Av ferðaskrivstovuni Faroe Travel í Havn verður sagt, at tey hava úr at gera við at selja ferðaseðlar. Nógv tann størsti parturin er millum Vágar og Kastrup, sigur Erland Rasmussen á Faroe Travel.
Ein partur kemst av teimum bíligu ferðaseðlunum, sum flogfeløgini hava at bjóða júst nú. Og á Faroe Travel hava tey merkt eina veruliga framgongd, síðan hesi tilboðini komu. Men hesi tilboðini eru bara galdandi fram til 19. juni, og eisini uttan fyri skeiðið, hesi tilboðini eru galdandi, verður væl selt.
Eisini eru teir lesandi føroyingarnir utanlands millum teirra, sum fylla væl í hagtølunum hesa ársins tíð.
Erland Rasmussen sigur, at serliga eru tað charterferðirnar suður eftir, sum ganga væl í ár. Faroe Travel var í apríl næststørsti seljarin hjá kenda danska felagnum Tjæreborg. Og her tosa vit um talið á ferðafólkum og ikki í prosentum av fólkatali í økinum, har søluskrivstovan liggur, sigur Erland Rasmussen.









