KÍF-H71 26-22 (11-10)
Alt kappingarárið hava kollfirðingar og hoyvíkingar saman við runavíkingum stríðst um, hvør av teimum skal hava ivasama heiðurin av eiga niðasta plássið á stigatalvuni.
Tá grundspælið var liðugt, varð av nógvum hildið, at hetta fór at gerast ein dystur millum KÍF og H71, men eftir dystin sunnudagin er støðan nú tann, at runavíkingarnir eiga niðasta sessin, meðan hoyvíkingar eftir ósigurin sunnudagin mugu finna seg í at liggja undir kollfirðingunum.
H71 betri byrjan
Tað vóru annars hoyvíkingar, sum byrjaðu betri sunnudagin, og fyrstu løtuna vóru tað eisini teir, sum fingu flestu málini.
Kollfirðingarnir megnaðu tó at svara aftur, seinna partin av hálvleikinum gekk sera javnt á í málskjótingini.
Tá liðini bæði hittust seinast, var tað Petur Martin Johansen, sum tók sær av yvirskriftunum, við tað at hann ta ferðina skeyt ikki færri enn 12 málunum í kollfarasigrinum.
Hetta vildu hoyvíkingarnir ikki lata sær lynda aftur, og tískil var Petur Martin mansvardur stórar partar av dystinum sunnudagin. Av tí sama fekk hann ikki gjørt so nógv um seg, men hinvegin viðførdi hetta eisini, at meira pláss varð hjá liðfeløgum hansara. Hetta dugdi serliga Vagnur Johansen at gera sær dælt av.
Óla Kristian var á muni
Í seinna hálvleiki megnaðu kollfirðingar beinan vegin at leggja sjógv millum seg og hoyvíkingarnar, og sum útvarpsmaðurin kundi greiða frá, so helt hesin munur sær allan dystin á tamb.
Hóast kollfirðingar sostatt líktust einum vinnara meginpartin av seinna hálva tímanum, so góvust hoyvíkingar ongantíð á hondum. Munurin millum liðini var tó, at Óla Kristian í KÍF málinum hevði ein sera góðan dag. Fleiri ferðir mundi hann geva hoyvíkingum stórt høvuðbrýggj, tá hann stóð fyri skotum teirra, og millum annað tók hann ikki færri enn fimm av teimum níggju brotskøstunum, sum hoyvíkingar fingu tillutað í dystinum.
Í hinum endanum megnaðu hvørki Jens Skipagøta ella Høgni Johansen at togað spæl av sama flokki fram. Ikki tí, teir spældu ikki nakran vánaligan dyst, men teir megnaðu ikki á sama hátt sum Óla Kristian at seta dám á dystargongdina.
Móti endanum av dystinum royndu hoyvíkingar at fara langt fram á vøllin, fyri á tann hátt at órógva kollfirðingarnar, men tá var ov seint, og leikararnir á heimaliðnum kundu sostatt fegnast um en tvey stig til soltna stigaposan.
Dumpiplássið nærkast
Sum nevnt, so duttu hoyvíkingar eitt pláss niður á stigatalvuni sunnudagin, og vil illa til, kunnu teir fara niður at dumpiplássið komandi vikuskifti.
Tá skulu kollfirðingar nevnliga royna seg móti Tjaldur, og um runavíkingarnir vinna tann dystin, hava teir eins og kollfirðingar fimm stig.
Hoyvíkingar skulu tá royna seg móti vestmenningum, og tað er í øllum førum ikki væntandi, at H71 fer at fáa nakað sum helst burtur úr hesum dysti.
Í løtuni er tó ikki líkt til, at nakað av liðunum noyðist niður í aðru deild komandi ár. Einasta liðið, sum kann flyta upp úr aðru deild eru Stjørnan, men í løtuni eru teir á aftasta plássinum í deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Petur M. Johansen 7 (3), Vagnur Johansen 7, Petur M. Poulsen 4, Jákup Dam 3, Rúni Nolsøe 3, Egill Steintórsson 1, Finn H. Johansen 1
H71: Halgir D. Olesen 7 (2), Allan Mørkøre 5 (2), Eyðun Højgaard 3, Olaf Vestergaard 2, Tróndur Vatnhamar 2, Hallur Danielsen 1, Rene D. Olesen 1, Svend Poulsen 1
Brotskøst:
KÍF 5, H71 9
Útvísingar:
KÍF 8, H71 1
Dómarar úr Tjaldur:
Dánial Hansen og Kári Hansen