Kári Durhuus, tíðindaleiðari og Høgni í Jákupsstovu, redaktiónsleiðari, siga, at pástandurin er faktuelt skeivur:
»Dagur & Vika hevur ongan sponsor, tí talan er um óhefta tíðindasending, ið er partur av samlaða tíðindaflutninginum í Kringvarpi Føroya, sum er óheftur av seráhugamálum«, siga teir.
Og púra rætt hava teir. Av tí at tað ikki er loyvt at hava lýsingar í eini sending, so varð Veðrið tikið burtur úr Degi & Viku, tá Tryggingarfelagið bleiv sponsorur hjá Veðrinum, sum er ein sjálvstøðug sending.
Teir vísa á, at hetta við at verða óheft av seráhugamálum er ein meginregla í fjølmiðlaløgfrøði og siðvenju, sum m. a. gongur aftur í Kringvarpslógini, Public Service-sáttmálanum og "Leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið" og at sambært "Leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið", punkt 4.12, eigur Sosialurin at rætta skeivu upplýsingarnar skjótast gjørligt.
– Og tað gera vit hervið treytaleyst!
Kári Durhuus og Høgni í Jákupsstovu vísa samstundis á, at tað annars eru redaktionellar avgerðir hjá báðum redaktiónum á Tíðindadeildini, sum eru avgerandi fyri, hvørt eitt mál verður tikið upp ella ikki.
– Tað er ikki eitt sjálvstøðugt "kriterie" at taka málið upp, bara tí aðrir miðlar hava skrivað um tað. Sostatt er tað ein grov skuldseting mótvegis Tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya at leggja Tíðindadeildina undir ikki at viðgera Tryggingarfelagið Føroyar, tí Tryggingarfelagið sponsorerar veðrið og møguliga lýsir í Kringvarpinum. Hvørki veðrið ella lýsingavirksemið hava nakað við tíðindaflutningin at gera. Hendan skuldsetingin er brot á "Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið", siga teir.
Vit viðganga, at hetta var ein »illavorðin« insinuering. Men hondina á hjartað, hetta var bara eitt prik – ikki endiliga til Kringvarpið, men meira til politisku skipanina, sum gevur Kringvarpinum so vánaligar sømdir, at okkara almenna public service kringvarp skal grundast á kommersielt virksemi. Tað er ikki hóskandi, og skommin er hjá politikarum og ikki hjá dugnaligum kringvarpsfólkum:
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri