Cola, chips og teldur

Mánakvøldið var Yngd uppi á loftinum í Rokkjallaranum, har internet-caféein, Orbit, heldur til. Full ferð var á teldunum, og og á hesum síðum verður greitt eitt sindur frá Orbit

Innan fyri diskin, har Cola, Chips og sjálvandi tímar eru til sølu, hittu vit 17 ára gamla Trónd Hentze Sørensen, sum hetta kvøldið var til arbeiðis.

Tróndur greiddi okkum frá, at hann, síðani caféein kom, hevur verið teimum ein trúgvur gestur, og tá honum so stóð í boði at fáa starv har niðri, ivaðist hann ikki, men tók av.

Hann hevði ikki so øgiliga stóran hug til skúlagongdina, nú hann varð liðugur við fólkaskúlan, og tískil sá hann hetta sum eitt kærkomið høvi til at fáa eitt arbeiði. Oman á tað heila eitt arbeiði, har hann fæst við júst tað, sum hann hevur hug til.

Ja, honum dámar somikið væl her niðri, at hann eisini er her tey kvøldini, tá hann ikki er til arbeiðis, har hann so situr og roynir ymisk nýggj spøl o.a.

Eisini hevur tað sín fyrimun at vera í starvi á caféini, tí Trónda nýtist ikki at gjalda fyri tímarnar, sum hann nýtir framman fyri skíggjan. Summi vilja kanska halda, at hetta vera órímiligt, men í veruleikanum eru starvsfólkini noydd at halda seg ajour, soleiðis at tey altíð kunnu traðka til, um onkur av viðskiftafólkunum hevur trupulleikar av onkrum slag.


8 mánaðir á baki

Internet caféein Orbit hevur nú góðar 8 mánaðir á baki, og hevur tað higartil gingið, sum ein kundi væntað, greiðir Áki Johansen, ið var ein av stigtakarunum til caféeina, frá.

Vit vóru nakrir einstaklingar, sum av egnum áhuga fóru undir hetta tiltakið, og eftir at hava tosað aftur og fram um ymsar møguleikar, fingu vit samstarv í lag við Formula Xerox, sum hevur ábyrgd av allari tí teknisku útgerðini, sum er á caféini.

Hvørki fyri okkum ella fyri Formula var hetta ein spurningur um profit, men heldur nakað, sum varð gjørt, tí vit høvdu áhuga í hesum. Sjálvsagt fer man ikki undir eitt slíkt tiltak, tí man væntar at missa pening, og higartil hevur tað eisini malt runt hjá okkum.

Áki nevnir sum dømi, at áðrenn caféin kundi takast í nýtslu hin 17. mars í ár, høvdu eigararnir nýtt so at siga hvørt kvøld í einar 3 mánaðir niðri í hølunum, har teir skiftu so at siga alt út. Samlaðu íløgurnar liggja omanfyri eina hálva millión, men tað sæst so sanniliga eisini aftur í hølunum, at nógv er gjørt við tey.

Tað er eisini ógvuliga torført at vinna nakran pening úr einum slíkum stað. Summi hava tosað um, at tímaprísurin er ov høgur, men hesum er Áki als ikki samdur í.

Tað er eisini rætt, at tá hugsað verður um, hvussu nógvar útreiðslur eru at gjalda, so er tað einki at siga til, at nýtararnir eru noyddir at gjalda fyri nýtsluna.

Fyri limir kostar tað 35 kr. um tíman, meðan ikki-limir rinda 45 kr. um tíman, men av hesum skal Orbit rinda meirvirðisgjald, løn, húsaleigu o.s.fr., so tá tað kemur til stykkis, er ikki tað stóra eftir.

Áki nevnir sum dømi, at um nýtararnir sjálvir skuldu goldið fyri telduúrgerðina, hevði hetta kostað tað sama, sum tað kostar at nýta teldurnar í 240 tímar, og árðenn tey hava sitið somikið leingi, er útgerðin longu skift út, við tað at stórur dentur verður lagdur á, at øll útgerðin er up to date.


Full ferð á

At útgerðin veruliga er nútíðarhóskandi er eisin sjónligt, tá hugt verður eftir teimum teldum, sum standa á borðunum.

Einki við at nakrar hálvgamlar teldur standa í nøkrum krókum. Nei, alt er tað nýggjasta nýggja. Kraftigu Pentium gerðlarnir eru hjartað í øllum hesum, og til at knýta teldurnar saman, verður ein sera kraftmikil ambætari (servari) nýttur, soleiðisa at tað ber til at koyra mest krevjandi spølini á teldunum, uttan at talan er um seinkingar av nøkrum slag.

Til alneta sambandið eru fastar linjur, soleiðis at tær ikki nýtist at logga av og á, umframt at hetta eisini forðar fyri, at tú onkuntíð verður tveittur av netinum, tá ólag er á sambandinum.

Linjurnar, sum verða nýttar, eru 128 kilobit linjur, men Áki væntar, at teir í framtíðini fara at fáa nýggjar 256 kilobit linjur, soleiðis at sambandið kann ganga enn skjótari.

Nú ljóðar alt hetta kanska eitt sindur tekniskt fyri tey, sum ikki hava tann stóra áhugan innan teldutøkni, men eg kann troysta tykkum og siga, at tær nýtist heldur ikki at hava skil fyri øllum hesum, fyri at hava tað stuttligt framman fyri skíggjanum.

Einasta, tú skalt gera, er at tendra telduna, og nýta forritini, sum á henni liggja. Eru nakrir trupulleikar, sum tú ikki dugur at loysa, er hjálp altíð at fáa frá teimum fólkum, sum standa handan diskin í Orbit.


Sjálvandi prátaðu vit við nøkur teirra, sum vóru í Orbit hendan dagin:


Jóan Petur Brandal, 18 ár:


Eg plagi at vera her niðri einar 3 ferð um vikuna, tá eg eri í Havn. Eg búgvi annars í Klaksvík, men við tað at eg læri til rørsmið, eri eg noyddur at koma suður til Havnar at ganga á Tekniska Skúla.

Eg nýti alla tíðina her niðri til at chatta. Vanliga eru tað somu persónar, sum chattað verður við, og hóast tú kanska ikki kennir veruligu nøvn teirra, so hava vit jú øll hvør sítt navn á chattinum, so tað er eingin trupulleiki at finna hvønn annan aftur.

Sum er, er eingin slík café norðuri í Klaksvík, men sum skilst, so er ein á veg, sum vónandi fer at verða klár innan alt ov langt er fráliðið. Onkuntið hava tó teldustevnur verið á Tekniska Skúla har norðuri, men tað er alt ov sjáldan.



Tróndur Høgnason Mohr, 10 ár:


Eg eri her niðri ræðuliga ofta, altso næstan hvønn dag. Tá eg eri her, brúki eg tíðina til at spæla, og fyri tíðina eru tað serliga 3 spøl, sum eg fáist við. Tey eru Age of Empire, Starcraft og Highlife. Tað, sum er serliga stuttligt við at spæla her niðri er, at vit gott kunnu vera fleiri vinmenn, sum dystast móti hvørjum øðrum á hvør sínari teldu.

Vit hava eisini eitt sindur við teldur at gera í skúlanum, men tað er so nógv stuttligari at vera her niðri, tí spølini eru betri og teldurnar eru nógv skjótari.


Mads Andreas Hentze, 10:


Eg eri her niðri saman við Høgna. Vit ganga í sama skúlaflokki í Hoyvíkar Skúla, og vit plaga eisini at fylgjast. Vit spæla so eisini somu spøl, so vit kunnu kappast móti hvørjum øðrum.

Heima havi eg eina playstation, og hon verður eisini brúkt nógv, men eg haldi tað vera nógv stuttligari at vera her niðri.


Beinta Sigvardsen, 17ár:


Eg gangi í studentarskúlanum í Hoydølum, men annars eri eg her niðri so at siga hvønn dag.

Tíðina, sum eg eri her niðri, nýti eg til bæði at chatta og at spæla, og aloftast eru vit fleiri, sum fara oman.