásagnir, óheftar av hvørji aðrari, benda á, at teir vóru niðursigldir av bretskum trolara.
"Sjóriddarin" úr Vági fórst við 8 monnum.

1927: Florens og Riddarin
Ein tann mest umrødda vanlukkan, sjálvt í nýggjari tíð, var, tá ið sam­an­stoytur var millum “Florens” og “Hafstein”, og sjey menn á “Florens” doyðu. Tí er hetta ein sera kensluborin hending fyri allar partar, sum ikki er skrivað í síni heild fyrr.
Á heysti sama ár var ein van­lukka á Eysturlandinum, tá ið átta menn av “Riddaranum” fóru í land við einum báti at avrokna við bóndan, teir høvdu keypt seyð frá. Báturin holvdist, og sjey av átta monnum druknaðu. Ein bjargaðist við at halda seg fastan undir tí holvda bátinum í samfullar fýra tímar.
Ein grøv við gravsteini á Seyðis­firði er eitt ítøkiligt minni um hesa vanlukku.

1928: Acorn
Ein tann mest ræðuliga hending, sum føroyskum fiskimonnum hev­ur verið fyri, mundi vera við ”Acorn” í 1928. Tá brast ein karbiddunkur í lugarinum, og sjey menn brendu til deyðis. Summir doyðu beinanvegin, meðan aðrir doyðu á ferðini til Reykjavíkar. Tann seinasti doyði eftir at vera komin til lands.
Hetta er ein sera kensluborin søga millum annað við teirri heils­an, sum tann 16 ára gamli Poli bað pápa sín sendi mammu síni, áðrenn hann doyði.
Eisini er frásøgn um, hvussu heimafólkið upplivdi hesi vanlukku og um Jákup Paula Biskopstø, sum brendist so illa, at hann hevði sjónlig mein av tí restina av lívinum.
Hetta er ein av teimum hend­ing­um, sum var so ræðulig, at fólk ikki tosaðu um hana. Tí eru tey avvarðandi at slíkum hendingum fegin um, at hetta kemur fram á henda hátt, so tað frítt kann tosast um tað, sum hendi.

1930: Ernestina
Ein tann best kenda vanlukkan man vera, tá ið “Ernestina” sigldi á eitt sker á Suðurlandinum, og 9 menn umkomust. At teir ikki gjørd­ust fleiri, var Ziska Jacobsen fyri at takka. Hann svam í land við ein­um enda, og tískil fekk bjargað allari manningini. Í bókini eru fleiri frá­sagnir, sum ikki hava verið lýstar av øðrum, millum annað frásøgn um hendingini hjá Ziska sjálvum, og um Jógvan Thomasen, sum skriv­aði sín egna jarðarferðarsang, ið var funnin í lumma hansara, eftir at hann var deyður.

1931: Dora
“Dora” úr Vestmanna gekk burtur á heysti 1931 við 17 monnum. Um vanlukkuna kann lítið sigast. Tá ið Dora var saknað fóru menn við “Seagull” undir Ísland at leita eftir henni, men hetta var vónleyst.
Greitt verður frá fleiri av teim­um, sum vóru við. Millum annað um Lottu og Óla Jákup Egholm í Streymnesi, sum áttu fimm synir. Tveir doyðu smáir, ein doyði í 1930 við “Slatrinum”. Nú vóru tveir eftir 18 og 23 ára gamlir. Teir fórust við ”Doru.” Tá sótu tey bæði eftir við ong­um barni. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu hart fólk kundu verða rakt.

1932: 42 menn farast
Á vári 1932 hendi ein dupultvanlukka, tá ið bæði vágsskipini ”Laura” og ”Im­manuel” gingu burtur. Tað vóru 19 mans á hvørjum skipi. Við “Lauru” vóru mest suðuroyingar og við “Immanuel” mest eysturoy­ing­ar. Millum hesar var tann tá nývaldi formaðurin í Føroya Fiski­mannafelag, Hans Jacob Hav­streym. Hetta var sjálvsagt eitt bakkast fyri felagið men eisini fyri føroyskan politikk. Havstreym hevði uttan iva blivið ein av oddamonnum í Javn­­aðarflokkinum, um honum varð lív lagað.
Hetta ár vóru eisini tvær báta­­vanlukkur, har fýra menn sjólót­ust.

1934: Neptun og Nólsoy
Longu í 1934 hendir enn einaferð ein dupultvanlukku, enntá størri enn tann í 1932. Tá fórust “Nólsoy” við 20 monnum og “Neptun” við 23. T.v.s. at 43 menn farast í einum. “Neptun” er annars einsamøll við 23 monnum tann størsta vanlukka í føroyskari skipasøgu.
Umrøðan av hesum skipum er tann størsti parturin í bókini. Lut­víst er nokk so nógv skrivað um hesa van­lukku, og tað eru eisini sera áhuga­verd­ar frásagnir frá av­varð­andi. Ikki minst frá Steingrimi Kristoffersen, son skiparan á “Nep­tun”, Óla Jákupi Kristoffersen. Stein­­grim minnist heilt klárt tann dagin, tá ið “Neptun” fór avstað, eins og hann greiðir frá umstøðunum heima, eftir at pápin var farin.
Eisini eru áhugaverdar frásagnir um brøðurnar Sámal Jákup og Óla Jákup Jacobsen, sum doyðu við “Nólsoy” frá tilsamans 21 børnum.
Taka vit tað hálvtriðja árið frá heysti 1931 til várið 1934, fórust ikki færri enn 100 menn á sjónum!

1944: Verdandi
Tað er bert ein frásøgn í bókini frá krígnum, og hon er um “Verdandi”. Tórhallur Andreassen, ein av kendu brøðrunum av Oyrarbakka, var tann seinasti, sum sá manningina á “Verdandi”, tá ið teir fóru av Siglu­firði. Hesum greiðir hann frá.
Eisini verður millum annað greitt frá kokkinum, sum knappliga noktaði at fara avstað, tí hann kendi eina ófrættarkenslu. Hetta bjargaði hansara lívi.

1957: Stella Argus
“Stella Argus” er tann einasta av hesum vanlukkum, sum heilt mong minnast. Teir vóru á sildaveiðu við gørnum norðanfyri og hvurvu á veg inn við 22 monnum.
Her vóru nógvir sorgarleikir, sum við teimum fýra beiggjunum, sum fórust. Systir teirra Jakoba greiðir frá hvussu hon minnist henda lagnudagin í 1957 og um hørðu lagnuna, sum pápi teirra fekk.
Eisini er søgan um kokkin, Kim Hansen, sum var við til at bjarga lívi, áðrenn hann misti sítt egna.

Framløga í Hósvík tann 29. november
Týskvøldið tann 29. november kl. 19,30 verður framløga av bókini í bygdarhúsinum í Hósvík. Hetta kemur partvís tí, at ein stórur partur av íblástrinum til bókina er úr Hósvík, sum misti nógvar menn við “Nólsoy”. Eisini liggur Hósvík væl fyri hjá fólki úr teimum mest raktu plássunum norðanfjørðs, um tey hava hug at koma við.
Edvard Hermansen og Theodor Olsen, prestur, koma at hava orðið. Báðir hava ættarfólk umrødd í bók­ini. Martin Joensen, sum eisini er ein avvarðandi, kemur at syngja. Bygdaráðið bjóðar ein drekkamunn. Bókin verður at fáa til ein serprís.
----------
Komandi partur
Komandi partur kemur um tvær vikur, og tá byrjar ein røð við frásøgn hjá 92 ára gomlu Hensiu Jacobsen í Syðrugøtu, ættað úr Streymnesi.