Toftamenn lættir um hjartað

At tað eydnaðist at skora beinanvegin bar við sær, at tað bar til hjá B68 – við 40 ára gamla Øssuri Hansen á vinsta vongverja – at binda um og at bíða eftir heimaliðnum, sum ikki megnaði at vísa tyng og brodd í álopspartinum

Trúføstu viðhaldsfólkini hjá B68 vóru ikki so fá, sum vóru eygnavitni við vøllin á Dunga­sandi í Sørvági, tá ið tað eydnaðist teirra liðið við 1-0 sigri at tryggja sær pláss í femstu røð næsta kapp­ingarár.
B68 sigurin bar við sær, at tað, sum leingi hevur ligið í kort­unum, nú er ástøðiligur veru­leiki: 07 Vestur skal næsta ár spæla í næstbestu deildini. Har­við var steðgurin hesa ferð í fremstu røð bara eitt ár.
Tað var nóg mikið hjá tofta­monnum at vinna eitt stig fyri at tryggja sær plássið í bestu deild­ini. Stóri pinnur hevði bara verið eina ferð runt, tá ið fyritreytirnar gjørdust uppaftur betur.
Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Kristiani Anton Andreasen royndi Remi Lang­gaard ímóti málinum. Bólturin varð blokeraður, og so var Oddur Højgaard, sum oftast hevur verið í verjuni í ár, og sum í dag var fremsti maður, fyrstur á retur­bóltinum og setti bóltin inn um Hans Jørgensen.
At B68 var komið framum hevði ávirkan á dystargongdina.
– Vit løgdu okkum eftir tryggu loysnini. Vit bundu um í verju­partinum, vit lógu nokk so aftarlaga, og so royndu vit við longum sendingum fram til teir fremstu. Talan var ikki um vakrasta avrikið í ár, men tað bar trý stig við sær, og tað var tað, sum vit fóru vestur fyri at vinna. So hetta var, sum tað skuldi verða, staðfesti B68 miðvallarin og liðformaðurin Jann Ingi Petersen eftir dystarlok.
07 Vestur hevði bóltin størsta partin av tíðini. Spælið var ikki serliga væl skipað, men heima­liðið spældi seg til onkrar stórar møguleikar. Tann størsta hevði toppskjúttin Clayton Soares í 2. hálvleiki, men úr góðari støðu setti hann bóltin skeivu megin stólpan aftan fyri Tórð Thomsen.
– Nú er stóra trýstið, sum sein­astu nógvu vikurnar hevur verið á okkum, farið, og tað kennist sum stórur lætti, staðfesti B68 lið­formaðurin, sum sigur seg gleða seg til leygardagin, tá ið EB/Streymur fer at vitja á Svanga­skarði:
– Tað rokna vit við verður ein undirhaldandi dystur. Tað er greitt, at teir í Sundalagnum hava vunnið silvurmerkini, og tað er greitt, at vit ikki flyta niður, staðfesti Jann Ingi Petersen.

Øssur við aftur
At toftamenn hava havt nógvar skaðar at dragast við, og at Jónleif Højgaard, sum higartil í ár hevur verið fastur fúsur á mið­vallarplássinum í høgru, var leikbannaður, bar fleiri um­skip­ingar við sær.
Saman við Jann Inga Petersen var Christian Stokholm, sum higartil hevur verið miðverji, á sentrala miðvøllinum. Super­vete­ranurin, 40 ára gamli Øssur Hansen, sum í fjør bað farvæl við fót­bólt á hægsta støði, og sum síðani í summar hevur verið hjálparvenjari hjá Bill Jacobsen, var hesa ferð á vinstra vong­verja.
Tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var stórur fagnaður í reyðu leguni, meðan tað tóktist sum um, at veruleikin, at tað ikki verður sunnu­dagsfótbóltur í Vágum næsta ár, ikki kom so óvæntað.