Føroya Ferðaleiðarafelag er felag fyri føroyskar ferðaleiðarar. Vit arbeiða fyri ferðasmiðir, kunningarstovur, virkir og onnur. Eisini fyritøkur og skúlar, ið fáa vitjan uttaneftir ella gera eina útferð fyri starvsfólkið, brúka ferðaleiðarar. Tað kemur eisini fyri at privatfólk senda boð eftir okkum. Vit gera ikki bert útferðir í bussum, men eisini gongutúrar, fiskitúrar og vísa runt inni á søvnum. Felagið hevur í løtuni 55 limir og kunnu vit veita tænastu á nærum øllum evropeiskum málum og innan øll áhugamál, so sum náttúra, fuglar, plantur o.a.
Avgjørt er at halda altjóða ferðaleiðaradagin flaggdagin 25.apríl.
Aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn verða 3 ymiskir túrar við ferðaleiðara, hvør umleið 1 tíma:
Vit vóna at nógv fara at nýta hetta høvi at hoyra meira um Havnina.