Tá sagt verður, at Tjóðveldisflokkurin hevur eitt »forkláringsproblem« bæði í sambandi við Vágatunnilin og oljuútgerðarhavnina, kann eg í hvussu er sláa fast, at Javnaðarflokkurin hevur eitt nógv størri »forkláringsproblem« í sambandi við Vágatunnilin. Tá ein samgonga ikki er samd um eitt ávíst mál, liggur bólturin hjá andstøðuni. Men hvussu brúkti andstøðan henda upplagda møguleika? Um so var, at teir í heila tikið meintu nakað sum helst við tað, sum teir fyrr hava vartað upp við. Møguleikarnir vóru av teimum allar bestu at gjørt sína ávirkan galdandi. Men hvat gjørdu teir?
Sagt verður í oddagreinini: Hinvegin stendur rimmarfast, at í vinnunevndini tóku bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin undir við tí, sum Heini O. Heinesen ferð eftir ferð nevndi í fjølmiðlunum, nevniliga at Landsverkfrøðingurin skuldi standa fyri arbeiðinum og ikki eitt partafelag. Sitat endað. Hetta var í hvussu er ikki tað, sum eg upplivdi í vinnunevndini. Tá sambandsumboðið Alfred Olsen kom við sínum egna uppskoti, kundi eg ikki rokna við stuðuli frá Sambandsflokkinum, og tóku Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin undir við Alfred Olsen. Tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið, fyri nakrari sum helst broyting. Í mínari verð var orðingin í tí fyrsta uppskotinum hjá Alfred Olsen so veik, at hetta segði mær einki. Hetta var aftaná, at eg hevði lagt eitt meira víttgangandi uppskot fyri alla nevndina, sum gekk uppá at partafelagið skuldi standa fyri fíggingini, meðan Landsverkfrøðingurin skuldi standa fyri verkætlanini um møguligt útlisiterað arbeiðið. Hetta stóð upp til landsstýrismannin sum sambært stýrisskipanarlógina skal hava ábyrgdina av sínum gerðum. Tað sá út til, at umboðini fyri Javnaðarflokkin tóku undir við síðst nevnda uppskoti.
Men tann 25. januar í kvøldsendingini hjá útvarpinum varð sagt, at Javnaðarflokkurin fór at taka undir við sambandsuppskotinum.
Tað var hetta, sum gjørdi, at eg morgunin eftir tann 26. januar valdi at fáa eina samda nevnd við at styrkja um uppskotið frá Alfred Olsen, sum tá allir hinir nevndarlimirnir søgdu seg at taka undir við frammanundan.
Tá Sosialurin sigur, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin tóku fult undir við tí, sum eg havi ført fram í fjølmiðlunum, so er veruleikin ein heilt annar.
Hetta var eg noyddur at taka til eftirtektar. Tí nyttar tað ikki Sosialinum at billa sínum lesarum nakað inn, sum ikki samsvarar við veruleikan.
Tá sagt verður, at eg atkvøddi ímóti uppskotinum, so er hetta heldur ikki rætt. Eg atkvøddi fyri broytingaruppskotinum. Men eg atkvøddi blankt, tá tað kom til upprunauppskotið. Eg haldi ikki, tað kann góðtakast, at eitt alment partafelag verður stovnað bert uppá eina viðmerking á eini eykajáttanarlóg. Og so eitt ár seinni at koma í tingið og biðja um heimildina aftaná at hava disponerað og brúkt 6 milliónir.
Herafturat varð avtala gjørd við tvey norsk feløg. Við at lesa viðmerkingarnar til lógaruppskotið, er tað ein stórur spurningur, um landsstýrismaðurin í heila tikið hevur brúk fyri løgtinginum í hesum máli.
Sagt verður, at partafelagið »Vágatunnilin« er stovnað, 21. desember 1998 við einum partapeningi uppá 20,3 mió. Herafturat verður sagt, at leiðsla felagsins er ein 5 manna nevnd, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur valt. Um so er, at heimildin er í lagi fyri at stovna partafelagið og flyta tær fyrstu 20,3 mió. úr landskassanum í partafelagið uppá eina viðmerking á eini eykajáttan, kann tað ikki vera nakað í vegin fyri at flyta restina av teimum 160,3 milliónunum úr landskassanum uppá eina viðmerking á tí árligu fíggjarlógini.
Tað tykist løgi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal koma við einum slíkum uppskoti. Har hesin frásigur sær og komandi landsstýrismonnum so gott sum alla ábyrgd og ávirkan á tað størsta samferðsluprojektið í Føroya søgu higartil. Ikki nokk við tí, løgtingið verður fullkomuliga uttan ávirkan. Landsverkfrøðingurin, sum byrjaði upp á arbeiðið í 1988, verður eisini settur uttanfyri. Tað er hesin landsins stovnur, sum situr inni við royndum, akkumuleraðar upp í meira enn hálva øld, hetta bæði á heimavølli og í tøttum samspæli við útheimin. Tunnilin er í prinsippinum einki øðrvísi enn aðrir vegastubbar. Tað einasta, sum brýtur av, er ætlanin, at fíggja ein lítlan part av íløguni við bummpeningi. Tað vil siga, um kostnaðarmetingin, sum er í uppskotinum heldur.
Landsverkfrøðingsstovn-urin hevur haft prosjektleiðsluna frá fyrsta degi av. Tað er umráðandi, at tað eru føroyingar sjálvir, sum í størst møguligan mun standa fyri tunnilsarbeiðinum og prosjektinum.
Eg vil sláa fast, at hetta var tað einasta, sum eg kundi fáa samtykt í løgtinginum. Tað at tað var ein samd nevnd, var heldur ikki at forkasta, í einum so stórum máli.
Heini O. Heinesen










