Mest sum uttan undantak verða mál skorað, tá ið tað er grannauppgerð í Gundadali, og so ofta endar tað javnt. Soleiðis var tað eisini í kvøld. Úrslitið var 2-2, eftir at fyrri hálvleikur var endaður málleysur.
Talan var um javna uppgerð, har tað vóru spentar støður í báðum brotsteigunum, og har B36, sum í kvøld átti heimavøll, hevði fleiri stórar møguleikar, enn HB hevði.
Bæði liðini høvdu stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tann størsta av øllum hevði Uros Stojanov, tá ið hann var púra leysur mitt fyri málinum, men hann tóktist ikki at gáa um, hvussu leysur hann var, og so var skotið ov jánkasligt, og tað var lætt hjá Teiti Matras Gestsson i HB málinum at bjarga.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað HB, sum legði seg á odda 1-0. Tað vóru verjuspælararnir, sum áttu málið, tí tað var vongverjin í vinstru, Daniel Johansen, sum átti uppleggið, og tað var miðverjin Hørður H. Askham, sum skoraði.
Hetta var annað málið hjá Hørði í ár. Tað fyrra skoraði hann á summarmála, tá ið HB á heimavølli vann 6-1 ímóti ÍF.
HB leiðslan helt, inntil tað restaðu 20 minuttir. So var Uros Stojanov upp á spæl, tá ið hann javnaði til 1-1. Uppleggið átti Hannes Agnarsson. Hetta var góða løtan hjá B36, tí fimm minuttir undan leikloki legði B36 seg á sigurskós. Andrass Johansen, sum av álvara hevur vunnið seg til fast pláss á framrættaða miðvøllinum, skoraði til 2-1. Uppleggið átti Bjari C. Nielsen, sum aftur í kvøld var á beinkinum og innskiftur tríggjar minuttir undan, at hann legði upp til leiðslumálið. Í vinstru fekk hann loyvi at reka langt fram, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Andrassi Johansen, sum skoraði fyri fyrstu ferð síðani 16. mai, og sum nú hwevur skorað trý mál.
Tað sá eina løtu út til, at tað fór at eydnast árstalsfelagnum at vinna fulla úrtøku, men soleiðis endaði tað ikki. Higartil í ár hevur tað á ongan hátt roynst so væl hjá Hilmari Leon Jakobsen, sum tað gjørdi í fjør, tá ið hann var heilt eyðsýndur í sigursgongdini hjá HB, sum bar gull við sær bæði í landskappingini og steypakappingini.
Í kvøld var tað Hilmar Leon Jakobsen, sum fyri HB javnaði til 2-2, tá ið klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina. Uppleggið átti Pætur J. Petersen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, og sum var á vøllinum allan dystin á tamb.
Fagnaðurin var stórur í HB leguni yvir, at tað eydnaðist at halda tørn um fjarstøðuna til grannarnar í B36. Í evstu løtu var tað um reppið, at B36 skoraði sigursmálið, men tað eydnaðist ikki Bjarka C. Nielsen at vinna úrtøku burtur úr stóra møguleikanum.
Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 35 stig fyri 20 dystir, og at HB hevur 34 stig fyri 18 dystir.