flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn verða 3 ymiskir túrar við ferðaleiðara, hvør umleið 1 tíma: Frá Gamla Bókhandli út í Tinganes Frá standmyndini (Nólsoyar Páll) í Vágsbotni í vesturbýin Av Kongaminni oman [...] privatfólk senda boð eftir okkum. Vit gera ikki bert útferðir í bussum, men eisini gongutúrar, fiskitúrar og vísa runt inni á søvnum. Felagið hevur í løtuni 55 limir og kunnu vit veita tænastu á nærum øllum
árini verið mest sum einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, og aftur í ár hava kvinnurnar hjá KÍ vunnið bæði steypakapping og landskapping, umframt at tær hava spælt í meistarakappingini hjá UEFA. Men [...] vóru sera spennandi. Eftir fyrra umfarið, sum varð spælt í Havn, var KÍ fremst við 5 stigum, HB hevði 4, Skála 3 og AB einki. Seinna finaluumfarið var á Skála leygardagin, og har gjørdist kappingin sera spennandi [...] Men tað eru ikki bara tær vaksnu, sum duga at spæla fótbólt í Klaksvík, tí KÍ vann farna vikuskifti eisini kappingina hjá teimum yngstu gentunum ? pinkunum. Tvey finaluumfør hava verið spæld, og tey vóru
gjørdist Eydna av Fløtum. Næstseinasta umfar verður tann 10. mai. (tvs. leygarkvøldið) í Badmintonhøllini í Havn. [...] Mentanarhúsið í Fuglafirði varð enn eina ferð karmur um eitt av okkara stóru tónleikatiltøkum um vikuskifti. 4. innleiðandi umfar av Ársins Songrødd 2003 vísti av sonnum, hvussu nógv ókend talent vit hava í Føroyum [...] saman. Langt um leingi komu boðini, at nú varð funnið fram til hvør skuldu víðari í stóru finaluni sum eisini verður í Mentanarhúsinum og er tað tann tann 24. mai. Nomi Háberg Hansen bleiv tann sum fór
12. mai í ár bresta tey bæði donsku stórliðini FC København og Brøndby saman í einum sera spennandi dysti, sum væntandi fer at avgera, hvar danska meistaraheitið endar. Liðini eru sera jøvn í løtuni, og [...] er framvegis tætt millum liðini, tá dysturin skal spælast. Áhugin í Føroyum er sjálvsagt stórur, tí Todi Jónsson helst verður á vøllinum í Parkini henda dagin. Fleiri enn 40.000 atgongumerkini eru seld til [...] til dystin, og tað verður tí eitt fullsett stadion, tá leikararnir í hvítum og gulum troyggjum renna inn á vøllin. Stórur áhugi Áhugin fyri kappingini hjá Sosialinum hevur verið ovurhonds stórur. Fleiri
bjargingarringar upp í Sandágerði í Havn. ? Vit settu tveir ringar upp har, um tað skuldi borið so á, at onkur kom í neyð, og hevði tørv á einum bjargingarringi, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi. [...] er hetta hent áðrenn vikuskiftið. Tann, ið plagar at halda eyguni við ringunum, hevur roynt at leita í nærumhvørvinum, men hevur ikki funnið hann nakrastaðni. Vit høvdu tí verið ógvuliga fegin um onkur veit [...] borið eyga við ringin, ella møguliga er farin avstað við honum, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við Reyða Kross. Ein bjargingarringur av hesum slagnum kostar við uppsetan millum 6-800 krónur
Fríggjakvøldið var eldur í einum sethúsum í Dalagøtu 20 uppi undir Varða í Havn. Boðað varð frá eldsbrunanum klokkan 21.51. Trý korter seinni høvdu sløkkiliðsmenninir tamarhald á støðuni, og ein tíma seinni [...] ein stóran part av húsinum. Trý fólk vóru í húsinum, men eingin teirra hevði varnast eina grýtu við garnatálg, ið stóð á komfýrinum og kókaði. Feittið festi í og gjørdi stóran skaða. Av løgreglustøðini [...] eldin. Selmar Joensen og Jenny Lydersen eiga húsini, ið brendu. Óvist er, nær tey kunnu flyta innaftur í tey.
1b, Havn ? Tænastumenningin og Marknaðarføringin er flutt niðan í Klingruna í Hoyvík á veg Inn á Gøtu - Klingran 5, 188 Hoyvík Móttøkan og telefonboksirnar, sum hava hildið til í gongini niðast í bygninginum [...] Í samband við at bygningurin á Tinghúsveg 3 nú verður yvirtikin av løgtinginum, eru fleiri broytingar farnar fram innan-hýsis á Føroya Tele. Deildir okkara, sum hava hildið til á Tinghúsvegi 3, eru farnar [...] farnar í onnur høli. Eftir er bert teknikkurin. Hvar tær ymisku deildirnar eru fluttar: ? Starvsfólkadeildin er flutt niðan á Háls - ? Stjórnarskrivstovan er flutt niðan á Háls - ? Altjóða- og samstarvsdeildin
fingramerkjum, og plakatin verður seld í sambandi við Listastevnuna. Stevnan verður í tólv dagar frá 8. til 19. august. 40 ymisk tiltøk eru á skránni, har helmingurin er í Havn, meðan restin er úti á bygd. At [...] Opera fer at framføra ?Det Forjættede Land? fyri børnum. Henda opera verður framførd í Vesturkirkjuni 8. august og í Kristianskirkjuni 9. august. Endað verður somuleiðis við opera. Tað er tann írska operain [...] at framføra Madam Butterfly. Framførslan verður 18. og 19. august. Hetta er ein ógvuliga kend opera í trimum aktum, sum Puccini er upphavsmaður til.
millum teirra, sum fylla væl í hagtølunum hesa ársins tíð. Erland Rasmussen sigur, at serliga eru tað charterferðirnar suður eftir, sum ganga væl í ár. Faroe Travel var í apríl næststørsti seljarin hjá [...] Av ferðaskrivstovuni Faroe Travel í Havn verður sagt, at tey hava úr at gera við at selja ferðaseðlar. Nógv tann størsti parturin er millum Vágar og Kastrup, sigur Erland Rasmussen á Faroe Travel. Ein [...] hjá kenda danska felagnum Tjæreborg. Og her tosa vit um talið á ferðafólkum og ikki í prosentum av fólkatali í økinum, har søluskrivstovan liggur, sigur Erland Rasmussen.
Tosað varð m.a. um bygnaðin í kirkjuni, fíggjarviðurskifti, starvsviðurskifti hjá prestunum, nýggjar kirkjur, rættindi og skyldur hjá kirkjuráðslimum o.s.fr. Í nevndini í Felagnum fyri kirkjuráðslimir: [...] Seinastu tíðina hevur nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir sett sær fyri at halda økisfundir kring landið. Byrjað varð í Suðuroy fyri nøkrum árum síðani. Eftir hetta varð farið til Sandoyar, Norðoyggjar [...] Eysturoynna og Vágar. Nú stóð Streymoyggin fyri tørni, og varð økisfundurin hildin á Hotel Hafnia í Havn. Byrjað varð við morgunandakt og sálmi, og síðani legði Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinna, fram