frá Sandnes er í løtuni og vitjar KFUM og K í Føroyum. Íalt eru 22 fólk við í kórinum, og nøkur onnur eru eisini við sum hjálparfólk. Á Føroyaferðini hava tey vitja ymsastaðni í Føroyum, men tey hava kortini [...] kortini bara tað einu konsertina. Fyrr í vikuni høvdu tey eisini eitt norskt kvøld í KFUK, har tey millum annað borðreiddu við norskum mati. Sunnukvøldið er tað túrurin hjá føroyingunum, at skipa fyri [...] er ein partur av Ten Sing arbeiðinum hjá KFUM og K í Noregi. Tey hava lættari tónleik, men eisini fólkatónleik. Konsertin við Bukkene Bruse verður í KFUM leygarkvøldið kl. 22 og hon er ókeypis. Ein drekkamuður
javnaðarflokkurin legði í ringastu kreppuárunum, er stak gott. NÚ boðar John Petersen frá, at í summar skulu nakað gerast, so meiri fiskur verður virkaður í Føroyum, tí nú er heimildin í lagi. Men hann hevur [...] heimildina at gera nakað sambært grein 19 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Og fiskur í tonsatali er farin av landinum í bingjum alt tað seinasta árið, hann hevur sitið í Nesinum OG hevur hann ikki eisini ábyrgdina [...] part kanska slettis ikki landað í Føroyum, men uttanlands. SAMANUMTIKIÐ má aftur sláast fast, at sama borgarliga atgerðarloysi, sum gjørdi seg galdandi í fimtiárunum og fyrst í áttatiárunum, aftur er um at
føroyingum til at ferðast í egnum landi. Vit hava hópin av møguleikum, tá vit skulu gista í summarhúsum ella gistingarhúsum, men vit hava framvegis bara eitt tjaldingarpláss í Føroyum. Og tað man helst vera [...] Leynarvatn, á Mølini á Eiði, við Gjógv, í Elduvík, við Leitisvatn, á Sandi og onkustaðni í Suðri. Tað skal bara vera útbúnaður at fáa reint vatn og sleppa av við tað, sum fer í bukkuna, og annað burturkast. Tað [...] Og tað, at ferðavinnan ikki tekur tilboðini at ferðast í egnum landi fyri fult er avsláttarskipanin eitt frálíkt dømi um. Tað ber til at vera við í eini kapping, um fólk brúka hesa skipanina, og gita, hvat
tingmenn í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Vit eiga ikki at undirmeta persónligu kontaktirnar millum parlamentarikarar. Hetta hevur altíð týdning. Men skulu tilráðingarnar og avgerðirnar innast í verki, má [...] skilja, at samstarv er neyðugt um okkum skal vera lív lagað her í Útnorðuri. Ísland, Grønland og Føroyar mugu nú læra at tala við einari rødd í Norðurlanda ráðnum, Norðurlendska Ráðharraráðnum og á altjóða [...] ÚTNORÐURSRÁÐIÐ hevur havt fund í Øravík, men lítið er komið fram til almenningin frá sjálvum fundinum. Men tað lítla, vit hava frætt, bendir á, at ráðið nú av álvara ætlar at fáa gongd á politiska samstarvið
tingumboðini í Norðurlandaráðnum, Marita Petersen og Jørgen Niclassen tosaðu á fundinum og nomu har við spurningar, sum rætt er at tríva í her eisini. Í røðu síni fegnaðist Marita Petersen um gongdina í Norðu [...] verja og menna mentanina í Útnorðuri. Vit í Føroyum hava t.d. havt ómetaliga stóra nyttu og gleði av tí mentanarliga samstarvinum, sum hevur verið og er. Og einki er at ivast í, at tað kanska nettup er [...] av Norðurlondum í dag. Tosað verður sum um at Norðurlond bert er økið rundan um Eystursjógvin segði hon. Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur í Norðuratlantshavi
tilboð verða í øllum bygdum í landinum, men vit eiga at gera skipanirnar soleiðis, at allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar. Kommunusamanlegging tykist vera alt og eitt hjá landsstýrismanninum í kommunumálum [...] kommunumálum, sum í fullum álvara tosar um at tvinga kommunur at leggja saman. Hetta er púra burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum hava hálvthundrað kommunur - at tað kanska er ov mikið [...] úti í økjunum. Og tey mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur. Kommunurnar eiga tá fult og heilt at taka sær av at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum taka lut í vinnuskapandi virksemi í hei
FUNDURIN, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri í Útvarpshøllini mánakvøldið og somuleiðis eykalandsfundurjavnaðarfloksins í Trongisvági í vikuskiftinum, kunnu sigast at verða startskotini til [...] sama sum tað hevur verið í viðurskiftunum við Danmark - og harnæst ikki enda í bjargingarbáti rekandi til havs. EITT fyri føroyingar sera negativt úrslit av bankakanningini kann tí í veruleikanum vera eitt [...] nini fyri. Hevði hon lurtað betur eftir sínum partamonnum í Føroyum og annars føroyskum politikarum sum heild, so høvdu vit ikki eina støðu í dag, har kanska eitt stórt tal av fólki - av misnøgd síni við
forteknum. HENDING í landsstýrinum í gjár var eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum handaði fimm lærarum prógv í oljuboring. Hetta [...] frálandavinnnu. At hesir skúlar saman við landsskúlafyrisiting og landsstýrið í góðari tíð og í sátt og semju stinga út í kortið ein útbúgvingarpolitikk fyri komandi ættarlið. OG tað, sum kanska er ikki [...] ressursunum. Nakað, sum stórur tørvur er á í Føroyum í dag - á nógvum økjum. SKULDI tað so hent, at her er hvørki olja ella gass, so er tiltakið hjá skúlunum kortini til stóra nyttu. Vit leggja okkum eftir
hesum plássinum hevur áður verið nógv frammi í umhvørvistjakinum bæði í Bretlandi og her heima hjá okkum. Tá var ætlanin at goyma geislavirkið brennievni í havbotninum umframt at ætlanin var at flyta tað [...] Bløðini í Bretlandi gera nógv burtur úr avgerðini hjá myndugleikunum at bannað fiskiveiðu nærhendis Dounreay. Orsøkin er tann, at vísindafólk hava funnið geiðslavirkið brennievni frá kjarnorkuverkinum í Dounreay [...] Dounreay í tilfari nærhendis verkið. MÁLIÐ verður lýst soleiðis, at talan er ikki um nakran vanda her og nú, men bannið er sett í verk fyri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. SAMBART felagsskapinum
og teknarin hjá øllum føroyingum, Óli P gjørdi á baksíðu blaðsins í farnu viku vart við eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í pressuni í seinastuni - túnfiskurin, sum hann málbar seg. Vit skulu ikki viðgera [...] føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur tí at verða: hvør myndugleiki í Føroyum ella hvør instansur sum so hevur ábyrgdina av at eitt so dýrt fiskaslag ikki [...] átti saman við privatum at borið so í bandi, at her hendi nakað. EIN heilt annar spurningur í sama viðfangi er, hvussu tað ber til, at vit hava loyvt útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum