Jógvan Durhuus deyður 87 ára gamal

Fríggjadagin andaðist Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður úr Vestmanna, 87 ára gamal

Jógvan Olafsson Durhuus varð føddur í Vestmanna 19. februar 1938. Hann starvaðist sum postavgreiðslumaður og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur studentsprógv, og hann sat í nøkur ár í nevndini fyri Tryggingarsamband Føroya. 

Jógvan Durhuus var giftur við Hervør Hanusardóttir Durhuus (fødd Høgadalsá), dóttir Hanus við Høgadalsá, sum eisini er fyrrverandi politikari fyri Tjóðveldisflokkin.

Jógvan Durhuus sat á Løgtingið tíðarskeiðini 1970-1980, 1984-1990 og 1994-2002, burtursæð frá skeiðunum sum landsstýrismaður 1985-1989, tá hann hevði farloyvi úr Løgtinginum. Hann var valdur í Norðsteymoyar valdømi. 

Jógvan Durhuus var landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðharri frá 1985 til 1988, og síðan landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðharri frá 1988 til 1989. Hetta tíðarskeiðið var hann eisini varaløgmaður, og Øssur av Steinum møtti á Tingi fyri hann. 

Hann var limur í Útnorðurráðnum frá 1996–2001, og var formaður í ráðnum frá 1999 til 2000.