Vinnarin er funnin

Jóna Danielsen úr Trongisvági gjørdist hepni vinnarin av bilinum og ferðini, ið Rás 2 burturlutaði

- Snedugt, merkiligt, óveruligt. Eg trúði ikki upp á tað, sigur Jóna Danielsen úr Trongisvági, sum var hepni vinnarin av bilinum og ferðini frá Rás 2.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við hepna vinnaran.

 

Hon sigur, at hóast tey hava ein bil, so er kanska skjótt tíð upp á, at skifta hann út, meðan ferðin allarhelst má útsetast, við tað, at tey akkurát eru komin aftur av feriu.

 

Vit á Miðlahúsinum ynskja Jónu Danielsen hjartaliga til lukku við vinninginum.

 

Les eina longri samrøðu við Jónu Danielsen í Sosialinum mánadagin.