Nomi Háberg Hansen nummar eitt

  

Mentanarhúsið í Fuglafirði varð enn eina ferð karmur um eitt av okkara stóru tónleikatiltøkum um vikuskifti. 4. innleiðandi umfar av Ársins Songrødd 2003 vísti av sonnum, hvussu nógv ókend talent vit hava í Føroyum, og tað varð longu frá byrjan lagt upp til eina harða kapping.
Tað sera góða ljóðumhvørvi og dugnaligi ljóðteknikarin Jóhannes Steingrund gjørdi, at tiltakið sum heild eydnaðist til UG. Aftaná at allir luttakararnir høvdu verið uppi á pallinum og sungið, fóru dómararnir handan hurð, at leggja stigini saman. Langt um leingi komu boðini, at nú varð funnið fram til hvør skuldu víðari í stóru finaluni sum eisini verður í Mentanarhúsinum og er tað tann tann 24. mai. Nomi Háberg Hansen bleiv tann sum fór av stað við flestu stigunum og bleiv sostatt nr. 1. Nr. 2 gjørdist Eydna av Fløtum. Næstseinasta umfar verður tann 10. mai. (tvs. leygarkvøldið) í Badmintonhøllini í Havn.