Væl skipaðar Tað er eingin ivi um, at mótstøðan hjá Mjølni viknaði við tí, at Súsanna McBirnie gavst at leika fyri stuttum. Hennara royndir vóru sera týdningarmiklar fyri yngru leikararnar á liðnum, og tí [...] ein góðan dag eru tær sera torførar at vinna á. Móttøkan er grundarlagið Sereyðkenni hjá Mjølni hevur verið ein sera effektiv móttøka, sum hevur givið hevaranum tilfar at arbeiða við. Margit Joensen, sum [...] vísti hon, í løtum, sína styrki á miðjuni. Hon plagar at vera sera effektiv, men tað er ikki altíð restin av spælinum háttar sær sum hon vil. Uttan at vit, longu nú, skulu
Fuglafirði eru dámurnar keddar av at tær taptu dystin, tí tær vóru so nær við at vinna. Randi Larsen sigur, at hetta vísir, at FBF var á rættari kós tá ÍF varð biðið um at flyta beinleiðis úr 2. deild upp [...] Hjá TB er eingin ivi um, at talan var um týdningarmiklan sigur. Tær hava verið nær við fleiri ferðir, men eru snávaðar í seinastu løtu, og tí var neyðugt at vinna hesaferð fyri at finna aftur á beint. Tað [...] seinasta avgerandi »tie-breakaranum«, og her var tað at TB dróg ta longra stráið og vann 15-13. Annars sá einu løtuna út til at tað skuldi fara at eydnast ÍF at hála sigurin við sær norðuraftur um fjørðin, men
eydnaðist at enda neistakvinnunum at vinna FM-heitið. Stóra hetjan tað ferðina varð Hildur Sørensen, sum gjørdi munin, tá alt skuldi avgerast við brotskøstum. Á ein hátt ber eisini til at siga, at tað eisini [...] styrki, men sum hóast hetta fer á vøllin fyri at vinna hvørja ferð. Við einum avbera positivum hugburði, hava neistakvinnurnar eisini megnað at vent gongdini, soleiðis at tær nú eru væl og virðiliga leysar av [...] men hetta sá ikki út til at ávirka liðið stórvegis. Tað er eingin loyna, at Ileana Manolescu nú er um at koma rættuliga fyri seg á neistaliðnum, og hetta hevur gjørt sítt til, at Inga ikki longur er einsamøll
og tað kann vera at hepni fer at hyggja til teirra síðu seinni í ár. ? Í fjør høvdu strandingar hatta hepni, og tað endaði við at teir gjørdust meistarar. Tí kann tað vera, at vit fara at hava eydnuna við [...] hann. Jónleif sigur kortini, at strandingar skulu vera varnir við at leggjast á rósurnar tí enn er so stutt fráliðið síðani kappingin byrjaði. ? Eg rokni við, at Kyndil fer at koma sera sterkt aftur tá vit [...] endaspælið, og tá teir fáa sítt spæl at koyra sum tað skal tá vera teir vandamiklir fyri eitt hvørt lið, sigur Jónleif. Annars heldur hann, at tað besta strandingar kunnu gera er at spæla sítt spæl, og taka hvønn
væl nøgdur við, at felagið nú fer at samstarva við Hans Mourits. ? Tað tykist ikki vera so trupult at fáa venjara í Føroyum nú, sum tað onkuntíð hevur verið. Vit høvdu fleiri møguleikar at velja millum, [...] samstundis sum hann hevur lokið elituvenjaraútbúgvingina, og tað halda vit borgar fyri, at vit fáa ein venjara, sum er førur fyri at geva okkara spælarum íblástur, sigur LÍF formaðurin. Hans Mourits Foldbo býr [...] rokna teir við, at umleið sama manningin fer at spæla í 2. deild komandi ár, sum spældi í ár. Tað hevur ljóðað, at onkrir spælarar skulu skifta felag, men tað einasta, sum er heilt víst, er, at málverjin, Hallur
landsliðsspælaranum eydnaðist tað FCK at vinna dystin, hóast teir komu afturum 1-0, tá 20 minuttir vóru spældir. Undan hesum hevði Todi Jónsson longu víst, at hann fór at verða vandamesti FCK-spælarin hendan [...] endaði tað við, at Todi Jónsson gjørdist matchvinnari í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, og sum spælið hjá klaksvíkinginum hevur verið seinastu dystirnar fyri steðgin, er tað næstan spell, at tað eru fýra [...] tiltikin fyri síni hørðu fríspørk, men nú hevur hann sett gaggurnar á hillina. Lars Højer hevur verið nógv skaddur seinasta árið, og nú heldur hann, at tað er nóg mikið við fótbólti. Hann fer ístaðin at royna
til teirra støðu, var heilt avgerandi fyri, at tað eydnaðist teimum at vinna frælsið í 1918. Skal verandi gongd hepnast væl fyri føroyingar, er eisini neyðugt, at vit hava kunnleika um tann partin av okkara [...] Nú føroyingar standa fyri at skula taka avgerð um framtíðarstøðu landsins, verður av ávísum pørtum ført fram, at Føroyar eru partur av Danmarkar ríki. Men tann, sum sigur hetta, má eisini kunna vísa á [...] forsætisráðharrin og veruleikin er, at hetta ongantíð er hent. Føroyar eru ikki, og hava ongantíð verið, samrunnin partur av Danmark. Men hvussu ber tað so til, at vit kortini verða stýrd av donskum ráðharrum
greinar í framtíðini. Við vón um at vinna eina fløgu Maria Eg eri fullvísur í, at tað eru fleiri, sum halda við tær. Serliga í tí at vit skulu flyta okkum út um størru plássini í Føroyum. Vónandi kann tað [...] framtíðarætlanir og um tey vænta at flyta aftur til bygdina eftir lokna útbúgving. Sostatt at Yngd eisini flytir seg út yvir Havnina, Klaksvík og Runavík. Tískil vóni eg at tað koma fleiri sovorðnar greinar [...] tað verða tær og øðrum ein uggi, at Yngd so sanniliga eisini hevur ætlanir um at fara út á smærri plássini, men tíverri hevur tað ikki ligið fyri enn. Vónandi fáa vit eftirlíka tínum ynski innan leingi, og
eg kann troysta tykkum og siga, at tær nýtist heldur ikki at hava skil fyri øllum hesum, fyri at hava tað stuttligt framman fyri skíggjanum. Einasta, tú skalt gera, er at tendra telduna, og nýta forritini [...] Eisini hevur tað sín fyrimun at vera í starvi á caféini, tí Trónda nýtist ikki at gjalda fyri tímarnar, sum hann nýtir framman fyri skíggjan. Summi vilja kanska halda, at hetta vera órímiligt, men í v [...] tosað um, at tímaprísurin er ov høgur, men hesum er Áki als ikki samdur í. Tað er eisini rætt, at tá hugsað verður um, hvussu nógvar útreiðslur eru at gjalda, so er tað einki at siga til, at nýtararnir
mikið kommerciellir, at teir duga at fordeila váðan og fáa íleggjarnar í útlandinum at vera við. Graham Stewart heldur, at føroyingar sum heild eiga at vera varnir, tá talan er um at gera íløgur í oljuvinnuna [...] møguleiki. Tá spjaðir tú váðan. Tað er størri tjansur at vinna í lottaríinum, um tú er við fleiri staðni. Hann sigur, at teir sjálvandi royna at fáa føroyingar at eiga størsta partin í felagnum, men tað verður [...] Guernsey. Hetta er gjørt soleiðis frá byrjan av fyri at kunna gera tað lættari at fáa íleggjarar úr útlandinum, tá brúk er fyri teimum. Tað er ikki av tilvild, at tað verður gjørt á henda hátt. Her er talan