So løgið skuldi tað vera. Bert nakar tímar eftir minningarhaldið um abbasonin við sama navni, andaðist Sigmund Hentze av Sandi, 80 ára gamal.
Meðan abbasonurin varð ryktur burtur í sínum besta blóma, var Sigmund nú komin upp í árini og var blivin heilsuveikur. Soleiðis kann lívið eisini laga seg.
Sum so nógvir í hansara aldri var Sigmund fiskimaður stóran part av sínum virkna lívi. Hann fór í 1947 til skips við “Elin” úr Vági. Men aftaná fór hann eitt skeið at virka royðugrót í Nólsoy. Hetta var tá ein av okkara útflutningsvørum, og grótið varð nýtt til málingaframleiðslu.
Tey næstu nógvu árini var Sigmund við suðuroyaskipum. Fyrst hjá teimum á Løghamri í Vági og seinnu árini hjá N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum hann seinni kom at samráðast við.
Sigmund var við “Godthaab”, tá ið teir sigldu á eitt ísfjall, og teir júst kláraðu at halda lens, meðan teir sigldu til lands.
Í 1967 keypti Sigmund saman við beiggjanum Demmus og sváginum Henry Olsen bátin Pollur frá Kjølbro. Tað gekk væl hjá teimum, men í 1986 sakk Pollur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi at skipið fór at leka. Teir máttu fara í gummibátin og vórðu tiknir upp av trolaranum Sancy. Sigmund fór tá ikki til sjós aftur.
Hann fór at arbeiða á flakavirki. Men hann fekk eftir nøkur ár eitt bakkast, og hann mátti gevast at arbeiða.
Ein túr fekk hann tó aftur. Hetta var við sluppini Jóhannu, sum til minnis um, at 60 ár vóru liðin síðan krígslok í 2005, fór ein “krígssiglaratúr” til Íslands at keypa fisk og síðan til Aberdeen at landa. Hendan túrin umboðaði hann fiskimannafelagið saman við Sigurð Joensen úr Oyndarfirði. Hetta var eitt stórt upplivilsi hjá Sigmundi.
Okkara kennskapur stavaði frá tí, at hann í eini 35 ár var álitismaður í Føroya Fiskimannafelag. Fyrst sum sóknarformaður á Sandi og síðan eisini sum sýsluformaður fyri Sandoyar sýslu.
Tískil hevur Sigmund verið við til at fremja øll tey framstig, sum eru hend hjá fiskimonnum hesa tíðina.
Sigmund var ein álitismaður út í odd og egg. Altíð var hann við tí góða orðinum, so seint sum tá vit hittust fyri nøkrum fáum vikum síðani, tá ið støðan ikki var so góð. Sigmund var ein av teimum sum “bygdu land”, bæði so og so. Hann var loyalur, trúfastur og góður at vera saman við, og tað var ikki svik skapt í honum.
Sigmund giftist við Ingrid úr Sumba í 1959. Hon hevur vissuliga verið Sigmundi ein góð kona. Tey hava havt eitt gott heim, og tað var stuttligt, tá komið varð á teirra leiðir, at kunna støkka inn á gólvið.
Ingrid og Sigmund fingu fýra børn: Virgar, Kristinu, Sámal og Eli. Abbabørnini vóru 13, inntil ólukkuna, sum kostaði abbasoninum Sigmundi lívi. Hetta hevur rakt hart hjá teimum øllum. Men ein troyst var kortini tað góða ummæli, sum Sigmund fekk frá øllum, sum tað eisini kom fram á minningarhaldinum á Eiði sunnudagin.
Langabbi var Sigmund eisini blivin.
Ærað veri minni um teir báðar Sigmund og Sigmund.
-----
Óli