AB-B71 3-3 (0-2)
Fótbóltur: Hóast tað var illveður kring landið, so vóru fótbóltslíkindini heilt góð á Argjum, tá teir gulu og bláu av Sandoynni vitjaðu. Argjamenn høvdu eitt gott kappingarár í fjør og fólki er áleið tað sama í ár. Tí mundi AB verða ein lítil favorittur ímóti uppflytarunum B71.
Í fyrra hálvleiki vísti B71 tó, at stórtapið á Toftum í fyrsta umfari ikki vísti røttu myndina av B71. Tað leikaði javnt á, men framman fyri málinum vóru sandoyingar teir stinnaru og løgdu seg á odda bæði 1-0 og 2-0.
Liðskiparin í álopinum hjá B71, Símín Hansen, hevði eina roynd á málið hjá Heðini Stenberg, áðrenn bólturin endaði Mads Hentze, sum staddur mitt fyri, árakað brotssteigarmarkið, sendi bóltin við vinstra beini dygst úti við stongina til 1-0. Stutt fyri hálvleik sendi ein AB-verjuspælari bóltin beint í føturnar á Mads Hentze, sum driblaði fram við trimum AB-arum, áðrenn hann tveitti seg fram og prikaði bóltin í málið til 2-0.
AB raknaði við
Argjamenn byrjaðu seinna hálvleik við at leggja trýst á B71, sum nú ikki megnaði svara aftur, og tað endaði við, at innskifti Gunnar Haraldsen kundi stúta eitt hornaspark frá Dion Splidt í mál.
Dómarin hevði ikki meiri enn bríkslað dystin í gongd aftur, so skoraðu argjamenn enn eina ferð. Bólturin endaði hjá Stig-Roar Søbstad, ið var staddur tætt undir málinum og ikki hevði stórvegis trupulleikar við at skora.
Nú vaknaðu sandoyingar við av nýggjum og fóru aftur at spæla fótbólt. Eftir eitt hornaspark kundi Bojan Zivic leggja B71 á odda 3-2, men so gekk aftur bara ein lítið løta, so høvdu argjamenn javnað. Dion Splidt sendi bóltin innfyri úr høgru, har Stig-Roar stóð leysur við handaru stong og skoraði til endaliga úrsltið 3-3.
Nøgd og ónøgd
Hóast AB higartil hevur skorað seks mál, so er tað bara blivið til eitt stig. Eftir dystin dugdi málverjin, Heðin Stenberg, ikki at svara uppá hví so er.
– Hatta er ein ringur spurningur, og eg veit ikki, um eg dugi ikki at svara upp á hann. Venjarin segði við okkum í hálvleikinum, at vit skuldu koma sterkt aftur og tað haldi eg at vit gjørdu. Vit skuldu kempa og tað gjørdu vit, so sum heild er hatta í lagi. Vit ætla okkum at gera tað betri enn í fjør, men vit mugu betra um verjupartin – og hvar er betri at gera tað, enn í Gundadali ímóti HB, sigur ein smílandi Heðin.
Mikkjal Hentze, miðvallarspælari hjá B71, ásannaði eftir dystin á Argjum, at teir frammanundan helst ikki høvdu verið ónøgdir við eitt stig.
– Men sum gongdin var í fyrra hálvleiki, var tað øguliga súrt bara at fáa eitt stig. Í seinni hálvleiki segði venjarin, at vit á miðjuni skuldu hjálpa verjuni við longu sendingunum frá argjamonnum, men vit fullu kanska for langt aftur. Vit mangla kanska eitt sindur av rutinu, staðfesti Mikkjal Hentze.