Móttøkan byrjaði við, at Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri beyð øllum at vera vælkomnum til Klaksvíkar. Síðani helt Rani Nolsøe, formaður í Talvsamband Føroya røðu. Hann tosaði millum annað um týdningin fyri føroyska telving, at hesin møguleikin til at telva móti sterkum útlendskum telvarum er til staðar. Hann legði eisini dent á, at uttan stuðulin frá vinnulívinum og øðrum fyritøkum í Føroyum, so hevði tað als ikki kunnað latið seg gjørt at hildið kappingina.
Og nógv varð eisini gjørt fyri at ein lættliga kundi fáa eyga á stuðlarnar. Á einum lítlum veggi beint aftanfyri Rana og hinar, sum eisini hildu røðu henda dagin, hingu skelti við teim ymsu stuðulunum.
Aðrir, sum eisini hildu røðu henda dagin, vóru, Jákup Mikkelsen fyri JFK Heilsølu og so Mogens Nielsen, sum er altjóða dómari og eygleiðir kappingina at alt fer fram, sum tað skal.
Á hesi móttøkuni fór lutakastið fram, um hvussu teir skuldu spæla fyrsta umfar. Teir vórðu róptir upp eftir ratingtølunum. Tað vil siga, at tann sterkasti fór fyrst og so niður eftir. Ratinglistin, sum gingið var eftir, var tann altjóða ratinglistin.
Ein fyri og annar eftir komu telvararnir upp eftir eini gávu frá Klaksvíkar Kommunu, har millum annað ein bóklingur um Klaksvíkar Kommunu var. Í hesum bóklinginum stóð so eitt tal, sum segði hvørjum viðkomandi telvari skuldi telva ímóti í fyrsta umfari.
Eyðun Nolsøe kom upp sum tann níggjundi í røðini, og hann segði skemtandi: " Hvar er so hatta fýratalið"? Og so tók hann ein bókling, og heppin var hann, tí inni í stóð fýratalið. Tað bleiv ein lítil látur eina løtu.
Hví tað var so umráðandi fyri Eyðun at finna fýratalið, greiddi Rani Nolsøe frá aftan á lutakastið.
Tað er soleiðis, at um ein tekur tøl frá eitt til fimm, so fær ein fimm hvít talv og fýra svørt. Og tað er ein fyrimunur í talvi, líka sum tað er at hava servuna í tennis.
Kappingin
Talvkappingin byrjaði leygardagin og tá varð telvað einaferð. Síðani vórðu tvey talv sunnudagin og so verða tvey um dagin inntil mikudagin, tá kappingin endar. Kappingin fer fram á Hotel Norð á Viðareiði undir framúr góðum umstøðum, har telvararnir eisini búgva.
Rani Nolsøe, formaður í Talvsamband Føroya sigur, at orsøkin til at kappingin fer fram í Norðoyggjum er, at hann byrjaði upp á fyrireikingarnar har, og so var tað so líka til, at kappingin bleiv løgd í Norðuroyggjum.
Talv er eitt av teimum fáu spælunum, sum ikki er baserað upp á hepni, um ein hyggur at tí frá einum óobjektivum sjónarhorni.
Tað vil siga, at um ein ikki heldur tað vera heppið, at hin ger eitt mistak. So hevur spælið sum so onki við hepni at gera. Tað er eitt spæl, har alt verður strategiskt lagt til rættis og tað skal sera nógv konsentratión til. Ein má vera vælfyrireikaður til eina tílíka kapping sum hesa, og høvdið má vera klárt.
Henda altjóða kappingin kann sigast at vera ein styrkisroynd hjá teimum føroysku telvarunum. Hvør telvari skal telva níggju talv hvør, og um tað eydnast einum at vinna seks av teimum, so hevur viðkomandi ognað sær ein triðing av heitinum sum IM meistari. Tað, sum verður kallað ein IM norm. IM stendur fyri International Master. Og tað er ein sera heiðurligur tittul innan talv. Men henda kappingin gevur sum sagt bert ein triðing (ein norm) av tittlinum. So skal viðkomandi telva í tveimum kappingum aftur at fyri at ogna sær hinar báðar triðingarnar. Ein vinnur bert ein triðing í hvørjari kapping. Og føroysku telvararnir hava sjálvsagt sett sær sum mál at fáa fyrsta IM normin í kassan í hesi kappingini.
Men sum gongdin hevur verið í kappingini higartil, so letur tað til, at føroysku telvararnir missa ov nógv stig longu í byrjanini. Tað kann tí fara at verða torført at vinna tað innaftur. Men enn eru fleiri umfør eftir, so onki er avgjørt enn.
Kappingin endar sum sagt mikudagin.











