partafelagið uppá eina viðmerking á eini eykajáttan, kann tað ikki vera nakað í vegin fyri at flyta restina av teimum 160,3 milliónunum úr landskassanum uppá eina viðmerking á tí árligu fíggjarlógini. Tað tykist [...] alla ábyrgd og ávirkan á tað størsta samferðsluprojektið í Føroya søgu higartil. Ikki nokk við tí, løgtingið verður fullkomuliga uttan ávirkan. Landsverkfrøðingurin, sum byrjaði upp á arbeiðið í 1988, verður [...] einki. Hetta var aftaná, at eg hevði lagt eitt meira víttgangandi uppskot fyri alla nevndina, sum gekk uppá at partafelagið skuldi standa fyri fíggingini, meðan Landsverkfrøðingurin skuldi standa fyri
bókina ?Maðurin á oynni? eftir gæliska íran Tomás Ó Criomhtains upp í hendurnar. Eg hevði als ikki hoyrt, hvørki um rithøvunda ella titul, men longu á fyrstu síðu var nakað heimligt at síggja og á hvørju einastu [...] fara oman á sandin saman við systir míni Máire. Tá eg kom oman, rann eg, og Máire hugdi seg í kring. Hon fekk eyga á ein nísuflokk, sum kom undan tanganum fyri sunnan. Nísurnar høvdu sjógv á bak og steðgaðu [...] gjørdu teir eisini á Stóru Basaed. »Í teimum smáu húsunum var eitt troðborð nýtt. Troðið stóð á einum trýfóti, ið kundi leggjast saman og hesin varð saman við troðnum hongdur upp á veggin, tá vit vóru
vínfløsku í hinari. Hvørt kvøld um somu tíð og á sama stað legði hann seg í soviposan á gongubreytini í rue d´Orsel. Tað gjørdi hann fáar tímar eftir, at handlarnir á gøtuni høvdu latið aftur fyri dagin. Um dagin [...] tokini. Á Boulevard de la Chapelle hevur man metro´ina uppi yvir sær og ikki undir fótunum. Tað var næstan onki menniskja at síggja á hesum økinum beint undir jarnbreytini, sum liggur í miðjuni á boulevardini [...] soviposan og teppið hjá sær í. Tómoygdur stóð hann har, skitin og ússaligur á at líta, og hugdi at impulsiva fólkalívinum á gøtuni. Sum ein fremmandur av aðrari gongustjørnu, uttanfyri sjónarhorn hins
deyðssynd, at teir rættu mótstøðumonnunum lítla fingurin, og so tók Neistin av. Gekk javnt á Allan seinna hálvleik leikaði sera javnt á millum liðini bæði. Neistin hevði fyrsta partin av hálvleikinum hug at hava [...] Seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum, tók Neistin so rættuliga dik á seg, og í seinasta minuttinum kundi Áki Olsen skjóta heimaliðið upp á javnleik fyri fyrstu ferð í dystinum. At VÍF leikararnir ikki megnaðu [...] kortini ikki á hondum. Teir skundaðu sær niðan móti neistamálinum, og megnaðu eisini at skorað tað, sum skuldi vísa seg at gerast seinasta málið í dystinum. Heimaliðið var tó nær við at missa sigurin á gólvið
Hetta var samstundis fyrstu ferð, at meira enn eitt mál var á muni. Skrædnaði brádliga Seinna helmingin av dystinum gekk eisini sera javnt á at byrja við. Um tað kann sigast, at nakað av liðunum átti munin [...] sær, tá tær leygardagin vóru í Havn, har tær vitjaðu Neistan. Sera javnt Fyrsta umfarið gekk annars sera javnt á. Hvørgin parturin vildi geva seg, og hóast spælið sum so ikki var nakað at reypa av, so [...] ikki færri enn sjey. Á mótstøðuliðnum var eisini ein rumeni at síggja, men hóast Ileana Manolescu er ein fínur leikari, sum hevur styrkt munandi um neistaliðið, so megnar hon ikki á sama hátt at átaka sær
vánaligan dyst, men teir megnaðu ikki á sama hátt sum Óla Kristian at seta dám á dystargongdina. Móti endanum av dystinum royndu hoyvíkingar at fara langt fram á vøllin, fyri á tann hátt at órógva kollfirðingarnar [...] fingu flestu málini. Kollfirðingarnir megnaðu tó at svara aftur, seinna partin av hálvleikinum gekk sera javnt á í málskjótingini. Tá liðini bæði hittust seinast, var tað Petur Martin Johansen, sum tók sær [...] Kristian var á muni Í seinna hálvleiki megnaðu kollfirðingar beinan vegin at leggja sjógv millum seg og hoyvíkingarnar, og sum útvarpsmaðurin kundi greiða frá, so helt hesin munur sær allan dystin á tamb. Hóast
at svimjievnini eru á einari leið. Svimjarin við næst flestu heiðursmerkjunum kom eisini úr Klaksvíkini, og var tað Bára Joensen, sum sjey ferðir var fyrst at nerta við kantin á svimjihylinum. Endaliga [...] Klaksvík frætta vit, at fyrireikararnir vóru stak væl nøgdir við undirtøkuna. 13 ferð nr. 1 Sum heild gekk sera væl at avgreiða allar kappingarnar, og tá tað kom til stykkis, var støðan tann, at Havnar Svimjifelag [...] 1 Jóannes Jóhannesen, HS, 1 Katrin Sørensen, HS, 1 Johan Joensen, HS, 1 Alice Sørensen, HS, 1 Ulrik á Hjøllum, FLOT, 1 Stafettir: Havnar Svimjifelag, 8 Næstu ferð at kappast verður í svimjing norðuri í
Sunnukvøldið lætti FCK úr Kastrup. Leiðin gekk til Suðurafrika, har teir skulu vera í tólv dagar. Umframt venjing eru tríggir og kanska fýra dystir á skránni. FCK er á áttanda plássinum í superliguni. Teir [...] gera nú, leygardagin var í Parkini og dystaðist móti FCK við Toda Jónsson á liðnum. Men tað var ikki serliga vinarligt. Inni á vøllinum var strítt og arbeitt soleiðis sum tað eigur at vera gjørt av liðum [...] miðbýnum. 12 dagar í Suðurafrika Todi Jónsson, sum er væl fyri, var á liðnum hjá FCK inntil tað restaðu smáir tjúgu minuttir. FCK vann 2?0 á IFK Göteborg. Thomas Thorninger skoraði fyrra málið, og tað seinna
rakstrarútreiðslurnar, tí var einki at standa ímóti við, um inntøkurnar fóru at minka í 1998. Sum úlvur á skóg Í frágreiðing síni til mentamálaráðharran, sambært frágreiðingini hjá R&W, sigur stjórin í SVF [...] ar avgerðir vórðu tiknar, sum hava kostað nógv í mun til tað sum er komið burturúr«, at »striltið gekk at tálma nýtsluni av yvirtíðararbeiði« og at »ferðaútreiðslurnar vóru óvanliga høgar í 1998«. Men [...] hækka føstu lønirnar eisini í 1999, og grannskoðararnir meta eisini, at lønirnar hækka í ár. Spádómur gekk út Viðvíkjandi gjaldføristrupulleikunum í fyrru helvt av 1999, sum stóðust av ringa úrslitinum í 1998
hava gott alment sjónvarp, so spæl Gekk. Stór etandi skomm. SvF varð tikið av løgtingsins fíggjarlóg, nú skuldi public servise stovnurin hjá føroyska fólkinum rekast á handilsligum støði. Politikkararnir [...] landsmanni, men heiðurligt er tað neyvan fyri eitt framkomið fólk at bera seg so at. Vit eru væl á veg á heilsuøkinum. Dagliga fáa vit tey tíðindi, at skipað verður fyri vælgerðartiltøkum um landið til [...] at jarðleggja SVF. Millum manna og nógvar politikkarar hoyrir tú bara um, hvussu nógv fólk starvast á stovninum og hvussu lítið viðkomandi SVF er. Óvitska og lítil vilji at kanna veruligu viðurskiftini