hvørjar tænastur vit skulu gjalda fyri. Og so verður eisini nevnt at breiðka skattagrundarlagið við tilfeingisgjaldi og ognarskatti og at skipa fiskivinnuna, so hon virkar eftir marknaðarligum treytum [...] trygdarskeið á Trygdardeplinum í Klaksvík. Kæra er komin, tí at privati Sjódepilin í Havn kennir tað sum kappingaravlaging, at almenni stovnurin í Klaksvík kann veita hesi skeið langt undir [...] so fær Fiskimálaráðið bót hvørja viku. Tað er ikki sørt margháttligur politikkur, at tað almenna gongur á odda at stuðla undir kappingaravlaging á henda hátt. Vit hava fyrr nevnt okkara egnu støðu
fimmsettarar, og so jøvn, sum liðini tykjast vera, er slett ikki óhugsandi, at fimm sett eisini skulu til, áðrenn vit leygardagin fáa at vita, um tað verður SÍ ella Mjølnir, ið verður føroyameistari í mansf [...] leygardagin var ikki nakað serligt at reypa av, og serliga Mjølnir kom illa burtur úr honum. Klaksvíkingarnir vunnu fyrsta sett 25-19, og so svaraði SÍ aftur við at vinna annað sett 25-21, áðrenn liðini [...] uppiborið, 15-9. Síðstu tvey settini var klassamunur á, og Mjølnir sá hvørki út til at orka ella evna tað, sum skuldi til fyri at vinna á sørvingum. Vent í holuni Seinni dysturin, sum var spældur í gjár, byrjaði
Heðin Stenberg, ikki at svara uppá hví so er. – Hatta er ein ringur spurningur, og eg veit ikki, um eg dugi ikki at svara upp á hann. Venjarin segði við okkum í hálvleikinum, at vit skuldu koma sterkt [...] haldi eg at vit gjørdu. Vit skuldu kempa og tað gjørdu vit, so sum heild er hatta í lagi. Vit ætla okkum at gera tað betri enn í fjør, men vit mugu betra um verjupartin – og hvar er betri at gera tað, [...] Argjum, at teir frammanundan helst ikki høvdu verið ónøgdir við eitt stig. – Men sum gongdin var í fyrra hálvleiki, var tað øguliga súrt bara at fáa eitt stig. Í seinni hálvleiki segði venjarin, at vit á
ið EB/Streymur fer at vitja á Svangaskarði: – Tað rokna vit við verður ein undirhaldandi dystur. Tað er greitt, at teir í Sundalagnum hava vunnið silvurmerkini, og tað er greitt, at vit ikki flyta niður [...] niður, staðfesti Jann Ingi Petersen. Øssur við aftur At toftamenn hava havt nógvar skaðar at dragast við, og at Jónleif Højgaard, sum higartil í ár hevur verið fastur fúsur á miðvallarplássinum í høgru, [...] í Sørvági, tá ið tað eydnaðist teirra liðið við 1-0 sigri at tryggja sær pláss í femstu røð næsta kappingarár. B68 sigurin bar við sær, at tað, sum leingi hevur ligið í kortunum, nú er ástøðiligur
Føroya, sum er óheftur av seráhugamálum«, siga teir. Og púra rætt hava teir. Av tí at tað ikki er loyvt at hava lýsingar í eini sending, so varð Veðrið tikið burtur úr Degi & Viku, tá Trygg [...] rfelagið bleiv sponsorur hjá Veðrinum, sum er ein sjálvstøðug sending. Teir vísa á, at hetta við at verða óheft av seráhugamálum er ein meginregla í fjølmiðlaløgfrøði og siðvenju [...] og "Leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið" og at sambært "Leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið", punkt 4.12, eigur Sosialurin at rætta skeivu upplýsingarnar skjótast gjørligt
Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi at skipið fór at leka. Teir máttu fara í gummibátin og vórðu tiknir upp av trolaranum Sancy. Sigmund fór tá ikki til sjós aftur. Hann fór at arbeiða á flakavirki. Men hann [...] mátti gevast at arbeiða. Ein túr fekk hann tó aftur. Hetta var við sluppini Jóhannu, sum til minnis um, at 60 ár vóru liðin síðan krígslok í 2005, fór ein “krígssiglaratúr” til Íslands at keypa fisk og [...] hjá N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum hann seinni kom at samráðast við. Sigmund var við “Godthaab”, tá ið teir sigldu á eitt ísfjall, og teir júst kláraðu at halda lens, meðan teir sigldu til lands. Í 1967 keypti
HB leguni yvir, at tað eydnaðist at halda tørn um fjarstøðuna til grannarnar í B36. Í evstu løtu var tað um reppið, at B36 skoraði sigursmálið, men tað eydnaðist ikki Bjarka C. Nielsen at vinna úrtøku burtur [...] fyrstu ferð síðani 16. mai, og sum nú hwevur skorað trý mál. Tað sá eina løtu út til, at tað fór at eydnast árstalsfelagnum at vinna fulla úrtøku, men soleiðis endaði tað ikki. Higartil í ár hevur tað á ongan [...] mitt fyri málinum, men hann tóktist ikki at gáa um, hvussu leysur hann var, og so var skotið ov jánkasligt, og tað var lætt hjá Teiti Matras Gestsson i HB málinum at bjarga. Fimm minuttir eftir steðgin var
eisini víst á, at tað er stórt sæð sami prísur fyri elbussar sum fyri dieselbussar! Orsøkin til hetta er, at hóast elbussarnir kosta meir í innkeypsprísi, er raksturin væl bíligari, og at tað er minni av [...] eru veruliga ein sólskinssøga. Mangt bendir á, at støðan er líknandi í Føroyum, tí streymurin er longu væl bíligari enn olja, umframt at elbussarnir fara at brúka yvirskotsstreym frá SEV, sum er uppaftur [...] eigur eisini at halda fast við orkupolitikkinum og byrja fyrireikingina til eina elbussleið saman við øllum teimum viðkomandi pørtunum t.e. SEV, Umhvørvisstovan, komandi aktøri o.s.fr., soleiðis at endaliga
hugsjón og ábyrgd Vit í Tjóðveldi fara at gera alt fyri at bøta um skaðan nú – og at gera alt fyri at fáa nýggja stjórn og politikk í landinum. Hetta má ikki sleppa at halda fram. Hetta ber bara til í einum [...] á Tvøroyri, Føroya Húsarhaldsskúla og Tekniska skúla í Klaksvík. At fyrireika Suðuroyartunnil. At fyrireika endurvenjingarmiðstøð og at taka fleiri sjúkrarøktarfrøðisnæmingar inn. Og ein lítil hækking [...] eg skilji ei, hvussu tað ber til, at vit lótu okkar’ ríkidømi søpla uttan skil, at vit trúðu spekulantunum, og trúgva teimum enn...” Og sum teir siga í niðurlagnum, at tað er tí: “Vit reka so miðleys her
fyrimyndir hevði eg við mær, tá ið kom til Klaksvíkar at starvast í 1987. Men tað var skjótt, at eg beit merki í Jónbjørg, sum skaraði heilt framúr – uttan at taka nakað frá nøkrum av hinum. Hennara líki [...] nsligu eginleikar við hóvligum og sáttligum lyndi, ikki at tala ilt um onnur, ikki at breðgja sær av nøkrum, men stillisliga og dugnaliga at greiða settan gerning við góðum yvirbrái, var hennara styrki [...] kæru at gleða og fjálga um síni við tí húsliga. Og har komu eisini nógv fólk á gátt. Ja, stundum tyktist heimið sum ein onnur matstova. Tí maðurin, dreingirnir og hópin av lærlingum komu tíðum at fáa