Bjargingarringur horvin

Annar av bjargingarringunum, sum Reyði Krossur hevur sett upp í Sandágerði, er horvin. Ongin veit, hvat er vorðið av ringinum, og vil Reyði Krossur fegin fáa hendur á honum aftur

Fyri einum góðum ári síðani setti Reyði Krossur tveir bjargingarringar upp í Sandágerði í Havn.
? Vit settu tveir ringar upp har, um tað skuldi borið so á, at onkur kom í neyð, og hevði tørv á einum bjargingarringi, sigur Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi.
? Men nú er annar ringurin so horvin, og er hetta hent áðrenn vikuskiftið. Tann, ið plagar at halda eyguni við ringunum, hevur roynt at leita í nærumhvørvinum, men hevur ikki funnið hann nakrastaðni. Vit høvdu tí verið ógvuliga fegin um onkur veit um ringin at siga, segði okkum frá, tí so sleppa vit frá, at keypa ein nýggjan og seta hann upp.
So um nakar hevur borið eyga við ringin, ella møguliga er farin avstað við honum, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við Reyða Kross.
Ein bjargingarringur av hesum slagnum kostar við uppsetan millum 6-800 krónur.