2 av 179

Hvat fáa 2 føroysk tingfólk á Fólkatingi gjørt millum hini 179? Tey fáa gjørt minni – munandi minni – enn 1 tinglimur í andstøðu á Løgtingi. Tí skjóta nógv okkara, sum stilla upp til fólkatingsvalið, langt omanfyri málið, tá vit lova alt millum himmal og jørð, verða vit vald. Gerandisdagurin í einum parlamenti, antin tað er á Løgtingi ella á Fólkatingi, er soleiðis háttaður, at einsamallur fær ein onki gjørt. Tað er bara saman við fleiri, at mál kunnu fremjast. Eitt parlament arbeiðir við lógum. Skal ein lógarbroyting gerast, krevst meiriluti. Ongin hevur einsamallan meiriluta. Heldur ikki, um ein er tungan á vágskálini. Tí er ein tungan á vágskálini, eru øll hini tað eisini.

 

Hví lova nøkur tá so nógv? Kanska tí tey ikki vilja vita betur – ella halda tey veljaran hava lítið innlit.

 

Miðflokkurin er realistiskur. Vit hava onki annað lovað, enn at verða vit vald, vilja vit luttaka virkið á Fólkatingi sum ein av 179.

 

Á Fólkatingi ætla vit at seta fram lógaruppskot og varpa ljós á mál, sum í ávísan mun eru horvin úr politiska kjakinum í Danmark. Vit hava farnu árini saknað røddirnar á teimum, sum reisa seg upp ímóti sekulariseringini. Danmark er eitt framúr land á mongum økjum. Men Danmark hevur vissuliga sínar skuggasíður. Vit tí óavmarkaða frísinni, sum eyðkennir Danmark, eru ofrini mong. Fyrst og fremst er avlívingin av óføddum børnum í móðurlívi ein óhugnaligur bæði goymdur og gloymdur veruleiki. Ofrini av liberalu rúsdrekkalógini eru somuleiðis alt ov mong; serliga gongur tað útyvir børnini í familjum, har rúsdrekka er gerandiskostur. Kjarnuvirðini, har definitiónin av eini familju fyrr var mamma, pápi og barn, hvørva so líðandi. Rætturin sambært náttúruni hjá børnum at hava eina mammu og ein pápa er skúgvaður til viks fyri rættin hjá fólki av sama kyni at kunna útvega sær børn gjøgnum allar hugsandi kreativar loysnir. Í øllum hesum stórpolitisku málum, fosturtøku, rúsdrekka og rættindi hjá fólki av sama kyni at ættleiða børn, eru tað børnini, sum hava mist sín rætt til frama fyri rættin hjá vaksnum.

 

Hví velja vit børnini og teirra sjálvsøgdu rættindi frá? Hví verja politikkarar ikki tey minstu og tey veikastu? Miðflokkurin heldur, at danir eiga at koma aftur á slóðina, eins og vit tíbetur framvegis so væl fylgja henni í Føroyum. Vit ynskja at hjálpa dønum at síggja virðini í kristnu lívsáskoðanini. Tað er okkara skylda og ábyrgd,  havandi í huga tøttu bondini landanna millum.

 

Útnorðursamstarv á Fólkatingi

Vit halda tað vera náttúrligt, at fólkatingsumboðini úr útnorði, Føroyum og Grønlandi, samstarva. Sum fiskiveiðitjóðir við serligu náttúruumstøðunum í norðurhøvum kunnu Føroyar og Grønland í felag vinna størri sigrar enn hvør sær. Eisini á Fólkatingi. Við størri samstarvi ber til at fremja broytingar í arktiska samstarvinum. Eitt nú eiga Føroyar og Grønland heilt náttúrliga sessin í Arktiska ráðnum – heldur enn Danmark. Hinvegin kann tað vera ein styrki í arktiska samstarvinum, at Føroyar og Grønland, sum í fólkatali eru smá, men sum landafrøðisliga eru stór, kunnu gagnnýta danskan dugnaskap á mongum mótum.

 

Bill Justinussen, valevni Miðfloksins