Sunnudagin 2. november høvdu harmoniorkestrini GHM og næmingaorkestrið hjá Tórshavnar musikkskúla konsert í pýramidutorninum í Hoyvíkar skúla.
Eitt harmoniorkestur er orkestur sett saman av træblásarum (floyta, klarinett, obo, fagott, saxofon) og messingblásarum (trompet, horn, bariton, trombon, tuba). Hendan blandingin av ljóðførum skapar ein heilt serligan klang, serliga um orkestrið er væl mannað við klarinettum og hinum træblásiljóðførun-um. Harmoniorkestur eru uppbygd nakað sum symfoniorkestur, har klarinettirnar eru settar í staðin fyri strúkararnar.
Næmingaorkestrið legði fyri. Tey spældu eldri og yngri kend popp- og filmløg. Peder Riis-Jensen, sum undirvísir í klarinett og saxofon í musikkskúlanum, er leiðari hjá orkestrinum, sum aðrir blásaralærarar eisini eru við til at venja. Hann segði, at orkestrið er undirleverandørur av spælarum hjá GHM, og spæla nøkur eisini í báðum orkestrum.
Næmingaharmoniorkestrið byrjaði fyri bara 3 árum síðani fyri at geva næmingum høvi til at venja seg við at spæla saman í orkestri. Hetta hevur stóran týdning fyri næmingarnar og teirra framtíð sum tónleikarar ? eisini sosialt. Orkestrið var í summar uttanlandsferð í Íslandi, har tey spældu fyri luttakarunum í norðurlendsku musikkpedagogisku ráðstevnuni NMPU, og í nærmastu framtíð fara tey til Aberdeen at hitta javnlíkar at musisera saman við.
Næmingaorkestrið spældi væl henda seinnapartin í Hoyvíkar skúla. Ljóðførini stemmaðu væl saman, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa so nógv ymisk ljóðføri at stemma. Klangurin var hesin eyðkendi harmoniorkesturklangurin, sum tær nógvu klarinettirnar saman við floytum og saxofonum syrgdu fyri.
Eftir lítlan steðg kom GHM á pallin. GHM hevur leingi verið einasta orkestur av sínum slag í landinum, og er tað ein fastur táttur í tónleikalívinum í Havnini. Tey eru altíð við, tá ið jólatrø hesa tíðina verða tendrað kring um í kommununi, og hvør hevur ikki hoyrt teirra lívliga tónleik í miðbýnum beint aftan á kappróðurin á ólavsøku?
Tíverri er GHM ikki so væl mannað í løtuni. Ja, t.v.s. at trompetum er ivaleyst av. Nei, eg hugsi um klarinettbólkin í orkestrinum, sum jú skal vera væl mannaður fyri at fáa rætta klangin fram. Men nú er kanska vón fyri framman, um "undirleverandørurin" fer at halda sínar skyldur og framleiðir nokk av spælarum!
Onki skal tó takast frá teimum dugnaligu GHM?arunum, sum spældu fyri okkum til hesa konsertina við Ken Jones á odda. Vit fingu fleiri ymiskar genrur at hoyra, frá marsjum og lýriskum løgum til ta løttu og skemtiligu amerikansku potpourriina, sum konsertin endaði við. Takk fyri tit øll og góða eydnu víðari.