Politikarnir vilja, at smáu valdømini skulu hava trygd fyri umboðan í løgtinginum, sum er størri, enn tey lutfalsliga eiga rætt til. Hetta kom týðuliga til sjóndar, tá vallógin varð broytt í 1978, og síðani tá er tað meiri enn eina ferð staðfest, at skipanin inniber møguleikar fyri, at býtið av tingmonnum millum flokkarnar ikki er í samsvar við atkvøðubýti.
Hetta sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur og viðmerkjari í sjónvarpinum valkvøldið.
? Tað verður ofta tikið til, at tann flokkurin, sum fær eitt gott úrslit í fleiri av teimum smáu valdømunum, vinnur valið, og tað sóu vit aftur hesa ferð. Fólkaflokkurin vann annan mannin í Sandoy, Vágum og í Norðurstreymi, og tað gjørdi, at teir fingu ein fjórðing av tingmanningini, meðan atkvøðubýtið millum flokkarnar segði, at teir áttu ein góðan fimting. Og úrtøkan hjá teimum kundi verið uppaftur betri, um teir høvdu vunnið mannin í Suðuroy, sum teir bara vóru fimm atkvøður frá at fáa, vísir Jóannes Hansen á.
Valskipanin var eisini vinarlig móti fólkaflokkinum á valinum fyri fýra árum síðani. Tá var samantalda atkvøðutalið hjá fólkaflokkinum ikki til fleiri enn fimm tingmenn, men teir fingu seks bíligar umdømisvaldar tingmenn.
Vinarlig móti javnaðarflokkinum
Men hóast tað hesar báðar síðstu ferðirnar hevur verið fólkaflokkurin, sum hevur havt ágóðan av valskipanini, so er hetta ikki nakað, sum ger seg galdandi hvørja ferð.
? Hesa ferð er tað javnaðarflokkurin, sum kennir sviðan av skipanini, men hann hevur fleiri ferðir notið gott av henni. T. d. á fyrsta valinum, eftir at skipanin var broytt, tá flokkurin fekk átta bíligar umdømisvaldar tingmenn, meðan sambandsflokkurin við meiri enn níggju hundrað atkvøðum fleiri bara fekk sjey valdømisvaldar og ein eykavaldan. Og at skipanin hevur innbygdar møguleikar fyri skeivleikum sást best í 1990, tá javnaðarflokkurin fekk tíggju umdømisvaldar tingmenn, sjálvt um samlaða atkvøðubýtið segði, at hann ikki skuldi hava fleiri enn átta. Ta ferðina fekk javnaðarflokkurin tríggjar í Suðuroy, samstundis sum hann fekk mann í øllum teimum trimum smáu valdømunum, vísir Jóannes Hansen á.
Politiski viljin
Fram til 1978 vóru tjúgu umdømisvaldir tingmenn, og so var møguleiki fyri upp til tíggju eykavaldum.
? Vit hava eina valskipan, sum í prinsippinum skal vera trygd fyri, at lutfallið í umboðanini á tingi er í samsvari við undirtøkuna, sum flokkarnir hava á valinum. Samstundis skal tað verða trygd fyri, at geografiska býtið er í lagi, og her mugu vit siga, at politikarnir við broytingini í 1978 hava lagt størri dent á eitt geografiskt býti, sum ikki er í samsvari við fólkabýti millum valdømini, enn teir hava lagt á, at floksumboðanin skal vera lutfalsliga so røtt, sum tað ber til.
Tað er serliga Sandoyggin, sum er áhugaverd í hesum sambandinum:
? Tá uppskotið kom fram í 1978 gekk tað út uppá, at sandoyingar skuldu hava ein umdømisvaldan tingmann, men tað vildi ein meiriluti í tinginum ikki, og so varðveittu sandoyingar tveir tingmenn. Veljaratalið í Sandoy var á valinum hesa ferð 1.055, meðan tað í Suðurstreymi var 11.610, men talið á umdømisvaldum tingmonnum í Sandoy var tveir og í Suðurstreymi átta.
Møguligar broytingar
Eftir eitt sovorðið úrslit verður ofta tosað um at broyta valskipanina, men Jóannes Hansen roknar ikki við, at tað fara at verða gjørdar tær stóru broytingarnar nú beinanvegin:
? Tað eru ofta tey, sum hava kent sviðan av í teirra verð órættvísum úrsliti, sum eru avgjørd um, at nú skal skipanin broytast, men tað plagar ikki at vera meiri enn eitt sprutt. Javnaðarmenn tosaðu einki um broytingar í 1990, og fólkafloksmenn tosa neyvan um neyðugar broytingar akkurát nú. Hetta ger seg eisini galdandi aðra staðni. T.d. tosaði Labour í Bretlandi í áttati árunum nógv um at valskipanin skuldi broytast frá fleirtalsvali og til lutfalsval, men síðani teir komu til, hava teir ikki tosað so nógv um hetta.
Men hvørjar broytingar kunnu gerast fyri at gera skipanina meiri rættvísa?
? Talan kann vera um víðgangandi broytingar ella um justeringar. Um trygd skal veitast fyri størri samsvari millum atkvøðubýti og tingmannabýti, so skal talið á eykavaldum hækkast. Stýrisskipanarlógin sigur, at hámarkstalið á tingmonnum er 33, og um lógin ikki skal broytast, so er bara møguleiki at hækka talið á eykavaldum úr fimm og í seks. Ein annar møguleiki er at lækka talið á valdømisvaldum og hækka talið á eykavaldum samsvarandi, men eg ivist í, um tað hevði verið undirtøka fyri einum sovornum uppskoti í tinginum. Tað er ólíkalættari at semjast um eina hækking av talinum, heldur enn um eina skerjing, sum inniber eina risiko fyri, at tú sjálvur gerst offur fyri skipanini.
? Hetta eru bara justeringar, og tað er ivaleyst lættari at gera tær, enn tað hevði verið at broytt valskipan. Í Norðurlondum er lutfalsskipanin galdandi, men t.d. í Bretlandi er fleiritalsskipanin galdandi. Tað vil siga, at landið er býtt sundur í so nógv valdømi, sum tað eru umboð í tinginum, og hvørt valdømi velur sín tingmann. Høvdu vit hesa skipanina í Føroyum, so skuldi landið verið býtt í 32 valdømi.
Hvat heldur tú sjálvur er mest upplagda loysnin?
? Eg rokni ikki við, at tað verða tær stóru broytingarnar, men tað hava verið hugsanir frammi um Føroyar sum eitt valdømi. Tað hevði havt við sær, at lutfallið var rættari. Uppskot um hetta hevur áður verið í løgtinginum, men tað fall. Ein av orsøkmunum var, at útjaðarin var bangin fyri, at høvuðsstaðurin hevði fingið størri umboðan, enn hann hevur nú. Á fólkatingsvalunum eru Føroyar eitt valdømi. Tá fáa onkrir persónar heilt nógvar atkvøður kring alt landið, men burtursæð frá teimum er tendensurin, at valevni á bygd fáa fleiri atkvøður í høvuðsstaðnum, enn tær atkvøðurnar, sum fara av bygd og til Havnar.