Mjølnir kom sterkt aftur

Eftir fyrra dystin leygardagin sá einki út hjá klaksvíkingum, sum tvey tey síðstu settini blivu sópaður av vøllinum. Men í gjár høvdu teir lisið væl uppá og megnaðu at vinna á SÍ, so FM-heitið ikki verður avgjørt fyrr enn leygardagin í triðja finaludystinum á Giljanesi

Báðar mansfinalurnar á Eiði um vikuskiftið blivu fimmsettarar, og so jøvn, sum liðini tykjast vera, er slett ikki óhugsandi, at fimm sett eisini skulu til, áðrenn vit leygardagin fáa at vita, um tað verður SÍ ella Mjølnir, ið verður føroyameistari í mansflogbóltinum í vetur.
Dysturin leygardagin var ikki nakað serligt at reypa av, og serliga Mjølnir kom illa burtur úr honum. Klaksvíkingarnir vunnu fyrsta sett 25-19, og so svaraði SÍ aftur við at vinna annað sett 25-21, áðrenn liðini spældu eitt maratonssett, sum ikki endaði, fyrr enn Mjølnir hevði vunnið tað 30-28.
Men tá so fjórða sett kom, var tað SÍ, ið sat á øllum og ongantíð loyvdi Mjølnir upp í part. Beinanvegin struku sørvingar avstað, og teir bókstaviliga vundu burtur úr Mjølnir, 25-12, sum hevði fingið eitt gult kort í triðja setti og aftur fekk eitt í fjórða, samstundis sum orkan sá út til at verða brúkt til alt annað enn flogbóltsspælið.
Í fimta setti var sama gongdin, og SÍ var snøgt sagt betri á øllum økjum og vann bæði sannførandi og uppiborið, 15-9. Síðstu tvey settini var klassamunur á, og Mjølnir sá hvørki út til at orka ella evna tað, sum skuldi til fyri at vinna á sørvingum.

Vent í holuni
Seinni dysturin, sum var spældur í gjár, byrjaði nakað líknandi dystinum dagin fyri, tí Mjølnir vann fyrsta sett 25-17, og so tók SÍ annað sett 25-19. Serliga í øðrum setti vóru nógvar og góðar duellir, sum gjørdu tað stak undirhaldandi og spennandi hjá áskoðarunum.
Hetta helt fram í triðja setti, har SÍ fyrst á út til at fara avstað, men ikki ordiliga slapp, fyrr enn eftir at støðan hevði verið 16-17. Tá fekk Mjølnir ikki ordiliga fylgt við meira, og SÍ vann setti 25-20.
Í triðja setti var øgiliga javnt allan vegin uppeftir, men eitt skifti sá út til, at Mjølnir fekk skapt eitt hol niður til SÍ. Men í evstu løtu komu sørvingar afturíaftur, og eitt skifti vóru bara tvey stig á muni, áðrenn Mjølnir fór við settinum og vann 25-22.
Øvugt var í fimta settinum, tá SÍ byrjaði betur og kom framum 4-1 og helt munin fram til 7-3. Men so hevði Mjølnir hug at nærkast, men slapp bara ikki framum. Fleiri ferðir var javnleikur, men tað var alla tíðina SÍ, sum fór framum aftur, líka til støðan var 12-12. Tá eydnaðist Mjølnir at toga seg framum, og SÍ megnaði ongantíð at svara aftur, og so vann Mjølnir settið 15-13 og dystin 3-2.
Frøin á klaksvíkingunum var øgilig inni á vøllinum, tí teir vóru í veruleikanum komnir sterkt aftur og fingu víst, at alt kann henda í einari finalu. Leygardagin sóu teir lidnir út, men í gjár raknaðu teir við aftur, so tí kann eisini alt henda, tá SÍ og Mjølnir spæla triðju og altavgerandi FM-finaluna í ítróttarhøllini á Giljanesi leygardagin klokkan 15.30.