tingmannabýti, so skal talið á eykavaldum hækkast. Stýrisskipanarlógin sigur, at hámarkstalið á tingmonnum er 33, og um lógin ikki skal broytast, so er bara møguleiki at hækka talið á eykavaldum úr fimm og í [...] Suðuroy, sum teir bara vóru fimm atkvøður frá at fáa, vísir Jóannes Hansen á. Valskipanin var eisini vinarlig móti fólkaflokkinum á valinum fyri fýra árum síðani. Tá var samantalda atkvøðutalið hjá fólkaflokkinum [...] valskipan, sum í prinsippinum skal vera trygd fyri, at lutfallið í umboðanini á tingi er í samsvari við undirtøkuna, sum flokkarnir hava á valinum. Samstundis skal tað verða trygd fyri, at geografiska býtið er
Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum. Sum ein byrjan at fáa Norðurlandahúsið meiri út á bygdirnar var stýrisfundurin í ár hildin [...] Sumba, sum umboðar Suðuroynna í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið, hevur fýlst á, at so fá tiltøk eru úti á bygd, og kanska serliga fá eru í Suðuroynni. Hesum hevur stýrið fyri húsið tikið til [...] Vestergaard, sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum og Ingier Petersen, sum var ferðaleiðari á Suðuroyarferðini hjá stýrinum, við á fundinum í Øravík, tá ið Norðurlandahúsið hitti umboðini fyri tær ymsu kommunurnar
heimaliðið vildi vinna. Teir arbeiddu knallhart á miðvøllinum, har Símun Joensen og Marek Wierzbicki fingu fatur á nógvum. Verjan riggaði væl við Eyðun og Harley á bakkunum, meðan Ove og Jan tóku sær av framherjunum [...] baklinjuni og í føvningin á málverjanum hjá Skála. Fáir kontra-møguleikar Skála sýndi hinvegin ikki so øgiliga nógv av tí spælinum, sum hevur ført teir heilt upp á tindin í ár. Press-spælið á miðvøllinum var ikki [...] Alexandur Johansen feldur í gjøgnumbrotsroynd á brotsteigarmarkinum. Slík fríspørk plaga at liggja væl fyri hjá Skála, sum hevur upp til fleiri serfrøðingar á økinum. Men hesa ferð vóru marginalarnir ikki
millum nógvar aðrar. - Og tá ið hann so hevði sagt hetta á flótandi týskum , umsetti hann tað á sín serliga hátt: "Tú - humor er svimjibeltið á lívsins havi! "-Hetta tori eg at siga ,at Hjørleif trúði [...] eru nógv runt um á Tvøroyri.-Eg visti ikki so nógv um júst hetta ,tá ið hann eina ferð kom norður til Havnar at verað við í eini útvarpssending. Eg fór oman á Smyril eftir honum og á veg niðan spyr hann [...] síðum. -Fyrst gjørdist hann sjálvur sjúkur av tuberklum á ungum árum , og síðan gjørdist konan Inger (tað vælsignaða skinn) - álvarsliga sjúk á ungum árum og endaði í rullustóli. - Men hetta tók ikki mótið
- Undir einum valstríðið fyri nøkrum árum síðan gekk Kristjan á Neystabø runt í Havnini og hongdi A3-plakatir við mynd av sær sjálvum á upp á lyktapelar. Tað varnaðist mann, og tað var av summum hildið [...] varnast eina ávísa detalju hjá Fólkaflokkinum. Mann sær hendurnar á øllum valevnunum á plakatunum. Men kortini er hetta ikki heilt rætt. - Á nærum øllum plakatum hjá Fólkaflokkinum sær mann hendurnar hjá [...] so kann tað gera tað sama, sigur Ingi Joensen, og peikar á eina stóra plakat hjá Finni Helmsdal. Plakatin er hvít við andlitinum hjá Finnuri á, og har er eingin annar tekstur enn Finnur Helmsdal, skrivað
Kyndil hevur alt kappingarárið ligið á odda í landskappingini, og var tað ikki fyri hoyvíkingar, vóru teir grønu úr Havn so mikið langt á odda, at eingin fekk fatur á teimum aftur. Men H71 hevur nú í fýra [...] stinnar, og at menn vildu berjast fyri sakini, sást á øllum brøgdum. Bæði liðini høvdu trupulleikar við at spæla seg ígjøgnum verjurnar, og tað gekk ógvuliga striltið við at fáa bóltin í mál. Tá ið fyrri [...] kyndilsmonnum, og tað eydnaðist ongantíð Kyndil at fáa fatur á H71 aftur, tað ið eftir var av dystinum. Hoyvíkingar vóru eitt vet dugnaligari at skora upp á sínar møguleikar, meðan tað í hinum endanum tóktist nærum
skúlarnar verða býttir eftir. Á hesum tíðindafundi varð víst á, hvussu meint hetta rakar Vestmanna Skúla og aðrar líknandi skúlar. Kl. 10.50 fríggjamorgunin møtti leiðsla skúlans á MMS. Leiðslan hevði tikið [...] vísa á viðurskifti viðvíkjandi tíma- og lærugreinabýtinum, sum skúlarnir hava at halda seg til, men fekk ikki orðað seg lidnað, tí tá stóð mentamálaráðharrin uppi á gólvinum og bað hana sleppa sær á dyr [...] um viðurskiftini, men fólk vóru ógvuliga misjøvn á máli um viðurskiftini. Eitt av hesum málunum var, at Poul Nolsøe metti, at vit í Vestmanna Skúla vóru á skeivari leið, tí at vit høvdu ført fram, at vit
upp á pláss. Fríggjadagin var tað jú sum kunnugt soleiðis, at teir komu beina leið av flogvøllinum til dystin. Eisini varð ført fram, at føroyski sigurin fríggjadagin í stóran mun var grundaður á stórspæl [...] Jóhan, tí í føroyska málinum stóð Óla Kristian Djurhuus, tá dysturin byrjaði. At byrja við, gekk rættuliga javnt á millum liðini. Føroyringar royndu einar tvær ferðir at toga seg fram um mótstøðuliðið, men [...] sjey mál á muni, tá avtornaði. Palli Joensen nýtti eisini høvi til at lata Jens Skipagøta royna seg eina løtu í málinum, men einki tóktist at rigga hjá hoyvíkinginum hendan dagin. Broytingar á liðnum Í
leiðslan á Landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgdina av, at brunatrygdin í húsinum er á einum líkinda støði. Fyri trimum árum síðani gjørdi Dansk Brandteknisk Institut vart við, at brunatrygdin á Landssj [...] árið eftir og tá kemur meiri enn so fyri, at eitt arbeiði stendur í hálvum gekk, sigur Suni Rasmussen og vísir á trapputornini á B74 og B75. Ætlanin var at umvæla bæði tornini, men tað skuldi gerast í hvør [...] hava ikki slept trygdini upp á fjall, tí vit hava havt nógv fólk á brandskeiði. Men tað er rætt, at vit hava onga tilbúgvingarætlan fyri sjálvt sjúkrahúsið og hon skal fáast upp á pláss sum skjótast, sigur
Magnussen, sum vísti á, at teir høvdu keyptu partrolaran Gullberg, úr Vestmanna, sum varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1991. Jógvan Adolf Johannesen, sáli, var fúsur og gekk á odda í hesum arbeiði; [...] og skulu nú ganga í fótasporunum hjá teimum, ið undan fóru. Á gamla Eysturbúgvanum hava góðir og dugnaligir menn staðið á brúnni eins væl og á dekkinum, og hesir hava ført stórar nøgdir av fiski til lands [...] skipið, sum nú liggur við havsins botn. Sjálv hendingin, tá skipið sakk, setti eisini sín dám á hátíðarløtuna á Sandi henda dagin. Føroyar vóru í einari djúpari kreppu, tá menn tóku seg saman at keypa skip