Levi í serflokki

Søgan endurtók seg sunnudagin, tá ið oddaliðið Kyndil enn einaferð noyddist at lúta fyri hoyvíkingum. Ein av høvuðsorsøkunum til H71-sigurin var ein framúr væl leikandi Levi Nybo í hoyvíksmálinum

Hondbóltur

Kyndil hevur alt kappingarárið ligið á odda í landskappingini, og var tað ikki fyri hoyvíkingar, vóru teir grønu úr Havn so mikið langt á odda, at eingin fekk fatur á teimum aftur. Men H71 hevur nú í fýra landskappingardystum í hesum kappingarárinum sett fót fyri Kyndil, sum bert hevur fingið eitt stig av átta møguligum ímóti H71 í ár.

Nýggir venjarar vendu ikki gongdini
Ikki sørt av rumbli var í havnarfelagnum í farnu viku, tá ið venjarin hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, danin Jan Djurhuus, var loystur úr starvi. Sum skilst var høvuðsorsøkin tann, at stór ónøgd var millum leikararnar við venjaran. Ístaðin vóru tvær gamlar Kyndlakempur, Kári Nielsen og Birgir Hansen, settir sum venjarar, tað ið eftir er av kappingarárinum. Fyrsta uppgávan hjá teimum báðum var landskappinardysturin móti H71, ið er marran hjá Kyndli, í hoyvíkshøllini sunnudagin.
Nógv væntaðu óivað, at íblásturin frá nýggja venjaraparinum hjá Kyndli fór at verða júst tað, ið teimum grønu tørvaðu til tess at basa hoyvíkingum, men so var ikki. Við kontantum og disiplineraðum verjuspæli og einum framúr væl leikandi Levi Nybo í málinum eydnaðist tað enn einaferð hoyvíkingum at basa Kyndil.

Góðar verjur
Í byrjanini av dystinum sást væl, at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Spælið var rættuliga varisligt, og tá ið onkur royndi at bróta ígjøgnum, vóru verjurnar báðar ógvuliga stinnar, og at menn vildu berjast fyri sakini, sást á øllum brøgdum.
Bæði liðini høvdu trupulleikar við at spæla seg ígjøgnum verjurnar, og tað gekk ógvuliga striltið við at fáa bóltin í mál. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin vóru einans átta mál komin í dystinum, fýra í part, og tað er ógvuliga sjáldsamt í manshondbólti, serliga hjá júst hesum báðum liðum, ið vanliga leika rættuliga málríkar dystir.
Um miðjan fyrra hálvleik fóru hoyvíkingar nakað frá kyndilsmonnum, og tað eydnaðist ongantíð Kyndil at fáa fatur á H71 aftur, tað ið eftir var av dystinum. Hoyvíkingar vóru eitt vet dugnaligari at skora upp á sínar møguleikar, meðan tað í hinum endanum tóktist nærum ógjørligt hjá Kyndil at fáa bóltin fram við Levi í málinum hjá H71, tí hann var snøgt sagt ein livandi múrur í dystinum sunnudagin. Ferð aftaná ferð bjargaði hann frá púra leysum kyndilsmonnum, og hann var høvuðsorsøkin til at H71 vann dystin, tá ið samanum kom.

Kyndil hevði møguleikan
Hoyvíkingar høvdu verið á odda við fýra málum ein stóran part av fyrra hálvleiki, men beint fyri hálvleik, kom Kyndil eitt sindur betur við, so at einans tvey mál vóru á muni, 12-10, tá ið menn fingu eina hvíld. Tískil var enn alt at spæla fyri hjá oddaliðnum, men hóast høvi beyðst at fáa fatur aftur á H71, tóku teir ikki av.
Beint eftir steðgin brendi Kyndil tveir upplagdar málmøguleikar, og ístaðin var tað H71, ið fekk fyrsta málið í seinna hálvleiki og legði seg á odda við trimum málum, tá ið Kyndil hevði havt møguleikan at javnað.
Tá ið so ein av lyklaleikarunum hjá teimum grønu, Janus Einar Sørensen, stutt eftir hetta fekk sína triðju útvísing og harvið reyða kortið, vóru útlitini ikki góð hjá Kyndli. Í hesum sambandi skal nevnast, at linjan hjá dómarunum viðvíkjandi útvísingum ikki var serliga sannførandi, hóast dómararnir annars komu væl frá dystinum.
Kyndil fekk tó ein møguleika afturat at fáa fatur á hoyvíkingum, tá ið okkurt um tíggju minuttir vóru eftir at leika, tí tá fekk H71 tríggjar útvísingar innan fyri tríggjar minuttir, men Kyndiil megnaði ikki at gagnnýta hesar yvirtalsstøður, og so var dysturin avgjørdur.
H71 vann dystin við trimum málum, og tað var eisini fult uppiborið, tí teir vóru betra liðið, og tað var stuttligt at síggja, hvussu disiplinerað verjuspælið hjá hoyvíkingum var. Teir spældu til markið, men heldur ikki longur. Í álopinum vóru tað fleiri mans, ið hildu seg til, og til dømis tóku bæði Heini Bentsen og Niels Viggo Niclasen stóra ábyrgd á sínar herðar, tá ið Halgir Dahl-Olesen og Henrik Gerster vóru mansvardir.
Høvdu hoyvíkingar víst eins gott spæl og stríðsvilja móti hinum liðunum, sum tá ið teir leika ímóti Kyndli, ja so er ikki óhugsandi, at H71 var heilt ovarlaga á stigatalvuni, ístaðin fyri at liggja og róta niðri í botninum saman við kollfirðingum.

Er Kyndil liðugt?
Kyndil hevur ligið á odda í landskappingini í alt ár, men nú tað veruliga byrjar at telja, tykist havnarliðið hava stórar trupulleikar við at fóta sær. Í dystinum sunnudagin sóu vit enn einaferð alt ov nógvar av leikarunum hjá oddaliðinum, ið ikki tóku ábyrgd. Álopsspælið er stirvið, men hinvegin vóru glottar at síggja í verjupartinum, har stríðsviljin var betur, enn hann leingi hevur verið.
Nú trý umfør eru eftir at leika, liggur Kyndil ájavnt við VÍF og Neistan í stigum á ovastu rók, men hóast havnarliðið hevur dystir móti hesum báðum liðunum eftir, er lítið, ið bendir á, at Kyndil stendur við gullinum í hondini, tá ið kappingarárið endar. Liðið hevur seinastu mongu umførini snøgt sagt ikki víst tær dygdir, ið eitt oddalið skal hava, meðan hini oddaliðini tykjast at vera í framgongd.

Dysturin í tølum
H71-Kyndil 24-21 (12-10)
Málskjúttar
H71: Henrik Gerster 7(1), Halgir Dahl-Olesen 5, Niels Viggo Niclasen 4, Heini Bentsen 4, Anfinnur Debes 2, Olaf Vestergaard 1, Johnny Durhuus 1
Kyndil: Jacob Jónsson 5, Finnur Hansson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Ken Zachariassen 2, Josef Abrahamsen 2(1), Jónleif Sólsker 2, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2
Brotskøst: H71 1(1), Kyndil 4(2)
Útvísingar: H71 5, Kyndil 7
Diskvalifikatión: Kyndil 1(3x2min)
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen - høvdu rímuliga gott tak á dystinum, men ynskiligt hevði verið, at kjaftaslit og sonevnd "dirty tricks" vóru revsaði harðari.