Bygdarfólk skulu nú fáa størri gleði av Norðurlandahúsinum

? Ætlanin er at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum

? Ætlanin er at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum


Áki Bertholdsen


Næsta ár eru 15 ár síðani Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu.

Í hesum sambandi verða nógv tiltøk í húsinum. Men ætlanin er, at Norðurlandahúsið skal hava fleiri tiltøk á bygd so at tað kann liva upp til navn sítt sum Norðurlandahúsið í Føroyum.

Sum ein byrjan at fáa Norðurlandahúsið meiri út á bygdirnar var stýrisfundurin í ár hildin úti í bygd fyri fyrstu ferð.

Dánjal Johan Lisberg í Sumba, sum umboðar Suðuroynna í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið, hevur fýlst á, at so fá tiltøk eru úti á bygd, og kanska serliga fá eru í Suðuroynni.

Hesum hevur stýrið fyri húsið tikið til eftirtektar og gjørdi av at leggja árliga stýrisfundin í ár í Suðuroynni.

Í sambandi við fundin varð stýrið í oynni í tveir dagar herfyri og vitjaði í øllum bygdum at kanna umstøðurnar og, um høli eru í teimum ymsu bygdunum, sum tað ber til at hava tiltøk í.

Stýrisfundurin var á Hotellinum í Øravík herfyri og tá nýtti stýrið fyri húsið eisini høvi at hitta umboð fyri allar kommunurnar í Suðuroynni.

Norðurlandahúsið varð tikið í brúk í 1983, men tað var longu í 1972 at Erlendur Patursson skeyt upp í Norðurlandaráðnum at fáa eitt slíkt hús í Føroyum.

Nú er finnlendingurin Peter Turtschaninoff stjóri í húsinum.

Í stýrinum fyri húsið eru Christian Slotte úr Finnlandi, Helvin Høst úr Danmark, Bjørn Bjørnsson úr Íslandi, Lars Klevstrand úr Noregi og Bengt Gøransson úr Svøríki. Afturat teimum eru trý umboð úr Føroyum, Torbjørn Poulsen, Karin Kjølbro og Óli Mittún.

Umframt stýrið er ein ráðgevandi nevnd við 15 limum, sum umboða ymisk øki í landinum og ymisk mentanarøki.

Við á Ferðini í Suðuroy vóru Elspa Iversen, sum umboðar Eysturoynna, og Dánjal Johan Lisberg, sum umboðar Suðuroynna.

Men harafturat vóru Fróði Vestergaard, sum arbeiðir í Norðurlandahúsinum og Ingier Petersen, sum var ferðaleiðari á Suðuroyarferðini hjá stýrinum, við á fundinum í Øravík, tá ið Norðurlandahúsið hitti umboðini fyri tær ymsu kommunurnar í Suðuroynni.


Vælsignaðir dagar

Tann eini føroyski stýrislimurin, Karin Kjølbro, segði á fundinum, at tað hevði verið tveir vælsignaðir dagar í Suðuryonni og eitt satt upplivilsi at.

Hon, sum kom úr hinum endanum í Føroyum, hevði ikki verið so oftani í Suðuroy, men hon helt, at tað hevði borið væl til hjá Norðurlandahúsinum at havt fleiri tiltøk.

Finnlendingurin, Christian Slotte, sum leiddi fundin í Øravík, segði, at avgjørt var at fáa betri samstarv ílag ímillum Suðuroynna og Norðurlandahúsið.

Men hann sóknaðist eftir at fáa at vita, hvussu suðuroyingar sjálvir vildu hava hetta samstarvið og hann vísti á, at neyðugt er, at hetta samstarv gekk báðar vegir.

Stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff segði, at norðanfyri spurdu fólk ofta eftir suðuroyingum, serliga táið tey føroysku kvøldini vóru í Norðurlandahúsinum.

? Tað vísir seg, at fólk vilja hava føroyskan dans úr Suðuroynni, segði hann.

Hann ynskti tí eisini, at Suðuroyingar oftari komu norðureftir við tí, teir høvdu at vísa fram.

Hann greiddi eisini frá ymsum tiltøkum, sum verða í Norðurlandahúsinum komandi ár.

M.a. verður ein balta-vika í november, har listafólk úr teimum trimum Baltalondunum koma til Føroyar.

Hann helt t.d. at okkurt av teimum tiltøkununum kundu verið í Suðuroynni.

Trupult ferðasamband

Ført varð fram, at størsti trupulleikin við samstarvinum við Suðuroynna er tað vánaliga ferðasambandið.

Einar Larsen av Tvøroyri vísti á, at Norðurlandahúsið hevði ofta tiltøk sunnudag.

? Skuldu suðuroyingar fara á tey tiltøkini, skulu vit norður klokkan sjey leygarmogum og vit eru ikki heima aftur fyrrenn út ímóti midnátt sunnukvøldið.

Hann vónaði at Norðurlandahúsið í størri mun fór at skipa fyri tiltøkum sunnudag, tí so sluppu Suðuroyingar til og frá sama dag.

Einar Larsen helt eisini, at tað mangan tók ov langa tíð at fáa svar frá Norðurlandahúsinum uppá fyrispurningar um stuðul til ymisk tiltøk.

M.a. hevði hann fyri einum hálvum árið síðani biðið um stuðul til sangkórið Ljómur, men hóast hann hevði spurt eftir svarið, var einki komið enn.

Stjórin fyri Norðurlandahúsið segði, at slíkar umsóknir vórðu viðgjørdar undir einum fýra ferðir um árið.

Hann legði afturat, at Norðurlandahúsið er ikki ein stuðulsgrunnur, men at tey altíð vóru fús at leggja hús til og at ráðgeva.

Hann fortaldi eisini, at Norðurlandahúsið hevði eina upplýsingartænastu, sum Heidi í Dali stóð fyri, og har bar altíð til at spyrja um eitthvørt ivamál, og í mongum førum kundi hjálp og vegleiðing fáast haðani.

Har bar eisini til hjá skúlum at fáa ráð og vegleiðing um ymiskt.

Stjórin segði, at ætlanin er at leggja satørri dent á at upplýsa um tiltøkini hjá Norðurlandahúsinum, t.d. við at gera faldarar um, hvat fyriferst í húsinum.

Hereftir skal tað bera til hjá bygdafólki at leggja atgongumerki av til ymisk tiltøk, men Havnarfólk mugu enn sum áður sjálvi í Norðurlandahúsið at keypa atgongumerki.


Kappingarneyti

Einar Larsen vísti eisini á tað óhepna, at Norðurlandahúsið yvirtók virksemið hjá teimum føroysku feløgunum.

Hann sipaði m.a. til konsertfelagið og helt, at norðurlandahúsið hevði yvirtikið nógv virksemið hjá tí.

Hann visti ikki um tað var tí at Norðurlandahúsið breiddi seg longur enn bara til Norðurlond, men eisini vildi hava fólk aðrastaðni frá higar at hava konsertir.

Finnlendingurin, Christian Slotte helt tað vera gott, at slíkt kom fram, tí tað var alneyðugt at Norðurlandahúsið ikki kappaðist við onnur feløg sum virkaðu væl.

Hann helt tað vera rættari, at Norðurlandahúsið samstarvaði við slík feløg.


Kontaktráð

Niðurstøðan á fundinum var at velja eitt kontaktráð fyri alla Suðuroynna, sum skuldi virka fyri at fáa ílag betri samstarv ímillum Norðurlandahúsið og Suðuroynna.

Eitt umboð fyri hvørja kommunu kundi vera í hesum kontaktráð

Samstundis skuldi hetta ráðið koma við uppskotum til Norðurlandahúsið um, hvørji tiltøk suðuroyingar serliga hava áhuga fyri.

Dánjal Johan Lisberg úr Sumba skuldi skipafyri at fáa hetta kontaktráð sett á stovn.