Búmerkið fyri listastevnuna avdúkað

Føroyski listamaðurin Edvard Fugloy hevur gjørt nýggja búmerki hjá Listastevnuni, sum verður í døgunum 8. ? 19. august

 

Búmerkið er eitt fingramerki, sum ímyndar tað persónliga, nú ein egin føroysk listastevna verður fyriskipað. Samstundis sum búmerkið varð avdúkað, varð ein plakat eisini sýnd fram. Á plakatini er ein ørgrynna av fingramerkjum, og plakatin verður seld í sambandi við Listastevnuna.

Stevnan verður í tólv dagar frá 8. til 19. august. 40 ymisk tiltøk eru á skránni, har helmingurin er í Havn, meðan restin er úti á bygd. Atgongumerkjasølan byrjar 10. juni, tá fólk kunnu ogna sær atgongumerki.

Byrjað verður við eini opera, tá Den Jyske Opera fer at framføra ?Det Forjættede Land? fyri børnum. Henda opera verður framførd í Vesturkirkjuni 8. august og í Kristianskirkjuni 9. august.

Endað verður somuleiðis við opera. Tað er tann írska operain, sum fer at framføra Madam Butterfly. Framførslan verður 18. og 19. august. Hetta er ein ógvuliga kend opera í trimum aktum, sum Puccini er upphavsmaður til.