2 Dreymaferðir

Í hesum døgum sigur Niels Uni Dam okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitjað aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsa sær at vitja. Í dag frætta vit um ferðamál nr. 5 og 4.

 
 
 
10 Dreymaferðir
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini meira fjarskotin støð sum 
 
Dreymaferð nr. 5, London
Mínar vitjanir í London hava verið alt ov stuttar, sum transit ferðafólk í Heathrow, við tokið úr Gattwick til Canterbury og í arbeiðsørindum í sambandi við GBOB finaluna. Men býurin tikist sera spennandi. Ríka mentanarlívið við sjónleikarhúsum, konserthøllum og framsýningarhølum, ið lokkað heimsins bestu listafólk til hagar, kitlar mítt forvitni.
Í býnum eru ótrúliga nógvar ymiskar mentanir savnaðar, og hetta ger hann sera litríkan, eisini tá talan er um matstøð. Hóast siðbundni bretski køkurin ivaleyst saman við tí danska telist millum keðiligastu í heiminum, so hevur London matstovur, ið bjóða mat úr øllum heiminum, og øll teirra nógvu curries sigast næstan at vera vorðin eitt slag av nýbretskum tjóðarrætti.
Eg havi eisini eitt hjarta, ið bukar fyri einum London fótbóltsfelagi, so at sæð Chelsea bukað til dømis Arsenal, Manchester United ella Liverpool á Stamford Bridge hevði ikki verið so galið. Men at verið har, tá Chelsea komandi ár á nýggja Wembley vinnur F.A. Cup finaluna í einum ikki so tøttum dysti móti Westham, hevði heldur ikki verið at kimsa at.
 
 
Dreymaferð nr. 4, Paris
Av teimum støðum, ið eg longu havi vitjað, er Paris tað, sum eg helst vil vitja aftur. Eg var tvær ferðir í Paris, tá eg var á interrail ferð kring Evropa í 1991 saman við vinmanni mínum Emil Hermanssen. Hetta er ein fantastiskur býur. Tá vit komu á jarnbreytarstøðina, spurdu vit við kunningardiskin, hvar bílígasta hotellið í býnum var, og fingu at vita, at tað var Hotel Atlas í Rue de lAtlas. Hetta var ivaleyst skitnasta stað, ið eg havi sovið, men sera hugnaligt var tað.
Í Paris royndi eg fyrstu ferð at koyra í  metro, og tað var fantastiskt at sleppa so væl, skjótt og bíliga runt í einum stórbýi. Vit vitjaðu alt tað, ið man skal vitja Eiffeltornið, Triumfbogan, Champs-Elysees, Louvre og grøvina hjá Jim Morrisson. Men tað var stemningurin í Paris, ið gjørdi, at vit vitjaðu býin aftur nakrar vikur seinni, og sum er orsøkin til, at eg vil aftur til Paris. Býurin hevur eina ótrúliga sjarmu, og eg hugsi javnan um at vitja aftur, kanska hesuferð við eitt sindur fleiri pengum, soleiðis at eg kann búgva á einum hotellið har baðikarið á felagsvesinum ikki er brúnt av lorti.