Sviar bardust í Parkini

Todi Jónsson og hinir í FCK fóru sunnukvøldið á tólv daga venjingarlegu í Suðurafrika

Talan skuldi vera um vinardyst, tá gamla svenska stórfelagið, IFK Göteborg, sum hevur sæð betri dagar, enn teir gera nú, leygardagin var í Parkini og dystaðist móti FCK við Toda Jónsson á liðnum.

Men tað var ikki serliga vinarligt. Inni á vøllinum var strítt og arbeitt soleiðis sum tað eigur at vera gjørt av liðum, ið fyrireika seg at vera millum tey bestu og av spælarum, sum fegnir vilja vísa, at júst teir hoyra heima á besta liðnum.

Tað var kring vøllin, at tað ikki var serliga vinarligt. Svenska liðið hevði viðhaldsfólk við bæði úr Göteborg og Helsingborg. Og longu undan dystinum kom tað til ilnar millum svensku býirnar. Helsingborg áskoðararnir fóru knappliga at taka á við FCK, og so var áfast. Løgreglulið møttu upp, teir kendu seg noyddar at brúka kniplarnar. Undan dystinum vóru teir noyddir at handtaka fimm áskoðarar, og eftir dystin handtóku teir trý fólk. Hinar mælsku og østu sviarnar fylgdu løgreglumenninir oman til tvíkiljurnar í miðbýnum.


12 dagar í Suðurafrika

Todi Jónsson, sum er væl fyri, var á liðnum hjá FCK inntil tað restaðu smáir tjúgu minuttir. FCK vann 2?0 á IFK Göteborg. Thomas Thorninger skoraði fyrra málið, og tað seinna skoraði norðmaðurin Harald Brattbak, sum FCK hevur keypt frá Celtic í Skotlandi.

Sunnukvøldið lætti FCK úr Kastrup. Leiðin gekk til Suðurafrika, har teir skulu vera í tólv dagar. Umframt venjing eru tríggir og kanska fýra dystir á skránni.

FCK er á áttanda plássinum í superliguni. Teir hava 24 stig, og venjarin, Kim Brink, heldur ikki, at heiðursmerkjaplássini eru púra farin úr eygsjón. Men skal tað eydnast at stríðast fyri oddasessunum, so er alneyðugt, at FCK fær fulla úrtøku, tá teir á grækarismessu skulu til Aalborg og vikuna eftir fáa vitjan av AB. Um FCK einki fær burturúr hesum dystunum, so kann tað verða so skjótt, at teir fara at kenna niðurflytingar hóttanina brenna undir sær. Liðið hjá Óla Johannesen, AGF, hevur átjan stig, OB hevur seytjan stig, og á niðurflytingarplássunum hava Esbjerg og Vejle ávikavíst 14 og 12 stig.

Undan fráferðini til Suðurafrika hava teir í FCK ikki ligið á løtu síðuni. Teir hava vant tíggju ferðir um vikuna. Málið hevur verið at fáa likamligu venjingina upp á pláss og at venja 4?2?3?1 spælstílin, sum teir við góðari úrtøku brúktu nógv av heystinum.