kann sigast at vera ein styrkisroynd hjá teimum føroysku telvarunum. Hvør telvari skal telva níggju talv hvør, og um tað eydnast einum at vinna seks av teimum, so hevur viðkomandi ognað sær ein triðing [...] Síðani helt Rani Nolsøe, formaður í Talvsamband Føroya røðu. Hann tosaði millum annað um týdningin fyri føroyska telving, at hesin møguleikin til at telva móti sterkum útlendskum telvarum er til staðar [...] Føroyum, so hevði tað als ikki kunnað latið seg gjørt at hildið kappingina. Og nógv varð eisini gjørt fyri at ein lættliga kundi fáa eyga á stuðlarnar. Á einum lítlum veggi beint aftanfyri Rana og hinar, sum
okkara manni. Luksemburg stendur fyri tørni Føroyar hava nú níggju stig fyri fýra vunnar dystir og ein javnleik - umframt trý tap - og standa í løtuni nummar 64 av teimum 188 londunum í kappingini. Í níggjunda [...] hevur sent hesa frásøgn um dystin: Á 1 borði varð talvið allan vegin innan fyri remismark. Mótstøðumaðurin offraði frúnna fyri rók, riddara og finnu. Afturfyri fekk hann trygga støðu uttan veikleikar, sum [...] umfari í morgin møta vit Luksemburg. Teimum eiga vit mangan dystin ímóti. Í OL verður hetta sjeyndi dysturin. Harumframt hava fleiri dystir verið í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar
sigast næstan at vera vorðin eitt slag av nýbretskum tjóðarrætti. Eg havi eisini eitt hjarta, ið bukar fyri einum London fótbóltsfelagi, so at sæð Chelsea bukað til dømis Arsenal, Manchester United ella Liverpool [...] ikki so tøttum dysti móti Westham, hevði heldur ikki verið at kimsa at. Dreymaferð nr. 4, Paris Av teimum støðum, ið eg longu havi vitjað, er Paris tað, sum eg helst vil vitja aftur. Eg var tvær ferðir í
stigtakari og einasti føroyski partaeigarin aftan fyri hesa ætlan. Hann hevði fingið fransmenn við sær til hesa ætlan, og tøkk verið honum og teimum fyri tað. Á stovnandi aðalfundi í North Atlantic Salt [...] bureakratiið í Havn fyri at takast við – uttanfyri húsið. Roknast kann við, at stovnurin orkar ikki sjálvur, ella dugir ikki, og er hann tí farin í býin at fáa onnur at gera arbeiðið fyri seg Almenna umsitingin [...] SALT varð umvælt, og kundi halda fram við virksemi sínum til alkmikið gagn fyri føroyska fiskimannin. Hví SL fer í býin at rinda fyri eina ranga mynd av faktisku viðurskiftunum, har føroyski stigtakarin til
í ávísan mun eru horvin úr politiska kjakinum í Danmark. Vit hava farnu árini saknað røddirnar á teimum, sum reisa seg upp ímóti sekulariseringini. Danmark er eitt framúr land á mongum økjum. Men Danmark [...] líðandi. Rætturin sambært náttúruni hjá børnum at hava eina mammu og ein pápa er skúgvaður til viks fyri rættin hjá fólki av sama kyni at kunna útvega sær børn gjøgnum allar hugsandi kreativar loysnir. Í [...] rættindi hjá fólki av sama kyni at ættleiða børn, eru tað børnini, sum hava mist sín rætt til frama fyri rættin hjá vaksnum. Hví velja vit børnini og teirra sjálvsøgdu rættindi frá? Hví verja politikkarar
upphæddin, skuldi Christiano Ronaldo skift frá Manchester United til Real Madrid fyri 660 milliónir krónur. Umboð fyri Manchester City fara mánadagin til Milano at hitta Kaka og pápa hansara, Bosco Leite [...] Ambitiøsa Manchester City hevur boðið ótrúligar tvær milliardir krónur fyri miðvallarleikaran hjá AC Milan, Kaka. Milan fær smáar 900 milliónir, Kaka sjálvur aðrar 900 milliónir í løn, íroknað skatt. Talan [...] árið, ella 2,1 millión um vikuna eftir skatt. Aðrar 225 milliónir fara til millummenn og til Kaka fyri at skriva undir. Hetta er nógv størsti sáttmáli nakrantíð. Næststørsti var um 400 milliónir, tá Zinedine
koordinatarnar, varð greitt hvør hevði vunnið stóra tilfeingisgekkin. Serliga væl kom tað við hjá teimum, sum frammanundan sótu fjálgt og gott. Onkrar leivdir av menningarkvotunum vóru verandi aktiv í økjunum [...] tá tað regnar á prestin… Ein fiskur er tó eftir at hagreiða her. Sjálvandi skulu reiðararnir rinda fyri tilfeingið, og ikki manningin. Hesi viðurskifti skulu fáast uppá rættkjøl í eini komandi samgongu [...] arbeiðsmarknaðinum til eina rættvísari skipan. Teir 32 tímarnir, skulu gerast 37! Tá so væl hevur ligið fyri at snara stóra gekkapottin á tey fáu, eigur at bera til at snara gekkin tvey hakk, til tey mongu knáu
noyðist at sigla ímillum oyggjarnar, er ein stórur truplleiki hjá nógvum, serstakliga ungdóminum. Fyri tað fyrsta er Smyril eitt vánaligt skip, og ein hevur als ikki hug at vera á bátinum. Har er trongligt [...] mongum føroyingum. Tað hevði viðført munandi fólkavøkstur í Suðuroynni, tí sum nú er, er tað einki hjá teimum ungu at gera her aftaná lokna miðnámsútbúgving, uttan at starvast á flakavirki. Samstundis hevði [...] hyggja at urinum í tveir tímar og fimtan minuttir, og hugsa um, hvussu nógvir tímar av tínum lívi fara fyri skeytið - bert við at sita umborð á einum báti.
tveimum frálíkum málum syrgdi John Petersen fyri, at B36 vann steypadystin móti ÍF týskvøldið 2-0. Samstundis vísti skálamaðurin, at hann hevur størri týdning fyri B36-liðið enn nakar annar einstakur spælari [...] málið kom eitt sindur meira friður yvir spælið, men eins og í dystinum millum HB og FS Vágar kvøldið fyri sást væl, at menn enn ikki eru komnir rættiliga í dystarvenjing. Bóltførleikin er enn ikki komin heilt [...] og fleiri sendingar, sum sóu lættar út, endaðu, har piparið grør. Dysturin varð eisini merktur av teimum mongu fríspørkunum, sum bæði liðini vóru líka góð um at gera. Ikki fyrr enn í seinna hálvleiki kom
orkestrum. Næmingaharmoniorkestrið byrjaði fyri bara 3 árum síðani fyri at geva næmingum høvi til at venja seg við at spæla saman í orkestri. Hetta hevur stóran týdning fyri næmingarnar og teirra framtíð sum [...] mannaður fyri at fáa rætta klangin fram. Men nú er kanska vón fyri framman, um "undirleverandørurin" fer at halda sínar skyldur og framleiðir nokk av spælarum! Onki skal tó takast frá teimum dugnaligu [...] eru uppbygd nakað sum symfoniorkestur, har klarinettirnar eru settar í staðin fyri strúkararnar. Næmingaorkestrið legði fyri. Tey spældu eldri og yngri kend popp- og filmløg. Peder Riis-Jensen, sum undirvísir